Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 12 Sosialurin Kjak Nýggja reyða gongan Nýggj sosialistisk um for ­ deil ingsskipan ávegis, sum landsstýrið og stuð uls flokk­ arnir fara at kjøl seta. Um dagarnar skiltust polit isku vøtnini. Av gjalds­ flokk ar nir standa saman um at skatta høv uðs vinnuna enn meira og samstundis fara frá gjørd um avtalum. Í ár varð lagdur nýggjur 2,5% tilfeingisskattur á høv­ uðs­ og alivinnuna um framt, at øll inntøkutrygdin bleiv flutt úr landskassanum til mann ingar og reiðarar at gjalda. Samanlagt einar 50 mio kr í meirinntøku til landskassan fyri 2011, sum vinnan rindar. Fyri at fáa vinnuna at góð­ taka fyribils til feing is skattin, varð semja gjørd við partarnar í fjør um, at í ár skuldi endalig til feingisskattaskipan gerast, sum skuldi koma ístaðin fyri eykaskattin. Nýggja fram tíð­ ar skipanin skuldi fáa virknað frá 2012. Henda ætlaða um legg ing var søgulig, og var hon fyrsta stigið at gera høv uðs vinnuna leysa av øll um almennum stuðli, har vinnan framyvir skuldi virka undir nýggjum sta bilum lógarkarmum, har hon kundi arbeiða utt an polit­ iska íblandan. Skip an, sum vit t.d. kenna í ali vinnuni. Lyftisbrot Men hesum lyfti er man so lopin frá við eittans endamáli. T.e. skjótast at fáa meira pen­ ing til hækkandi almenna rakstrarkostnaðin. Hetta tryggja sosialistisku og eisini so kallaði nýggi "liberali" flokk­ ur in á tingi. At skatta seg til vælferð­ ina verður sum at gera und ir seg. Tað fløvar eina løtu, men sum frálíður verður bæði kaldari og man rami rókurin eisini fara at ríva í (politisku) næsunum. Hetta er júst sami poli tikk­ urin, sum var hild in verða gott latín í Dan mark sjeytiárunum undir reyðu stjórnini hjá Ank­ er Jørgensen, tá al menna hús­ arhaldið í stór um vantaði pen­ ing til væl ferðar tæn ast urnar. Tá vóru m.a. hyggju ráð ini, at øll skuldu rinda skatt fyri ar beiði, sum tey gjørdu sjálvi. Ella sagt øðr vísi, tað borgarar spardu í løn til onnur, skuldu teir sjálvir verða skattaðir av. Ja, sjálvt har húsmóðurin bak aði síni egnu breyð, skuldi í prinsippinum verða skatt­ skyld ugt. Hetta var solidari­ tetur (les sosial isma), varð sagt. Neyð ugt var at skatta seg til væl ferð ina. Rættartrygdin Nú reyða gongan ad hoc um eitt vikuskifti gjørdist samd um at skatta fyri at reka tað al menna, ella sagt øðrvísi ­ at um fordeila við, kundi annars verið hóskandi at spurt um rættartrygdina í hesi atgerð. Tí eru øll javn sett fyri lógini? Sambært tí, sum komið er undan kavi, so sleppa summi undan at rinda til­ feingisskatt vísandi til søgu lig rættindi, onnur skulu gjalda sjálvt um tey ófor skylt hava mist veiðu rættindi í EU­ og norskum sjógvi og uppaftur onnur kunnu sleppa fram­ at, rinda tey polit iskt ásett krónugjald pr. kg. Og fyri at gera forvirringin full komn an, so verða eisini nøk ur túsund tons boðin út alment, har bæði menn og strá menn munnu fara at liggja fram við? Og at enda kunnu vit vit spyrja, hví eru tað bara 2 lond, sum halda at ætlaða skipanin er brúkilig? Í Est landi, har allur flotin fór á heysin, tá skipanin fór at virka, og í Russ landi, har meginparturin av flot an­ um er endaður á kines isk um hondum aftaná, at teirra til­ feingis skipan fekk virknað. Íslendingar sóu vandan og ásettu eitt symbolskt til­ feingisgjald, sum ikki darvaði flotan. Teir valdu ætlaðu leið­ ina hjá ABC­samgonguni sum var. Skipan, sum gav stabilar karmar og sum ikki gjørdist partur av sosialistiskum um­ for deilingspolitikki, sum lands stýrið við teirra stuðlum nú ætla at kjølseta. Edmund Joensen løgtings og fólkatingsmaður Nú er brúk fyri blokkpolitikki Hetta er, tá politiskir flokkar finna saman um eina polit­ iska ætlan, og síðani fara til løgtingsval sum ein samlaður politiskur blokkur. Blokkpolitikkur er nevnd­ ur sum ein møguleiki í Før­ oyum. Í øðrum londum er hetta ein grundleggjandi ar beiðs­ máti í politisku skipanini. Vit kenna hann eitt nú av Christiansborg, og har virkar skipanin sum heild væl. Í ára­ vís hevur verið talað um tann bláa og tann reyða blokkin, ið politiskt standa yvir av hvørjum øðrum við hvør sín ari yvirskipaðu politisku ætlan. Her heima brúka vit tó ikki blokkpolitikk enn. Í Før oy um fer hvør flokkur í sínum lag til val uppá sína egnu ætlan ella valskrá. Og við sínum egnu vallyftum. Sjúrður Skaale, ting mað­ ur, setti herfyri gongd í orða­ skiftið um blokkpolitikk. Posi tivt við slíkum upp legg­ um til orðaskifti. Høvuðs sjónarmiðið hjá ting mann in um var í inni­ haldi, at føroyski veljarin veit ikki, hvønn politikk hann fær eftir eitt løgtingsval. Tí ikki fyrr enn eftir valið verður politiski blokkurin – ein samgonga – skipaður. Sam­ gonguni nýtist ikki at taka atlit til tað, ið hin einstaki flokk urin er farin til val uppá. Flestu munnu vera samd um, at hetta er órímiligt yvir fyri veljarunum. Øvugti tankin má væl saktans vera, at við blokk poli­ tikki veit veljarin rættiliga neyvt, hvønn politikk hann kann vænta sær eftir eitt løgtingsval. Politisk náði frá Tjóðveldi Tankin um blokkpolitikk er áhugaverdur ­ ikki minst í teirri politisku støðu, sum Føroyar eru í júst nú. Fólkaflokkurin hevði hvørki rygg ella nervar til at stýra landinum í einari trupl ari tíð. Hann rýmdi úr Tinganesi og klamsaði við hurðini. Vildi hava nýval. Legði upp til eitt taktiskt show. Tíbetur gjøridt tað ikki veruleikin. Minnilutastýri er sett í verk, og tað verður í løtuni grundað á vælvild – onkur hevði kanska sagt náði – frá Tjóðveldi. Hetta tykist heldur veikt og óstabilt. Vit hava aftur og aft ur hoyrt útmeldingar frá for­ mann in um og tingmonnum í Tjóðveldi um, at flokk urin stuðlar ikki minni luta stjórn­ ini longur enn, at ein skipan fyri makrelinum er gjørd. Tingformaðurin úr Tjóð­ veldi er eisini farin at spæla við vøddunum. Tørvur á blokkpolitikki Samgongan við Sam bands­ flokkin og Javnaðarflokkin, sum vísir seg at hava rímiligt stev, leypur stein av steini. Øll vita, at tá er vandi fyri at detta í ánna. Ongin hondføst avtala er við Tjóðveldi ella aðrar flokkar. Frítt slag er á øllum frontum. Ongin hevur bundið seg at verja samgonguna ímóti at fáa ein meiriluta í Løgtinginum ímóti sær. Hetta er heldur óstabilt og fer ikki at halda í longdini. At liva upp á lánta tíð frá Tjóðveldi er alt annað enn ynskiligt. Ongin veit, nær tann flokkurin hálar stikkið úr politisku kontaktini. Her er tað, at blokk poli­ tikkur kemur inn í myndina. Sambandsflokkurin og Javn aðarflokkurin sam­ starva rímiliga væl, og flokk­ arnir kunnu helst semjast um at taka mest týðandi tøkini fyri Føroya land. Her tykist vera grundarlag fyri einum politiskum makkaraskapi frameftir. Flokkarnir kunnu byggja støðið undir einum politiskum blokki. Hesir báðir flokkar duga at smíða politiska blokk in saman og at bjóða øðr um flokkum samstarv – í sam­ gongu ella sum sam starvs­ flokkar hjá einum blokki. Kanska eru flokkar sum Miðflokkurin, Sjálvstýris­ flokk urin, og Framsókn mest upplagdir at samstarva við. Hetta veldst alt um sam­ ráðingar og politiskt hegni. Og um hvørjar interessur og politisk ynski, flokkarnir hvør sær hava. Smíða blokk beinanvegin Hetta er ein spennandi møgu­ leiki fyri at røkka úrslitum og við góðum útlitum fyri at menna politiska umhvørvið. Mær tykir, at hesin polit­ iski blokkur eigur at verða savnaður og smíðaður longu nú. Nakað av tíð er eftir til komandi løgtingsval, og tíðina kunnu hesir flokkar brúka til at fremja nøkur reform mál og til at leggja politiska grundarlagið – ar­ beiðs ætlanina – undir blokk­ inum. Arbeiða fyri búskapar- og fólkavøkstri Í Fólkatinginum forhandla tey í løtuni um eina sonevnda 2020­ætlan. Tvørtur um floks politisk mørk men við bláa blokkinum hjá stjórnini á odda. Ein nýggjur politiskur blokkur í Føroyum kundi hósk andi tikið henda tráð upp. Lagt høvuðslinjurnar fyri politikkin komandi tvey valskeiðini ella so. Hvat kundi so stevnumiðið verið? Tann politiska ætl­ anin? Jú, tað týdningarmesta í føroyskum politikki í dag er at arbeiða fyri stabili teti og at brúka allar kreft ir og møguleikar til at skapa bú­ skaparvøkstur, fólka vøkstur og at tryggja væl ferð ina á einum ávísum støði. Bæði búskapur og fólkatal í Føroyum eru stagnerað, og tað er sera sera vandamikið. Uttan stabilan búskapar­ vøkstur og støðugan fólka­ vøkstur er vandi fyri, at Før oyar kunnu gerast ein saman renning av einum forminnissavni og ellisheimi, har ið ung, vælútbúgvin og fram fýsin fólk ikki støð ast. Har tey spennandi arbeiðs­ plássini verða burtur. Har trivnaðurin og vælferðin hvørva. Í slíkum landi er framtíðin døpur. Men vit hava framvegis møguleikan at gera tað rætta fyri land okkara. At skipa ein politiskan blokk og eitt landsstýri, sum fram um alt vil arbeiða fyri stabiliteti og virka fyri búskaparvøkstri, fólkavøkstri og vælferð. Nú er brúk fyri blokkpoli­ tikki. Heldur enn at leypa stein av steini eiga Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin beinanveg at leggja lunnar undir ein stabilan blokk av politiskum flokkum, sum í felag kunnu fara til løgtingsval við tí fyri eyga at skapa alneyðugan búskaparvøkstur, fólkavøkstur, vælferð og stabilitet Bjarni Djurholm løgtingsmaður www.djurholm.fo Sambadsflokkurin og Javn aða r flokk ur in sam­ starva rím u liga væl, og flokk ar nir kunnu helst semj ast um at taka mest týðandi tøkini