Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Vit vóru við yvirlutan í fyrra hálv­ leiki. Teir høvdu yvirvág eftir steðgin. Tað er rættvíst, at bæði lið ini fáa eitt stig, heldur Egil á Bø, sum er liðskipari hjá EB/Streymi. Vit høvdu fleiri málmøguleikar enn EB/Streymur, men at fáa eitt stig við Margáir er avgjørt nøktandi, heldur Christian Høgni Jacobsen, sum er liðskiparið hjá NSÍ. Sundalagsmenn og runavíkingar, sum fingu heiðursmerki síðsta kappingarár, eru nøgdir við úrslitið og byrj anina upp á kappingarárið sum heild. Tað gera teir púra greitt. 10 stig í fýra landskappingar­ dystum er nøktandi, sigur Egil á Bø. Christian Høgni Jacobsen er eisini fegin. Vit hava sjey stig eftir dystirnar móti HB, Víkingi, B68 og EB/ Streymi. Tað er eingin vanlukka, stað festir hann. Eitt stig hvør Jú, samdir liðskiparar. Tað vóru teir eftir øllum at døma eisini á vøllinum, tí Egil á Bø og Christian Høgni Jacobsen fingu eitt stig hvør í landskappingardystinum mána­ dagin. EB/Streymur var á odda í tveimum førum. Arnbjørn Hansen og Levi Hanssen vóru málskjúttar hjá sundalagsmonnum, og Klæmint A. Olsen og Debes Danielsen komu á máltalvuna fyri runavíkingar. Egil á Bø heldur, at vindurin darv aði spælinum. Vit spældu væl, sum fortreyt­ ir nar vóru. Vit høvdu undanvind fyri steðgin, og tað var kanska eisini orsøkin, at vit vóru meira á bóltinum. Tað broyttis Tað var nógvur vindur, og tað tók ferðina av spælinum. Eg eri væl nøgdur við avrikið, sigur Egil á Bø. uni@sosialurin.fo EB/Streymur 2 NSÍ 2 10 stig í fýra lands kapp­ ingar dystum er nøktandi Egil á Bø, EB/StrEymUr Vit hava sjey stig eftir dystirnar móti HB, Víkingi, B68 og EB/Streymi. Tað er eingin vanlukka CHriStian Høgni JaCoBSEn, nSÍ Liðskipararnir eru nøgdir Fótbóltur Egil á Bø, liðskipari hjá EB/Streymi, og Christian Høgni Jacobsen, liðskipari hjá NSÍ, eru nøgdir við at fáa eitt stig burtur úr dystinum við Margáir Uni Holm Johannesen EB/Streymur fekk bara fimm stig fyrstu fimm lands kappingar­ dystirnar í fjør. Keðiliga byrjanin var ein av høvuðsorsøkunum til, at sundalagsmenn vóru ov stuttir at vinna føroyameistaraheitið. Tann støðan er ikki íkomin í ár. EB/Streymur hevur lagt bragd­ liga fyri. Heðin Askham, venjari, vissar hinvegin um, at hann hevur ikki gjørt nakað øðrvísi. – Tað hava ikki verið eins nógvir kavadagar í ár. Tað er umráðandi fyri okkum. Vit hava vant við bólti mest sum allar venjingardagarnar, og tað sæst aftur í framrættaða spælinum, sum vit hugsa nógv um. Um­ framt tað, hava vit ikki eins nógvar skaðar í ár, sigur Heðin Askham. Kava- dagarnir er munurin Fótbóltur Heðin Askham hevur ikki lagt fyrireikingarnar øðrvísi tilrættis. – Tað hava ikki verið eins nógvir kavadagar í ár. Tað er umráðandi fyri okkum, sigur hann Liðskipararnir á liðunum hjá EB/Streymi og NSÍ eru á einum máli um, at javnleikur var eitt rættvíst úrslit mánadagin Mynd: Birita Hansen, www.nsi.fo