Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 16 Sosialurin Uni Holm Johannesen – Um KÍ skal seta sær hægri mál, noyðist felagið at miða eftir Evropa. Tað er ein ov stórur gloypibiti fyri ein uppflytara. Eingin hevur sum mál setning at enda nummar seks. Sum uppflytarar skulu klaks vík­ ingar fremst av øllum hugsa um at halda fram í deildini. Tað heldur Sigfríður Clement­ sen, fótbóltsviðmerkjari. KÍ hevur skavað sær nógv stig sam an fyrstu dystirnar. 10 stig í fýra lands kapp­ ingardystum. Hag tøl ini siga, at eitt lið skal hava um 24 stig fyri at sleppa undan niður flyting. Klaksvíkingar skulu sostatt hava 14 stig í næstu 23 lands kappingardystunum fyri at røkka sínum máli. Sigfríður Clementsen er sann­ førdur um, at KÍ spælir eisini í bestu deildini í 2012. – Fáa klaksvíkingar hinvegin nógv stig fyrru kappingarhálvu, og niður flyting er ikki ein møguleiki, skal felagið sjálvsagt seta sær hægri mál, sigur hann. Kann venda skjótt Fleiri ungir klaksvíkingar manna liðið hjá KÍ í ár. Aleksandar Djor­ djevic, venjari, valdi at knýta Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør og Kristoffur Jakobsen at hópinum í vet ur. Tilgongdin fer ikki at ávirka menn ingina av ungu spælarunum. Djordjevic og hinir skulu hinvegin ikki gloyma, at tað sum vendi upp, kann brádliga venda niður. – Tað eru fleiri dømi um, at ungir spælarar hava stór sveiggj í sínum avrikum. Tað skal ikki koma óvart á nakran í Klaksvík, um tað fer at hilnast illa í nakrar vikur brádliga. Tapir liðið tríggjar dystir upp í slag, er støðan ein heilt onnur. Tískil skal KÍ ikki miða hægri enn at varðveita sætið í deildini, hóast flottu byrjanina, heldur Sigfríður Clementsen. uni@sosialurin.fo Fyrst skeyt Lukasz á stongina úr stuttari fjarstøðu, og beint áðrenn Rúni Gaardbo bríkslaði fyri seinastu ferð, kom Símun Joensen at standa blankafríur frammanfyri einum tómum máli, men toppskjúttin á liðnum, sum annars hevur skorað í øllum dystunum higartil, brendi upp á tað skammiligasta. www.b36.fo Byrjanin uppá kappingina kundi tí verið betur, og mangt bendir á, at FCH ikki fer at koma nemt til sínar sigrar, sum støðan er í løtuni. Ikki tí, fightara-viljanum bilar einki, men tað er trupult at vinna á yngri liðum, har leikararnir renna nakrar kilometrar fleiri í einum dysti. Tað hevði verið gott við fleiri rennisterkum leikarum á liðnum, tí tað er avmarkað hvat rutina kann kompencera fyri. www.fchoyvik.fo So eydnaðist bæði neistamonnum og neistakvinnum at vinna FM- heitið í 80 ára føðingardagsárinum. Hetta droymdu vit um, og nú gjørdist dreymurin veruleiki. www.neistin.fo B71-leikararnir sóu ógvusliga uppgevandi út. Hetta gongur ikki tá man spælir við B71! Skal man spæla við B71, verður man noyddur at ofta seg 100 prosent. Um allir leikararnir ikki gera alt hvat teir kunnu fyri at hjálpa hvørjum øðrum, so ber tað slett ikki til. Seinsta vikuskifti arbeiddu allir 11 sum eitt lið og tað eydnaðist sera væl til tíðir. Høvdu vit spælt upp á sama máta í dag, so hevði støðan heilt sikkurt verið ein onnur! www.b71-sandoy.com KÍ kann vera nøgt við úrslitið, vit hava meira at brúka eitt stig til enn 07Vestur. Frammanfyri hevur KÍ tveir sera áhugaverdar heimadystir, og kann halda høvur høgt, tí enn eru teir ósigraðir í landskappingini eftir fýra dystir. Tillukku KÍ. www.nordlysid.fo KÍ skal ikki miða hægri Fótbóltur KÍ hevur lagt bragdliga fyri í hesum kappingarárinum. Uppflytararnir úr Klaksvík hava fingið 10 stig í fýra landskappingardystum. Málið hjá felagnum er framvegis at varðveita sætið í deildini. – KÍ skal ikki miða hægri, heldur Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari Viðmerkjarin Sigfríður Clementsen Uppflytararnir úr Klaksvík hava fingið eina góða byrjan uppá landskappingina, og Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari, er sann førdur um, at KÍ spælir eisini í bestu deildini í 2012 Mynd: Álvur Haraldsen Eyðun mátti gevast Eyðun Samuelsen, sum dømdi triðja finaludystin frá byrjan saman við Andreasi F. Hansen, noyddist brádliga at geva skarvin yvir, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Hann varð skaddur. – Tað kendist sum, at onkur sparkaði meg. Eg snaraði mær á, men har var eingin, sigur hann um hendingina. Andreas F. Hansen var einsamallur dómari seinastu 10 minuttirnar í fyrra hálvleiki. Reglurnar siga, at um dómari ikki kann halda fram at døma, skal hin dómarin halda fram sum einsamallur dómari. Karstin Joensen, formaður í dómarafelagnum, sat millum áskoðararnar og hjálpti Andreasi F. Hansen eftir steðgin. – Andreas hevur rós uppiborið. Hann dømdi væl einsamallur, sigur Eyðun Samuelsen. uni@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen