mikudagur 20. apríl 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
34
Sosialurin
Miðvikan
16. partur
Nú er vit gift og fyrsta barnið er á
veg. Margretha treivst væl, kanska
alt ov væl. Mamma helt sum vanligt
var tá í tíðini, at kvinnur við barn
skuldu eta nógv og gott, og tað
slapp Margretha heldur ikki undan.
Hetta sást eisini aftur!
Tann 21. januar 1918 var tíðin
komin, at hon skuldi eiga. Hetta var
ein kaldur vetur og mánaði. Í Havn
vórðu máld niður í 12 kuldastig
og í Klaksvík 14 kuldastig. Eg var
hetta kvøldið á skrivstovuni, og tá
ið eg um 10 tíðina kom heim, kundi
mamma fortelja mær, at eg var
blivin pápi til ein deiligan drong.
Eg skundaði mær upp á kamarið
og ynskti Margrethu tillukku.
Mamma frøddist um, at drongurin
var so deiliga feitur, rundur sum ein
rullupylsa. Soleiðis skuldi tað vera
tá í tíðini.
Pápi var farin til songar. Eg
spurdi hann, um hann ikki hevði
verið og heilsa uppá Margrethu og
sæð dreingin. Tað hevði hann ikki,
tað hevði ongan skund. Hann helt,
at tað skundi skaða bæði mammu
og barn at koma brestandi inn.
Hetta kundi bíða til dagin eftir.
Syrgiliga lagnan hjá Johan
Beiggi mín Johan hevði heystið
frammanundan fingið sponsku
sjúku og helst eisini tuberklar, sum
merkti, at hann svann nógv.
Hann var um hesa tíðina inn
lagdur á Oyrasundshospi talinum
í Keyp mannahavn. Hetta var eitt
serligt sjúkrahús fyri smittandi
sjúklingar. Navnið kom av, at tað lá
oman móti Oyrasundi.
Á jólum var hann sloppin úr
seingini til jólatræið á sjúkra hús in
um. Men tað sást á skriftini í bræv
inum, hann skrivaði heim, at hann
mundi hava høgan fepur.
Seinast í januar var tað okkum
greitt, at Johan ikki fór at koma
fyri seg. Hann hevði fleiri ferðir
sagt, at honum longdist eftir
mammu. Vit blivu samd um, at vit
skuldu eftirlíka hansara ynski at
síggja mammu aftur. Tískil varð
avgjørt, at hon skuldi fara niður til
Danmarkar við einum av skipunum
hjá DFDS.
Tað var ein rættilig fyritøka hjá
mammu at fara. Hon hevði ikki
verið av landinum fyrr, og hon var
eins og pápi bangin fyri at vera á
sjónum. Eisini var kavbátakríggj
við tess vandum. Tað bøtti ikki um.
Mamma vildi, at okkara sonur
skuldi doypast, áðrenn hon fór
avstað, og at hann skuldi kallast
Johan eftir beiggja mínum og Frits
eftir systkinabarni mínum Fridu,
sum stutt frammanundan var deyð
av tuberklum.
Barnadópurin var so, men veitsla
kundi ikki vera talan um, hesum
loyvdu umstøðurnar ikki.
Fekk sagt farvæl við sonin
Mamma kom til Keypmannahavnar
sama dag, sum Johan doyði. Tey
bæði fingu í deyðans stund tosað
um tað, sum bert ein mamma og
hennara barn kunnu hava síná
millum.
Vit fingu deyðsboðini í fjarriti.
Hóast boðini ikki komu óvart, so
vóru hetta kortini tung boð at fáa.
Sum so mong onnur ung var
Johan farin burtur móti viljanum
hjá pápa. Hann føldi karmarnar vera
ov trongar heima, og hann ynskti
eisini at læra nakað. Tí kom hann
á handilsskúlan Købmandshvile
i Rungsted á Sælandi, har nógvir
føroyingar hava verið.
Aftaná eitt vetrarskeið fekk
hann pláss í eini keypssamtøku.
Johan leigaði eitt bíligt og kanska
vánaligt kamar, ráðini vóru ikki
til meira, og maturin var kanska
heldur ikki ov góður. Kanska hevur
hann ikki verið væl fyri og gjørdist
tí lættari sjúkur.
Pápi goymdi trý brøv, sum hann
fekk frá Johan.
Í tí fyrsta skrivar hann, at hann
hevur fingið innbjóðing frá einum
vini at koma at vitja seg á Broholm
á Fyn, tá ið hann gjørdist frískur
aftur.
Johan hevði teknað eina lívs
trygg ing, áðrenn hann gjørdist
sjúk ur. Hetta merkir, at hann
hev ur verið ein umhugsin ungur
drongur.
Brævið endar við hesi fittu heils
an:
Gud være med eder, han holde sin
Haand over Eder og hjælpe Eder.
De kærligste hilsener fra Johan
Tann 16. november skrivar hann aft
ur. Nú hevur hann verið sjey vikur
á sjúkrahúsinum. Hann hevur gott
mót. Hann følir seg væl, og læknin
hevur lovað honum at sleppa upp
vikuna aftaná.
Johan hevur havt vitjan av eini
mostur. Eisini hevði amtmaðurin
(Rytter var amtmaður tá) vitjað
hann, og hann lovaði at heilsa
okkum. Amtmaðurin var sera fittur.
Hann bjóðaði eisini Johan pening,
um honum tørvaði, men tað gjørdi
hann ikki. Á sjúkrahúsinum hevði
hann jú ongar útreiðslur.
Amtmaðurin hevði eisini tosað
við læknan um at fáa Johan heim
til Føroya, men hesin helt, at tað var
best fyri Johan, at hann bleiv har
fyri veturin.
Ì triðja og seinasta brævinum,
skrivað eftir jól, gongur verri.
Fepurin kom upp á 40 stig og hevði
annars verið uppi á 40.8. Hetta var
ringt tekin.
Mamma og pápi skrivaðu eisini
til Johan, hvørja ferð fartur var.
Mamma fekk so hildið í hondina
á Johan, tá ið hann doyði. Tað varð
avgjørt, at mamma skuldi hava líkið
heim við sær við Tjaldrinum, so
Johan kundi jarðast í Føroyum.
Ferðin heim gekk væl. Hóast
hetta var syrgiligt, so var tað gott
hjá mammu at hava verið hjá Johan,
tá ið hann doyði.
Johan varð jarðaður 21. mars 1918,
hann gjørdist bert 22 ára gamal.
Jarðarferðin var frá heiminum, og
tey vóru mong, sum sýndu okkum
samkenslu. Vit fingu skipað fyri,
at Johan fekk eina grøv í gamla
kirkjugarði í Havn, har pláss vórðu
avløgd til tvær gravir afturat. Tískil
hvílir Johan nú millum mammu
og pápa, og tey hava ein felags
gravstein.
[Tað vóru fleiri ung havnarfólk,
sum doyðu av sponsku sjúku ella
líknandi sjúkum, um hesa tíðina.
Ein var Johan Pauli, sonur Dánjal í
Horni, umrøddur í røðini Hendur ið
Sleptu. Hann doyði eisini niðri.
Ein annar var Egil Djurhuus,
hvørs søga hevur verið í Miðvikuni.
Hanna var abbasonur tann kenda
Faktorin í Klaksvík Johan Christian
Djurhuus. Hann lá fyrst leingi á
sanatorium í Danmark og kom so
heim at liggja drúgva tíð, til hann
doyði í 1919. Hann skrivaði eina
áhugaverda dagbók, og her skrivar
hann eisini um, tá ið deyðsboðini
komu av Johan í Ólastovu.
Tað er heppið, at tað hevur verið
møguligt at reisa hesum ungu evna
góðu monnum eitt varandi minni
við hesi skriving.]
Kristian Djurhuus:
Uppkallaði fyrsta sonin eftir
doyggjandi beiggjanum
Tað var sjálvsagt gleði, tá ið Margretha og Kristian fingu sín fyrsta son. Men tað
var eisini sorg, tí beiggin Johan lá fyri deyðanum niðri í Keypmannahavn. Elin vildi
síggja sonin eina seinastu ferð. Men áðrenn tað var Johan uppkallaður
Johan, fyrsti sonur Margrethu
og Kristian, var tjúkkur sum
ein rullupylsa, tá ið hann var
føddur. Her er hann eitt sindur
størri, avmyndaður av Breidal
Johan, beiggi
Kristian,
doyði
blaðungur
Øresundshospitalet, har Johan endaði sínar dagar