mikudagur 20. apríl 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
Sosialurin
Ítróttur
Uni Holm Johannesen
Tað var beinleiðis flóvisligt, heldur
royndasti spælarin á liðnum hjá
KÍF.
Nú má røkka ella støkka hjá
kollfirðingum.
Treytirnar
eru
einfaldar. Kravið er, at KÍF vinnur
á Neistanum í høllini á Hálsi, um
kollfirðingar skulu halda lív í vónini
at vinna føroyameistaraheitið.
Neistin vann greitt í fyrru
finaluni um føroyameistaraheitið.
11 mál skilti liðini tá avtornaði. 35-
24. Nú mugu kollfirðingar taka sær
um reiggj, heldur Agnar Joensen,
KÍF. Hann hevur spælt fleiri slíkar
avgerandi gulldystir fyrr fyri VÍF.
Kollfirðingar rukku steypafinaluni
í hesum kappingarárinum. Tað var
fyrstu ferð, at hansara viðspælarar
úr Kollafirði hava spælt avgerandi
dystir. Annars eru teir óroyndir.
- Vit kunnu ikki brúka fyrru
finaluna til nakað sum helst, uttan
at vit skulu hava uppreisn, sigur
Agnar Joensen.
Verjuspælið broytast
Jan Ottesen, sum hevur evstu
ábyrgd ina av liðnum hjá KÍF, hevur
lagt stóran dent á krops ligu venj-
ingina í hesum kappingar ár inum.
Kollfirðingar hava runnið meira
enn hinir. Tað hevur verið ein greið-
ur fyrimunur í fleiri dystum. Teir
avgjørdu fleiri dystir seinastu løt-
una, tá mótstøðumenninir fóru at
møðast.
Jan Ottesen hevur brúkt krops-
liga støðuna hjá sínum spælarum at
vera framrættaður í verjustøðuni. Í
grundini hava kollfirðingar mans-
vart samfullar mótstøðumenn, tá
teir eru í álopi. Tað miseydnaðist
fullkomiliga seinast, tí Neistin var
væl fyrireikaður. Neistamenninir
gagnnýttu tómu plássini, og ágrýtnu
kollfirðingarnir hugdu mest sum
bara at, meðan stóra máltalvan
taldi málini hjá Neistanum.
Agnar Joensen ásannar, at upp-
leggið miseydnaðist full komiliga.
Tá Neistin fekk mál mest sum í
hvørjum álopi, slapp KÍF ikki í
skjót álop. Tað eydnaðist ikki serliga
væl at hótta vælvaksnu verjuna hjá
Neistanum, tá hon var upp á pláss.
Tað skal broytast.
– Vit stríddust væl, men okkara
framrættaða verja gav teimum ov
lætt spæl. Tað verður helst broytt
hesaferð. Vit noyðast at standa
tætt ari í verjuspælinum, heldur
Agnar Joensen, uttan at avdúka ov
nógv.
Kunnu vinnast
Munurin var stórur seinast. Koll-
firðingar fingu uppreisn í seinna
hálv leiki, men tá var greitt, at
Neistin fór at vinna dystin.
Agnar Joensen er sannførdur
um, at tað ber til at knógva Neist-
anum, sum hevur verið einaráðandi
í før oysku kappingini seinastu
árini.
– Vit skulu bara vinna við einum
máli, og eg dugi ikki at síggja, hví
tað ikki skal bera til. Kravið er, at
uppleggið riggar hesaferð – tað
riggar ikki seinast, sigur Agnar
Joensen.
uni@sosialurin.fo
Uppleggið verður broytt
Hondbóltur Uppleggið miseydnaðist fullkomiliga seinast, ásannar
Agnar Joensen, sum er royndasti spælarin á liðnum hjá KÍF. – Vit
noyðast at standa tættari í verjuspælinum, heldur hann
Vit skulu bara vinna við einum máli, og eg
dugi ikki at síggja, hví tað ikki skal bera til
AgnAr Joensen, KÍF
– Vit kunnu ikki brúka
fyrru finaluna til nakað
sum helst, uttan at vit
skulu hava uppreisn,
sigur Agnar Joensen.
Mynd: Álvur Haraldsen
DeilD
Gull
SilVur
BronSu
Atlantic
1. d. m.
KÍF
Kyndil
Neistin
2. d. m.
KÍF
H71
U 20 m. KÍF
VÍF
H71
D 17 A
Kyndil H71 Neistin
D 17 B
StÍF Neistin H71
D 14 A
H71 Kyndil
Tjaldur
D 14 B
KÍF Team Kl. Neistin
D 12 A
VÍF
Kyndil
Tjaldur
D 12 B
VÍF Kyndil
KÍF
D 10 A
Tjaldur VÍF
H71
D 10 B
Tjaldur EB
SÍF
D 10 C
StÍF Neistin
H71
SunSet
1. d. kv. Neistin Kyndil
StÍF
2. d. kv. Neistin VÍF
Stjørnan
U20 kv. VÍF
StÍF
Neistin
G 17
Neistin Kyndil
Neistin
G 14 A
Neisitn StÍF
Kyndil
G 14 B
Kyndil
Neistin
Sóljan
G 12 A
Kyndil
Stjørnan H71
G 12 B
Sóljan
H71
Kyndil
G 10 A
H71
VÍF
Kyndil
G 10 B
Kyndil
H71
Kyndil
G 10 C
EB
Stjørnan StÍF
kelda: www.kyndil.fo
Hesi endaðu
ovast
Bara finaludystirnar í bestu
deildini hjá kvinnum og
monnum eru eftir, áðrenn
hond bóltskappingin
2010/2011 er av. Her er yvirlit
yvir, hvussu liðini hava staðið
seg í ymsu deildunum.
Seinna finalan um føroya
meistaraheitið verður skírisdag
í høllini á Hálsi. Dysturin byrjar
klokkan 18.30. Útvarpið hjá
Kringvarpinum sigur beinleiðis
frá dystinum