mikudagur 27. apríl 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Hagtølini hjá Marienlyst tala fyri
seg, tí danska meistaraheitið hesa
ferð var tað sætta í bara sjey ár.
Ígjøgnum kappingina í vetur hevur
Marienlyst verið tað frægasta liðið
og at finalan um meistaraheitið var
ímóti Middelfart lýsti eisini væl,
hvussu kappingin hevur sæð út,
tí fyrr hetta kappingarárið spældu
somu lið steypafinaluna, sum
Marien lyst eisini vann.
Tað var mikukvøldið í páska
vikuni, at meistaraheitið hjá Marien
lyst kom í kassan. Spælt verður
soleiðis, at tað av teimum báðum
finaluliðunum, ið er best í fimm
finalum, vinnur meistaraheitið.
Hetta var fjórða finalan millum
Marienlyst og Middelfart, sum tó
bara vann eina, meðan hetta var
tann triði sigurin hjá Marienlyst, ið
sostatt ikki kundi takast.
– Nú var eg fyri tveimum ár
um síðani við til at vinna bæði
meistara heitið, steypakappingina
og norðurlendska meistaraheitið
við Marienlyst, so tað var sjálvandi
nakað heilt serligt, sum gjørdi,
at eg róliga kundi gevast sum
spælari, tí eg hevði nátt so høgt,
sum eg kundi, sigur Bárður Bendix
Mikkelsen, sum nú er 34 ára gamal,
og hetta síðsta árið hevur verið
hjálparvenjari hjá Marienlyst, har
hann tó fyrst og fremst stendur
fyri talentmenningini í felagnum.
– At eg so nú eisini sum venjari
kann fáa ein part í greipuni, sum
mansliðið hjá okkum hevur vunnið
í vetur, er sjálvandi ein stór æra. Tað
er deiligt at kunna geva sítt íkast,
tí eg havi jú drúgvar royndir og
veit, hvat skal til. Hetta er sanniliga
eisini deiligt, men upp á ein annan
máta, enn tá eg var spælari.
Gott at gera mun
Undan endaliga sigrinum fyri viku
síðani, høvdu teir í Marienlyst
vunnið tvær ferðir 32, men tapt
eina ferð 13. Við til søguna hoyrir,
at teir í øllum fýra finaludystunum
vóru aftanfyri 02, men í trimum av
teimum fýra dystunum megnaðu
teir so at reisa seg og vinna.
– Hetta gjørdust nakrar heilt
undarligar finalur, tí vit spældu
ikki so væl, sum vit hava gjørt tað
fyrr í vetur. Í steypafinaluni, sum
eisini var ímóti Middelfart, vunnu
vit sannførandi, men í finalunum
um
meistaraheitið
gekk
tað
meira trekt, sigur Bárður Bendix
Mikkelsen, sum hevur sera drúgvar
royndir. Eitt nú spældi hann í síni
tíð 77 landsdystir fyri Føroyar,
umframt at hann í bestu donsku
flogbóltsdeildini hevur spælt yvir
400 dystir.
– Júst tað, at vit høvdu roynt
alt hetta fyrr, kundi geva okkum
vekt aftan fyri orðini, tá vit í
hvørjum einasta av hesum fýra
finaludystunum
skuldu
venda
gongdini. Tann eina dystin gekk
tað ikki, men í hinum trimum
riggaði tað, so vit kundu koma
afturíaftur og vinna. Tað er gott at
gera mun, sum tað er tað, tá tú fært
spælararnar at trúgva tí, tú sigur,
og at gera eftir tí.
Henda síðsta finalan gjørdist ein
spennandi fimmsettari, sum vardi
í næstan hálvantriðja tíma, so teir
yvir 400 áskoðararnir fingu fullan
valuta fyri pengarnar. Middelfart
vann tey bæði fyrstu settini 25
21 og 2624, og var enntá á veg at
vinna triðja setti, men tá eydnaðist
Marienlyst at venda og vinna 27
25. Eisini í fjórða setti sá gott út
hjá Middelfart, men so kom gongd
á hjá Marienlyst, ið aftur vann 27
25. Í fimta og avgerandi settinum
gjørdust dygdirnar hjá Marienlyst
alsamt sjónskari, og settið endaði
1510.
Sostatt var danska meistara
heitið komið til høldar, og Bárður
og teir í Marienlyst kundu erpa
sær av, at teir megnaðu at vinna
meistaraheitið á útivølli. Sum sagt,
er hetta sætta meistaraheitið hjá
Marienlyst síðstu sjey árini, meðan
Middelfart, har Bárður eisini hevur
spælt við fyrr, framvegis ikki hevur
vunnið meistaraheitið síðani 1977.
hilmarjan@sosialurin.fo
Bárður danskur meistari
Flogbóltur Sum hjálparvenjari var Bárður Bendix Mikkelsen í páskavikuni við til at leiða Marienlyst fram
til fjórða danska meistaraheitið á rað í flogbólti hjá monnum, umframt at liðið hesa ferð vann greipuna
SÆttA DM Á rAÐ
Marienlyst, sum hesa ferð kundi fegnast um greipuna, hevur nú vunnið seks donsk meistaraheiti í mansflogbólti síðstu sjey árini
Mynd: Jens Wognsen
bÁrÐur VANN DM
Bárður Bendix Mikkelsen og hinir í venjaratoyminum hjá Marienlyst fáa gullheiðursmerkini hongd um hálsin
Mynd: Jens Wognsen