Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað eru tey, sum halda, at tað hevur drigið heldur langt út hjá teimum, sum keyptu tey seks ísfiskaskipini og fýra fiskavirkini úr trotabúnum eftir Faroe Seafood, at fáa hesi gøgn ini uppaftur at koyra. Tað tók ikki langa tíð, til tey seks skipini loystu, og tað tók heldur ikki so langa tíð, til fiskavirkið í Runavík læt uppaftur. Teir, sum keyptu hesi skip og virkir, søgdu, at málið var at loysa skipini aftur sum skjótast – og helst beinan­ vegin, og síðan skuldu virkini í Runavík og á Toftum í fyrstu syfti eisini latast uppaftur. Jógvan Dávid Jacobsen er stjóri á fisksvirkinum í Runa­ vík og saman við Anfinni Olsen eru teir báðir stjór ar í nýggja samtakinum, meðan Poul Hansen er nevndar­ formaður. Sindur truplari Jógvan Dávid Jacobsen sig­ ur, at virkið í Runavík nú hevur verið opið í smáar tveir mánaðir, men enn kann hann ikki siga, nær dagurin kemur til Toftir – og virkið í Vest manna, sum samtakið eisini eigur, liggur so aftur longri frammi, tá ræður um møgu liga upplating, um so verður. Hann vísir á, at tað hevur verið nøkulunda við ráfski í Runavík, har virkið serliga hevur keypt fiskin hjá teim­ um seks trolarunum, sum felagið eigur. – Tað hevur víst seg, at upsafiskiskapurin er mink­ aður, og at meiri hevur verið at fingið av toski. Í Runavík arbeiða vit bara upsa og tí eru nøgdirnar av toski, sum skipini hava fingið, farin á upp boðsølu. Hann leggur aftrat, at ar­ beiði á fisksvirkinum í Runa­ vík hevur verið rímiliga støð­ ugt, men í seinastuni hava verið dagar, har gólvini hava verið turr. Toftir bíðar enn Tey, sum arbeiddu á salt­ fiska virkinum á Toftum, hava leingi vónað, at tey fóru at fáa arbeiðsboð, men enn er virk ið ikki latið uppaftur. Jógvan Dávid Jacobsen sigur, at virkið á Toftum helst skal hava onkrar ábøt­ ur, men leggur aftrat, at trupul leikin er ikki, at tað eru heilsufrøðilig krøv sum gera, at virkið framvegis ikki er komið upp at koyra. – Virkið á Toftum var jú opið, heilt til Faroe Seafood endaði í Skiftirættinum, so virkið kann í prinsippinum latast uppaftur í dag um tað skal vera. Hann sigur, at tað kortini eru nøkur ting, sum helst skulu gerast við virkið, og eitt nú eru nøkur gólv ikki í so góðum standi. – Eitt annað, sum vit sjálv andi eisini hugsa um, er, hvussu verður við rá fiska­ grundarlagnum, nú líkt er til, at ein partur av ísfiska­ flot anum helst fer at fiska makrel í summar og í heyst. Jógvan Dávid heldur, at teir soleiðis gera rættast við at bíða eitt sindur, so síggj­ ast kann, hvussu støðan við ráfiskagrundarlagnum verð­ ur, sum tíðin gongur. – Vit hava í løtuni ikki orku til at fáa alt upp aftur at koyra, ásannar stjórin. Saltfiskur øðrvísi Stjórin í samtakinum, sum eigur tey seks skipini og fýra virkini, vísir eisini á, at tað er øðrvísi at lata eitt salt­ fiska virkið uppaftur enn eitt vanligt fiskavirki. – Eitt saltfiskavirkið krev­ ur lutfalslig størri kapital til at starta upp, tí tað tekur longri tíð, til inntøkurnar síggj ast, tá fiskurin fyrst skal ar beiðast og liggja í salti, til hann síðan kann útflytast, sigur stjórin, Jógvan David Jacobsen, sum í løtuni ikki dugir at siga, nær fólk, sum ar beiddu á saltfiskavirkinum á Toftum, kunnu vænta ar­ beiðs boð aftur. vilmund@sosialurin.fo Ikki greitt nær virkið á Toftum letur upp Fiskur – Í prinsippinum kundi fiskavirkið á Toftum latið uppaftur í dag, um tað skuldi verið, tí virkið var jú opið heilt fram til, at Faroe Seafood endaði í Skiftirættinum. Men tað er tyngri at starta eitt saltfiskavirki uppaftur enn eitt vanligt flakavirkið – og so vita vit heldur ikki, um fleiri ísfiskaskip kanska fara at fiska makrel í summar og í heyst, sigur Jógvan Dávid Jacobsen, stjóri BÍÐisTØÐA Stjórin á fiskavirkinum í Runavík, Jógvan David Jacobsen, dugir í løtuni ikki at siga, nær fólk, sum arbeiddu í saltfiski á Toftum, kunnu vænta at fáa arbeiðsboð aftur FrAMLEiÐsLA – Eitt saltfiskavirkið krevur lutfalslig størri kapital til at starta upp, tí tað tekur longri tíð, til inntøkurnar síggjast, tá fiskurin fyrst skal arbeiðast og liggja í salti, til hann síðan kann útflytast, sigur Jógvan David Jacobsen Vit hava í løtuni ikki orku til at fáa alt upp aftur at koyra JÓGVAN DAVID JACOBSEN