Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tað verður ikki framhaldandi moti­ verandi at skúgva alla mótstøðu til viks í føroysku kappingini. Neistin hevur vunnið lætt og einfalt á hinum seinastu mánaðirnar. Nú vil felagið fegið vinna seg víðari í Evropa. Tað sigur Ingi Olsen, sum hevur verið venjari hjá Neistanum í hesum kappingarárinum. Hann heldur ikki fram sum venjari næsta kapp ingarár. – Felagið setir sær sjálvsagt mál, og sum greipuvinnari annað árið upp í slag, skalt tú seta tær hægri mál. Umframt at vinna greipuna, skal felagið nú royna at vinna seg víðari í altjóða kapping, sigur Ingi Olsen. Øðrvísi avbjóðingar Neistin legði nógv fyri beinanvegin og dróg frá hinum liðunum á stigatalvuni. Tað var eingin, sum stóð teimum kurl. Klassamunur. Neistin var bara best. Tað staðfestu teir væl og virðiliga í báðum finalu­ dystunum um føroya meistara heit­ ið. Neistin vann 35­24 og 30­25. Ingi Olsen, sum hevur havt evstu ábyrgdina av liðnum seinastu trý kappingarárinum, hevði øðrvísi avbjóðingar sum venjari. Seinastu vikurnar ráddi fremst av øllum um at fyrireika spælararnar til finaludystirnar. Greipuvinnararnir vunnu sær rættin at spæla final ur­ nar um føroyameistaraheitið gott og væl tveir mánaðir fyri, at dyst­ irnir skuldu avgreiðast. Ingi Olsen hevur eisini lagt dent á at menna ungu spælararnar og spæliháttin. Tað ásannaði Sjúrður Thomassen, tá Neistin hevði vunn­ ið 42­33 í Hoyvíkarhøllini tann 22. november í fjør. – Vit eru ikki bara nøgdir, um vit vinna. Vit vilja altíð vera sannførandi í verjupartinum, og vit royna eisini nýggj mynstur í verju­ partinum og álopsspælinum. Tað ræður ikki bara um at vinna, men eisini, hvussu vit vinna, segði hann við Sosialin. Ingi Olsen er nøgdur við menn­ ingin av ungu spælarunum. – Vit hava havt fleiri ungar spæl­ arar í hópinum, sum hava ment seg nógv í hesum kappingarárinum. Tað frøist eg um. Nú ræður um at arbeiða víðari við hesi verkætlanini, sigur Ingi Olsen, sum hevur takkað fyri seg á hesum sinni. Heini heldur fram Tað er framvegis ikki greitt, hvør manningin verður, sum skal umboða Neistan næsta kappingarári. Sam­ bært heimasíðuni hjá Neistanum verður meira at frætta eftir páskir. Gitingar hava verið, at Heini Hanusarson fer í annað felag, men tað verður av ongum. Hann spælir eisini fyri bláu meistararnar næsta kappingarár. Ingi Olsen verður neyvan venjari, og David Edvardsen hevur boða frá, at hann væntandi fer aftur til Danmarkar. uni@sosialurin.fo Málið er nú Evropa Hondbóltur Besta mansliðið hjá Neistanum er greipuvinnari annað árið upp í slag. Felagið miðar nú hægri enn føroysku kappingina. Málið er sjálvsagt at endurtaka bragdið, men eisini at sleppa víðari í altjóða kapping Myndir: Álvur Haraldsen