Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 Sosialurin Jákup Bech Jensen stjóri Inntriv Kredit stýring – rætta verjan móti »konkursryttarunum«! Síðstu tíðina havi eg hoyrt og lisið um fleiri, sum hava mist pening, av tí at skuldarar hjá viðkomandi eru farnir av knóranum. Tað er altíð sera harmiligt at missa pening, men tað kann tykjast beiskt at vita, at onnur gera sær dælt av hes um tapi. Sambært greinini: ”Neyð­ ugt at verja seg móti speku­ lant um”, í Dimma lætting 15. Apríl 2011, er strangari lóg­ gáva besta vápnið, at bæsa hes um sokallaðu ”kon kurs­ rytta rinum”. Eg eri avgjørt samdur, at broytingar í lóggávuni skuldu til, men eg haldi ikki, at tað, í sær sjálvum, er loysnin uppá, hvussu ein kann verja seg ímóti spekulantum. Ikki bert í Føroyum! Sambært Skráseting Føroya, er talið av strikaðum feløgum í Føroyum økt seinastu árini. Í 2010 vóru ikki færri enn 165 feløg strikað, sum er hægri enn undanfarnu árini. Tíverri eru tey mong, sum ikki hava fingið pening, sum hesi feløg skyldaðu teimum. Kanning, sum Creditre­ form hevur gjørt í Europa, vísir, at tølini fyri húsagangir er met høg í 2009 og 2010. Tað er serliga í Fraklandi, Týsklandi og síðani Skandi­ navia ­ tølini eru høg. Í mun til mongd av fyritøkum, er Dan mark á næst ovasta plássi fyri húsagangir í 2010. 207 fyri tøkur fóru húsagang fyri hvørjar 10.000 skrásettar fyri tøkur. Creditreform met­ ir, at 1,4 mil. arbeiðspláss eru burtur í Europa vegna fyritøkur, sum eru farnar av knóranum. Sum ein fylgja av mistum arbeiðsplássum, er eisini ein øking av privat persónum, sum eru farnir falit í Europa í 2010 ­ heili 5,2%. Sambært kanning, sum Intrum Justitia hevur gjørt í Europa, eru 25% av fyritøkum farnar á húsagang, av tí at ein ella fleiri av teirra skuldarum, eisini fóru av knóranum ­ uttan at gjalda sína skuld. European Payment Index, kanningini sum Intrum Justitia ger á hvørjum ári, vísir, at vandin fyri at missa pening og konstateraðum taptum peningi, er hægri enn nakrantíð í 2009 og 2010. Hví er karantena ikki svarið? Eg skilji væl tey, sum hava mist pening, og at tey vilja steðga persónum, sum hava staðið aftan fyri feløg, sum ikki hava goldið sína skuld. Eitt bann fyri at virka vil tó aldri hjálpa fyritøkum og ein stak lingum at fáa teirra pen ing. Um ein persónur fær bann fyri at byrja nýtt felag, so kann viðkomandi altíð gera tað gjøgnum strámenn, so sum familju ella vinir. Tá ið so henda karantenan er av, kann við komandi aftur dríva virk semið sum áður og harvið fáa nýggjar veitarar í somu støðu. Broyting í lóggávu Í Íslandi hevur spurningurin um karantenu eisini verið við gjørdur í longri tíð. Vinnu lívsfólk í Íslandi, sum eg havi tosað við, siga, at karan tena ikki er neyðug, tí tey hava aðrar møguleikar. Í Íslandi, sum í flestu øðrum londum í Europa, hava tey ein sonevndan ”svartalista”, har vánaligir gjaldarar verða skrásettir. Eisini brúka tey ”kenni­ tala”, sum svarar til P­ og V­talið. Hetta verður brúkt at skráseta keypara, so tað ikki er ivi um, hvør er keypari og seljari. Hesar møguleikar hava vit ikki í Føroyum. Sambært persónsupp lýs­ ingarlógini kunnu almennir myndugleikar brúka p­talið, sum skránummar, so eingin ivi vera um, at talan er um rætta persónin. Fyritøkur eru undir sera strongum reglurnar fyri at kunna nýta p­talið, og tí verður p­talið, so gott sum, slett ikki brúkt. Persónsupplýsingarlógin loyvir heldur ikki at skráseta vánaligar gjaldarar. Av tí at slíkir upplýsningar eru at rokna sum viðkvæmir upp­ lýs ingar, eru reglunar enn strang ari á hesum økinum. Broytingar á hesum báð­ um økjum, so tað kundi verði møguligt at brúka p­talið og at skráseta vánaligar skuld­ arar, høvdu avgjørt ført til, at færri mistu pening. Hesar broytingar høvdu havt nógv størri ávirkan, heldur enn at áseta karantenu. Men, hóast tað, so er henda heldur ikki hjálp í sjálvum sær. Kredit stýring er svarið! Tað eru tríggir høvuðs fak ­ tor ar, sum ávirka pen inga­ streymin hjá fyritøkum og gjalds mynstrið hjá skuld ar­ um í einum samfelagi. Tveir faktorar eru eksternir, og tí hava fyritøkur, sum so, ikki stóra ávirkan á hesar fak tor­ ar. Teir eksternu faktorarnir eru: • Lóggáva • Konjukturur Tað tekur ofta langa tíð at broyta hesar faktorar. Tann síðsti faktorurin er in­ ternur: • Kredit stýring Hesin faktorur er tann einasti, fyritøkur heilt kunnu ávirka og brúka, sum eitt amboð, at stýra útistandandi peningi. Tíverri eru tað alt ov nógv ar fyritøkur, sum als ikki hava tikið kredit stýring í álvara og hava tí mist nógvan pening. Hvat er kredit stýring? Kredit stýring verður ofta definerað sum prosessin at innheinta pening, stýring av skuldarum og útistandandi peningi. Málið við einari virknari kredit stýring er nógv meir enn bara at áseta kreditmørk hjá kundum. Tað snýr seg eis­ ini um at uppbyggja kunda­ trúskap og hjálpa til at velja nýggjar marknaðir og kund­ ar. Kredit stýring snýr seg eisini um ikki at spilla tíð, orku og pening uppá at selja til kundar, sum ikki áttu at verði á listanum yvir møgulig viðskiftafólk. Tað er umráðandi at vera tilvitaði um endamálið við sølu, marknaðarføring, fak­ turer ing og gjaldstreytum, fyri at tryggja sær, at hesi øki sam svara hvørt við annað. Um marknaðar­ og sølufólk hava ein greiðan málsetning, við fokus á kredit stýring at arbeiða út frá, verður teirra uppgáva ikki bert at selja mest møguligt, men eisini at hugsa um ávísur kundi heldur gjaldsfreistir og um hann er førur fyri at gjalda. Váða kundar kunnu eisini verða við at skapa vinning, tó við øðrvísi gjaldstreytum. Ítøkulig átøk, sum betra um peninga streymin Tað er møguligt at umganga tap í einum samfelagi, har konjukturur og lóggáva ikki eru jalig mótvegis fyritøkum, um bert kredit stýring er í hásæti. Hinvegin, er tað ikki møguligt at umgangast tap, har kredit stýring ikki verður raðfest, sjálvt um lóggáva og konjukturur annars eru jalig. Tí, vil eg heita á fyritøkur, stovnar og onnur, sum hava pening útistandandi, at taka við hesum ráðum: • Kredit stýring • Samstarv millum allar deild ir í virkinum • Samstarva við røttu kund­ arnar • Fáa røttu upplýsningarnar um keypara • Regluliga kredit meting av kundum • Skrivligar avtalur um bæði levering, gjald og kostnað av seinari gjalding • Gjaldsfreist 7­14 dagar • Send áminning beint eftir gjaldkomudag, um skuldin ikki er goldin • Send max tvær áminn ing­ ar • Send ógoldin krøv til ser­ køna innheintingar fyri­ tøku Einki er at gera við fólk sum ikki vil hjálpast Eg bleiv ikki sørt bilsin, tá ið eg læs greinina hjá Bjarna Skála, og kann eg forvissa um, at hetta er alt annað enn sannleikin, sum Bjarni her sigur, og haldi eg tað verða rúk ­ andi órættvíst ímóti Herbergi Frels unar­ hersins og teimum fólk­ um, sum har starvast og búleikast. At ein herkisjúkur hústyranur verður sett­ ur upp á pláss og ikki sleppur at manipulera sín vilja ígjøgnum alla tíðina er væl í fínasta ordan. Eingin ivi eigur at verða um tað. Tí slepp ­ ur tann eini at liva og látast sum hann vil, ja so eru seks til átta fleiri, sum gera tað sama, og so hevur man kaos. Hinvegin so bleiv eis­ ini skapt ein ósemja fyri og onnur eftir, bert fyri at sleppa at bresta dyrn­ ar aftur og harvið sleppa heim at drekka víðari og á henda hátt sleppa sær undan ábyrgd. Bjarni Skála sigur, at hann í dag er ein mað­ ur, sum stjóri Frels­ unarhersins skal hava koyrt niður í øskuna. Nei, so er ikki. Í hasum øsku dung­ anum, sum harra Skála sipar til, hava ligið og liggja nú nógvir mans, og er hetta eitt val, hvør einstakur ger, tíverri. Herberg Frelsunar­ hersins royndi at hjálpa, væl stuðlað av familju og øðrum, men um ein sjálvur ikki vil hjálpast, ja tíverri, so er einki at gera. Við ynski um góðan betring. Hans J. M. Garðalíð Strangari lóggáva kann, í ávísan mun, betra um korini hjá fyritøkum, ið missa pening vegna skuldarar, sum fara av knóranum. Kredit stýring er tó tann rætta verjan! Eg eri avgjørt samdur í, at broytingar í lóggávuni skuldu til, men eg haldi ikki, at tað í sær sjálvum er loysnin uppá, hvussu ein ann verja seg ímóti spekulantum