Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen ÍF átti munandi størri fingramerki á seinna hálvleik. B36-álopið koyrdi ikki líka væl, sum fyri steðgin. ÍF lá framvið, og hevði Chris okkurt dundurskotið ímóti B36-málinum. Tá 72 minuttir vóru farnir kom loksins eitt mál. Lukasz Cieslewicz fangaði eina sending, sum var á veg út til innkast við skjótleika sínum. Lukasz fór við rúkandi ferð gjøgnum ÍF-verjuni vinstrumegin. Gevur eina sending til Heina í Skorini, sum beinir bóltin víðari til Klæmint Matras, sum skamt uttanfyri brotsteigin hjá ÍF skorar til høgru fyri Jákup Mikkelsen við einum sera væl plasseraðum skoti. ÍF vísti sera góðan moral við at kvitta løtuna aftaná. ÍF vann eitt hornaspark í vinstru síðu. Horna- sparkið var sent væl inn í B36- brots teigin, har Høgni Zachariassen sera hegnisliga við høvdinum stýrdi bóltin framvið Meinhardt Joensen í B36-málinum til javnleik 1-1. Veruligt lív í Nú kom lív í dystin. B36 spenti álops bogan fyri at vinna sær leiðsl- una aftur. Hetta gav ÌF møgu leik an at fara í mótálop, og teir hóttu veru- liga B36-málið. Serliga við horna- sparksstøður, har Bartal Eliasen við sínum avsetti lá framvið. Tað var tó B36 sum fekk teir størstu málmøguleikarnar ímóti dystar enda. Lukasz Cieslewicz brendi í eitt skot í stongina, og stutt aftaná kom Símun Joensen at standa blankafríur frammanfyri einum opnum ÍF-máli, men av gátu- kendum orsøkum megnaði hann at misnýtta risamøguleikan. Jákup betri nøgdur ÌF-málverjin, Jákup Mikkelsen var heldur frægari nøgdur við javn- leikin, enn B36-málverjin, Mein- hardt Joensen. – Vit eru vónbrotnir, og eiga at vinna dystin. Vit stórt sæð geva teimum eitt hornaspark, og vit eru ógvuliga vónbrotnir av at lata eitt mál inn uppá ein deyðbólt. Vit eiga at verða sterkari enn tey flestu liðini í Føroyum, eftir mínum tykki, segði Meinhardt Joensen aftaná dystin. – Vit spældu ein góðan dyst í dag. Ì fyrra hálvleiki gekk tað sum vit høvdu ætlað, og eg kenni, at vit høvdu rímuligt tamarhald á teimum, sjálvt um vit kanska ikki komu til líka nógvar opnar mál- møguleikar, sum teir, segði Jákup Mikkelsen, aftaná dystin. heris@sosialurin.fo Pyromanar í Gundadali Fótbóltur Søgan um dystin millum ÍF og B36, er ikki bara um liðini sum býttu stigini, men sum eisini brendu opnar málmøguleikar, har serliga B36 brendi illa Uni Holm Johannesen – Tað eru spælararnir, sum gera av, um teir ætla sær á landsliðið. Teir skulu prógva sítt virði á vøllinum, staðfestir Bill M. Jacobsen alt fyri eitt. Jóan Símun Edmundson, Erling Jacobsen og Karl Løkin hava framvegis aldur at spæla við U21-landsliðnum. Teir vóru millum teirra, sum Brian Kerr sendi boð eftir í fjør. Bill M. Jacobsen ger greitt, at tað er sannlíkt at Róaldur Jacobsen fær landsliðsboð eisini. - Hann er ein profilur á liðnum hjá B36, og hevur verið millum bestu spælararnar í føroysku kappingini. Hann er í øllum førum eitt gott boð, sigur hann, tá hann verður spurdur, hvørjir hava møguleika at røkka landsliðshópinum hjá Brian Kerr. Rákið hevur verið greitt seinastu árini. Fleiri av teimum, sum hava umboðað føroyska U21-landsliðið hava fingið landsliðsboð frá Jógvan Martini Olsen og Brian Kerr, sum hava havt evstu ábyrgdina av A-landsliðnum. Einar T. Hansen, Gunnar Nielsen, Bogi Løkin, Arnbjørn Hansen, Jónas Tór Næs, Jóan Símun Edmundsson eru millum fleiri teirra. B36 1 ÍF 1 Róaldur kann fáa landsliðsboð Fótbóltur Bill M. Jacobsen, annar av U21-landsvenjaranum, dregur millum annað Róald Jacobsen, B36, fram, tá hann skal meta um, hvørjir av hansara landsliðsspælarum eru búnir at fáa landsliðsboð næsta árið Lukasz Cieslewicz leikti ein góðan dyst, og hevði móti dystarenda eitt brandskot á stongina Mynd: Álvur Haraldsen