mikudagur 20. apríl 2011síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
Sosialurin
Margretha heldur áfram við síni
frásøgn um sín barndóm inni í
Heiðunum
Pápi mín var millum tey yngstu av
systkjunum. Hann fór til skips 14
ára gamal, sum tað vanliga var tá.
Tað var neyðugt at útvega pening
til húsið, sjálvt um húsarhaldið
fyri tað mesta kláraði seg við egna
framleiðslu. Tað var vanligt tá og
langt fram í tíðina, at tann siglandi
sonurin legði sína inntøku til heim
ið. Tískil átti pápi ikki reiðan pen
ing, tá ið hann skuldi giftast.
Míni foreldur giftust eisini inn
til foreldrini hjá pápa. Har búðu
hansara foreldur eisini, so tað
gjørd ust trý húsarhald í húsinum.
Pápi fekk eina trø at dyrka, og
her bygdi hann hús. Tað var bert
tilfarið, sum kostaði nakað. Arbeiðið
við húsunum varð gjørt av honum
sjálvum, ættarfólki og vinum.
Tá ið pápi hevði bygt, fluttu
omma og abbi við. Men tey gjørdu
eisini sítt við at hjálpa til úti og
inni.
Bakkaði ikki fyri
konu amtmannin
Omma átti ein tvíburabeiggja, sum
kom í bøkjaralæru í Keyp manna
havn. Hann luttók í dansktýska
krígnum í 1864.
Aftaná kríggið búsetti hann seg í
Havn og arbeiddi sum bøkjari. Hann
var kallaður Lambabøkjarin. Hann
var eitt sindur av einum originali.
Hann var giftur, men tey áttu eingi
børn. Hann og konan søgdu “tygum”
við hvørt annað, og hann kallaði
konuna ”madamman”.
Men Lambabøkjarin lat sær
ikki alt siga. Tað varð sagt, at hann
einaferð hevði umvælt eina balju
fyri konu amtmannin. Tá ið hon
kom eftir baljuni og fekk at vita
prísin, helt hon hann vera ov høgan.
Lambabøkjarin segði, at prísin hevði
hann sett, og at hann lat onga balju
frá sær, fyrr enn hon var goldin.
Kona amtmannin fór firtin av stað.
Dagin eftir kom hon tó aftur. Tá var
prísurin hækkaður við einum dála,
sum so amtmanninnan slapp at
gjalda meira.
Trupulleiki við vatni
Ein serligur trupulleiki í Heiðunum
var at fáa vatn. Hvørt hús mátti
finna eina keldu, sum so í eini
opnari grøv varð leidd til sethúsini.
Okkara løkja var tó turr, tá turkur
var á sumri. Tá máttu vit fara til
Johannes pápabeiggja at fáa vatn.
Sum frá leið varð so mikið av
trøðni dyrkað, at vit kundu hava
kúgv. Tá varð trupulleikin við vatni
enn størri, meðan vit høvdu kúnna
inni.
Tað var eisini trupulleiki hjá
neytunum í haganum í turrum
summ arum at fáa nóg mikið av
vatni.
Brúdleyp í fleiri dagar
Míni foreldur vóru rættilig vert
skapsfólk, og tey vóru við har, sum
nakað var á vási. Hetta var serliga
í brúdleypum og barnadópum, og
so tær vanligu dansihátíðirnar.
Tey dugdu bæði at skipa føroyskan
dans. Mammu dámdi best ”Kong
Hans, han sidder paa København”,
meðan pápa dámdi best Norsku
Løvu.
Mamma var ein dugnalig hús
móðir. Tað var ótrúligt, hvat hon
kundi fáa burtur úr inntøkuni hjá
pápa, sum ikki var stór, hóast hann
var av bestu fiskimonnum.
Mamma hevði eini ótrúlig evni
at gera fjølbroyttan mat. Hon var
eisini kokkur, tá ið okkurt var á
vási bæði bæði í bygdini og av
bygd. Hetta kravdi eisini evni at
skipa fyri og útvega mat til hesi
stóru brúdleyp, har tað kundu vera
hundraðir gestir. Eitt slíkt brúdleyp
vardi í fleiri dagar. Umframt tað
kundu gestirnir eisini liggja veður
fastur, tá ið farast skuldu avstað
aftur. Teir skuldu sjálvsagt hava
mat alla tíðina.
Strævið at lurta eftir lestur
Tá ið pápi var burtur, var tað
mamma, sum tók sær av okkara
upp aling. Men tá ið pápi var heima
tók hann yvir. Tað kundu eisini
enda við eini fleingju, um vit ikki
sótu friðarlig og lurtaði eftir hans
ara lestri sunnudagar.
Tað kundi vera strævið at
lurta eftir hesum longu lestrum,
sum kundi vera upp til 12 síður í
lestrabókini hjá Brockmann ella
pastor Møller. Pápi kravdi, at vit
sótu pinnastill. Men tað batnaði,
tá ið farið var til lestrabókina hjá
Rørdam, tá fór lesturin niður í
helvt.
Mamma hevði tann fasta sið
at seta breyðini at ganga, meðan
lestur varð lisin.
Teir sunnudagar, vit skuldu í
kirkju, var tá ið tað var altargangur.
Tá høvdu vit altarklæðini í einum
pjøka á bakinum. Tað var gingið
út á Nes, hetta var ein langur
tein ur til gongu. Vit skiftu klæði í
prósta garðinum, sum var beint við
kirkjuna.
Prósturin og kona hansara vóru
sera blíð fólk. Hon var dóttir Ernst
Wesenberg, prestin á Viðareiði,
sum doyði av landfarasótt í 1871,
og varð grivin í gamla kirkju garði
í Havn, tí skiparin, sum skuldi føra
líkið til Danmarkar, sýtti vegna
smittavandan at taka tað við.
Prósturin var tann kendi politik
arin Fríðrik Petersen. Hann hevði
sera langar talur, men tær vóru
sera kenslubornar. Tað varð sagt,
at prósturin varð ofta so rørdur um
síni egnu orð, at hann sjálvur kundi
gráta undir taluni. Hetta ávirkaði
eisini meinigheitina, sum eisini
kundi lata nøkur tár fella.
Men lívið var jú hart tá á døgum,
og at lata kenslurnar ráða kundi
skapa ein felagsskap millum fólk.
Tá ið gudstænastan var av, blivu
vit øll boðin til kaffi hjá próst
akonuni, sum var eitt gott fólk. Tey
áttu tvey børn. Frida var ein vøkur
genta, hon giftist niðri. Ernst las
gudfrøði. Tað gekk ikki væl við
honum. Hann fekk eitt gott prógv,
og pápin hevði glett seg til at fáa
hann sum hjálparprest. Men Ernst
var ikki heilt greiður yvir, hvat ið
hann sjálvur vildi. Fyri at finna seg
sjálvan, fór hann sum matrósur við
einum skipi hjá ØK, sum sigldi til
Fjareystur. Í Siam fekk hann eina
tropiska sjúku og doyði bert 40 ára
gamal. Hetta var ein dyggur smeitur
fyri próstaparið og var eisini ein
missur fyri føroyska samfelagið.
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Í
komandi
parti
greiðir
Kristian Djurhuus frá eini
serligari uppgávu. Hon var at
fara út í Hest at troysta tey
eftirsitandi eftir vanlukkuna
í 1919.
Margretha greiðir m.a. frá
gubba sínum Óða Niels.
Foreldrini hjá Margrethu vóru
framúr vertskapsfólk
Kirkjan og prestagarðurin á Nesi
Margretha letur væl at próstahjúnum á Nesi Sofíu og Fríðrik Petersen
Gamla kirkjan á Nesi var frá 1843