mikudagur 27. apríl 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Dysturin
skuldi ikki
verið spældur
Fótbóltur – Tað var ikki gott
fótbóltsveður á Svangaskarði, og tað
er keðiligt, at dysturin varð spældur,
sigur Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68.
Toftamenn hava fingið fyrsta stigið
Uni Holm Johannesen
Vindurin hevur darvað lands
kappingardystunum á Svanga
skarði í hesum kappingarár
inum. Tá fuglfirðingar vunnu
á Toftum í fyrsta umfarinum,
vóru tað fleiri sum søgdu, at
tað var ikki rætt at fara undir
dystin.
Bill M. Jacobsen, venjari hjá
B68, hevur somu støðu hesa
ferð. Vindurin darvaði fótbólts
spælinum, tá hvørki B68 ella
HB fekk mál á Svangaskarði.
– Tað var ikki gott fót
bólts veður á Svangaskarði,
og tað er keðiligt, at dysturin
varð spældur. Ikki tí. Úrslitið
hevði helst verið tað sama, um
eingin vindur var, heldur Bill
M. Jacobsen.
Stigið fløvar
B68 fekk sítt fyrsta stig til
høldar mánadagin. Toftamenn,
sum ætlar sær at stríðast um
plássini, sum geva atgongd
til altjóða kappingar, høvdu
einki stig eftir fyrstu tríggjar
landskappingardystirnar. Tað
var ikki nøktandi. Málið er
fram vegis ikki broytt.
– Tað fløvar sjálvsagt at
fáa eitt stig, tá vit hava lagt so
mikið illa frá landi, sigur Bill M.
Jacobsen.
Hann ræddist ikki at spenna
álopsbogan
hesaferð.
Jón
Krosslá Poulsen, HB, sum stóð
seg væl, var útvístur stutt fyri
hálvleik eftir hevnisøku, men
hóast tað, eydnaðist ikki at seta
verandi
føroyameistararnar
undir
stórvegis
trýst.
HB
fór nøkur fet aftur á vøllin í
seinna hálvleiki, og tað gav
B68 minni pláss at spæla á.
Gestirnir smæddust ikki burt
ur og settu stundum Tórð
Thomsen, málverjan hjá B68,
undir trýst. Heðin Stenberg,
sum vardi málið hjá HB, vardi
meist ar liga fyri eini atsókn
hjá heimaliðnum í síðstu løtu.
Annars høvdu toftamenn ikki
stór vegis at bjóða.
Virðing fyri
sandoyingum
Um lív framvegis skal vera í
vónini at røkka málinum, at
spæla í altjóða kapping í 2012,
er neyðugt, at B68 skavar nógv
stig saman næstu dystirnar.
Fyrsta uppgávan er B71 á úti
vølli. Bill M. Jacobsen veit,
hvør treytin er, men hann
hevur stóra virðing fyri sand
oyingum.
– Vit hava ofta trupulleikar
av B71. Vit vísa teimum sjálvsagt
stóra virðing. Hinvegin eru
treytirnar einfaldar, og vit
hava tørv á trimum stigum, ger
Bill M. Jacobsen greitt.
B68
0
HB
0
B68 fekk sítt fyrsta stig til høldar mánadagin.
Toftamenn, sum ætlar sær at stríðast um plássini, sum
geva atgongd til altjóða kappingar, høvdu einki stig
eftir fyrstu tríggjar landskappingardystirnar
Mynd: Heðin Weihe, www.hb.fo
Miðvallarin, Nenad Stankovic, er ein av nýggju monnunum í bláu troyggjuni hjá KÍ
Mynd: Álvur Haraldsen
Uni Holm Johannesen
Klaksvíkingar
hava
framvegis
bæði beinini á jørðini. Tað var
staðfest mánadagin, tá KÍ fekk eitt
stig burtur úr vitjanini í Sørvági.
Viðhaldsfólkini vóru væl nøgd
við úrslitið. Tað ræður fremst
av øllum um at varðveita sætið í
deildini. Tískil er tað nøktandi at
fáa eitt stig á útivølli móti hinum
uppflytaranum. Eitt stig rætta
vegin. Serliga, tá hugsað verður
um, at klaksvíkingar vunnu fyrstu
tríggjar landskappingardystirnar.
Undirhald
Seks mál boðar frá undirhaldandi
dysti.
KÍ
hevði
vindin,
sum
darvaði spælinum nakað, undan
fyri
steðgin.
Tað
gagnnýttu
klaksvíkingar og vóru á odda í
hálvleiki. Clayton Soares syrgdi
fyri við tveimum málum miðskeiðis
í seinna umfarinum, at 07 Vestur
stevndi móti sigrinum. Kristoffur
Jakobsen syrgdi við einum flottum
máli fyri, at úrslitið varð 33.
Tað
var
samstundis
fyrstu
ferð í hesum kappingarárinum,
at klaksvíkingar missa stig. Tað
setir hinvegin ikki dagsskránna í
Klaksvík. Tað ræður um at varðveita
sætið í deildini. Tá málið er rokkið,
ber til at miða hægri.
Tað er hugburðurin í Klaksvík.
uni@sosialurin.fo
14 stig resta í
Fótbóltur Málið er at sleppa undan niðurflyting, og
hagtølini siga, at tað krevst um 24 stig at varðveita sætið í
deildini. KÍ hevur 10 stig eftir fýra landskappingardystir
07 Vestur
3
KÍ
3
Viðhaldsfólkini vóru
væl nøgd við úrslitið. Tað
ræður fremst av øllum um at
varðveita sætið í deildini