Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 28 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Feskasta dømið var í fjør. Tá fekk Heðin Askham at sanna, at tað er umráðandi at leggja væl frá landi. Høvuðsorsøkin, at EB/Streymur ikki vann føroyameistaraheitið var keð iliga byrjanin. Sundalagsmenn mistu ov nógv stig beinanvegin, og so var tungt at vinna innaftur. Liðini í Vodafonedeildini spæla tríggjar dystir eftir átta døgum nú. Fyrsti dystirnir vóru spældir síðsta vikuskiftið. Eitt umfar verður av­ greitt í morgin, og fjórða umfar verður spælt mánadagin. KÍ er væl fyri Klaksvíkingar eru byrjaðir væl. Teir hava fulla úrtøku eftir tveimum landskappingardystum. Í morgin vitja teir ÍF, sum tapti við heili fýra mál á heimavølli fyri EB/Streymi. Upp reisn er fremst á breddanum hjá fugl firðingum, sum ætla sær at stríðast um heiðursmerkini. Oddmar á Lakjuni verður við á liðnum hjá KÍ. – Enn hava vit bara møtt liðum í lægra endanum av Vodafonedeildini frá 2010, so vit vita, at mótstøðan fer at gerast harðari. Tó vístu vit góðar taktir til fleiri venjingardystir og vístu, at vit kunnu skava nøkur stig saman, um vit standa saman um eitt lið og bakka hvønn annan upp, sigur Oddmar á Lakjuni við nordlysid.fo. Klaksvíkingurin Jákup Mikkelsen ásannar, at fuglfirðingar eru ikki nøgdir við fyrstu dyst­ irnar. – Spælið hevur als ikki hingið saman á sama hátt sum í fjør, men trupult er at meta um, hví so er. Til venjingarnar hevur tað sæð fínt út. Tað positiva er tó, at vit hava fingið trý stig burtur úr tveimum »lorta« dystum, sigur Jákup Mikkelsen við Norðlýsið. B71 í Gundadal Sandoyingar eru ikki byrjaðir væl. 10 ferðir er Símun Rógvi Hansen, málverjin, farin í meskarnar eftir bóltinum. B71 tapti við seks málum fyri uppflytarunum KÍ, og rann mest sum bara aftaná síðsta vikuskiftið, tá liðið vitjaði B36. Sigfríður Clementsen, fótbóltsvenjari, hevur greiða støðu. – Tað er líkt til, at B71 fær tað sera trupult í ár, og hóast bara tveir dystir eru spældir, vænti eg, at sandoyingar flyta niður, sigur hann. Nú skulu Piotr Krakowski, venj­ ari, og hansara spælarar aftur í Gundadali. Hesa ferð bíða føroya­ meistararnir. HB hevur trý stig av seks møguligum, og tað skal ganga illa, um havnarmenninir ikki fáa fult. Víkingur og B36 Víkingur og B36 spæla í Norðagøtu í morgin. Tað er ein treyt, at næsti føroyameistarin vinnur flest møgu­ lig stig á heimavølli. Tí eru trý stig eitt krav hjá Víkingi, tá B36 vitjar í morgin. Árstalsfelagið úr høvuðsstaðnum hevur vunnið fyrstu dystirnar. Heima síðan hjá Víkingi hevur greiða støðu. – Vit í Víkingi hava ikki fingið eins góða byrjan og B36, men kappingarársbyrjan okkara er so av­ gjørt góðkend, skrivar vikingur.fo. Byrjanin verður neyvan góðkend, um B36 fær fult í Sarpugerði í morgin. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Tað eru tríggir fjallasúkklarar, sum skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum í tveim um kapp inginum. Úttøku kapp­ ingin verður í dag, 20. apríl. Tað verður súkklað kring viðar­ lundina í Hoydølum. Á Oyggjaleikunum verður kappast í bólkunum MTB Criterinum og MTB Cross Country. Súkklararnir kappast bara í hesum seinna bólkinum í úttøku kappingini í dag. Munurin á kappingunum er, at tað verður súkklað í ein góðan tíma á MTB Criterinum. MTB Cross Country tekur van­ liga millum tveir og hálvan­ triðja tíma. uni@sosialurin.fo Fjalla súkklar - arnir skulu á landsliðið Súkkling Tríggir fjallasúkklarar skulu umboða Føroyar á Oyggja­ leikunum í summar. Úttøku­ kapping verður í dag Mynd: Álvur Haraldsen Uni Holm Johannesen Tað var í 2008, at Krzysztof Pop czynski takkaði fyri seg í føroysku kappingini og fór til Danmarkar. Tilboðið sum høvuðs venjari hjá Aarhus Fremad, sum spælir í triðbestu donsku deildini, var meira áhuga vert. Tá var liðið í mið­ bólkinum í deildini. Nú er Popczynski partur av stríðnum um uppflyting. Nú er sáttmálin longdur fram til summarið 2013. – Hann hevur gjørt eitt frálíkt arbeiðið. Felagið flytir seg rætta vegin við honum sum høvuðsvenjara, sigur Søren Østergaard, formaður í fel ag num. Aarhus Fremad er á triðja­ plássi í 2. division Vest, seks stig aftan fyri oddaliðið Blokhus FC. Liðini bresta saman í morgin. Popczynski heldur fram Fótbóltur Krzysztof Popczynski, sum hevur verið venjari hjá fleiri føroyskum feløgum, hevur longt sín sáttmála við Aarhus Fremad Páskirnar eru strævnar Fótbóltur Tríggir dystir í átta dagar. Skráin hjá fótbólts­ spælarunum í bestu deildini er strævin um páskirnar, nú liðini royna at byggja skrokkin til eitt stórsligið kappingarár Uni Holm Johannesen Fótbóltsvøllurin við Løkin í Runavík er karmur um grannauppgerð í kvøld. Bill M. Jacobsen og B68 eru undir trýsti. Toftamenn hava fram vegis einki stig fingið eftir tveir landskappingardystir. Teir hava tapt fyri ÍF á heimavølli og KÍ á útivølli. Nú er møguleikin at fáa uppreisn eftir tapið fyri klaks­ víkingum um vikuskiftið. Bill M. Jacobsen hevur allar mans tøkar. Hópurin verður tann sami sum seinast, umframt at Dion Splidt, sum kom úr AB í vetur, verð­ ur við. Hann hevur ikki verið við fyrstu dystirnar. Klæmint A. Olsen er fram vegis leikbannaður hjá NSÍ. Hann var útvístur í fyrsta lands kapp ingar­ dystinum, tá HB vitjaði í Runavík. Hann fekk leikbann í tveir dagar, og noyðist at sita uttan fyri í kvøld afturat, áðrenn hann kann fara aftur í gulu troyggjuna hjá NSÍ. Dysturin byrjar klokkan 18.00. Nú skal B68 hava stig Fótbóltur Toftamenn eru undir trýsti undan granna­ uppgerðini í kvøld. Teir hava framvegis einki stig í skjáttuni Mikudagin, 20. apríl: VODAFONE NSÍ - B68 Runavík 18.00 Hósdagin, 21. apríl: VODAFONE Vík. - B36 Norðagøta 15.00 VODAFONE EBS - 07V Streymnes 15.00 VODAFONE HB - B71 Tórshavn 15.00 VODAFONE ÍF - KÍ Fuglafj. 15.00 1 DEILD KV AB - B36 Argir 17.15 STEYP. KV Giza - Vík. Argir - STEYP. KV MB - B68/NSÍ Miðvágur STEYP. KV ÍF - HB Fuglafj. 12.00 STEYP. KV FCS - EBS Vágur 13.00 Leygardagin, 23. apríl: 1 DEILD M EBS - Ská. Streymnes 14.00 1 DEILD M FCH - Vík. Tórshavn 14.30 1 DEILD M TB - 07V Hvalba 15.00 1 DEILD M HB - NSÍ Tórshavn 15.00 1 DEILD M AB - FCS Argir 17.00 Mánadagin, 25. apríl: VODAFONE 07V - KÍ Sørvágur - VODAFONE B68 - HB Toftir - VODAFONE B71 - Vík. Sandur - VODAFONE B36 - ÍF Tórshavn 15.00 VODAFONE EBS - NSÍ Streymnes 17.00 1 DEILD KV Vík. - HB Norðagøta - 1 DEILD KV B36 - Ská. Tórshavn 12.30 1 DEILD KV AB - KÍ Argir 13.00 Fótbóltsdystirnir um páskirnar