Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 26 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge - Liverpool Tað kom sum eitt sjokk gjøgnum fótbóltsheimin, tá Fernando Torres skifti til Chelsea fyri áleið eina hálva milliard krónur. Men ikki fyrr enn í 14. royndini, eftir yvir 730 málleysar minuttir, eydnaðist tað Fernando Torres at fáa bóltin í málið og Roman Abramovich at smílast. Hóast málið sum so ikki hevði nakran týdning fyri útfallið av dystinum, so sást á monnum, at hetta málið hevði stóran týdning fyri Fernando Torres og restina av Chelsea leikarunum. Byrjaði móti Liverpool Fyrsti dysturin hjá Fernando Torres í bláu Chelsea troyggjuni var móti gamla felagnum, Liverpool, bara fáar dagar eftir at hann hevði skift felag. Øll eygu vóru vend móti manninum við 9-talinum á rygg- inum. Fernando Torres spældi teir fyrstu 65 minuttirnar, men gjørdi ikki stórvegis skaða móti gamla felagnum. Dysturin endaði við, at Liverpool fór við øllum og bráddliga sá skiftið ikki so smart út. Eina viku seinni er Chelsea á vitjan hjá grannunum Fulham. Aftur byrjar spaniólin inni, men mið skeiðis í seinna hálvleiki verður ein vánaligur Fernando Torres útskiftur fyri Didier Drogba. Dyst- urin endar við javnleiki og fólk byrja so smátt at seta spurnartekin við keypið. Síðan er Champions League á skránni. Ein av høvðusorsøkunum til skiftið var, at Fernando Torres vildi sleppa at spæla í Champions League. Tí kom tað ikki óvart á, at hann var millum teir ellivu, ið byrjaðu inni í Parkini í Keyp- manna havn. Úrslitið var hinvegin tað sama – onki mál. Manchester United á vitjan Tíðliga í mars mánaði kemur Manchester United á vitjan í Premier League og Chelsea skal vinna, um teir skulu varveita vónina um at vinna heimligu kappingina. Heldur ikki hendan dystin kemur nógv burtur úr hjá Fernando Torres, meðan hitt januar innkeypið, mið- verjin David Luiz, vísur seg frá síni bestu síðu og skorar. Heldur ikki á útivølli móti Blackpool ella heimavølli móti FCK ger Fernando Torres um seg. Á 27- ára føðingardegnum hjá honum, kemur Manchester City á vitjan. Men úrslitið er tað sama. Hann byrjar inn í álopnum, men verður útskiftur tjúgu minuttir fyri tíð uttan at hava skorað. Hann verður eis ini innskiftur í útidystinum móti Stoke men einki hjálpur. Champions League Í Champions League fjórðings final- uni stendur Manchester United fyri framman. Hetta er níggjunda royndin hjá Fernando Torres, men Edwin van der Sar í Manchester United málinum tekur alt sum Chelsea roynur seg við. Í tíggjundi royndini eru glottar at hóma. Á útivølli móti Wigan spælur Fernando Torres sín fyrsta góða dyst fyri Chelsea og var tað ikki fyri ein vælleikandi Al Habsi í Wigan málinum, so kundi Fernando Torres fingið ein góðan svøvn tað náttina. Tríggjar dagar er aftur gali og 9-arin spælur illa á Old Trafford og verður útskiftur í hálvleikinum. Chelsea verður útsligið av Man- chester United í Champions League fjórðingsfinaluni. Rangstaddur 16. apríl skorar Fernando Torres á fyrsta sinni fyri Chelsea, men hann er rangstaddur. Fótbóltsheimurin stuttleikar sær í støðuni og trýstið á Fernando Torres veksur í hvørjum. Heldur ikki í heimadystinum móti Birmingham liggur fyri hjá honum. Veddingarfyritøkurnar bjóða sín um kundum at spæla upp á um Fernando Torres yvirhøvur fer at skora hetta kappingarárið. Fernando Torres skorar Í 14. royndini, tann 23. apríl, eydnast tað endiliga Fernando Torres at skora fyri Chelsea. Tað oysur niður í London og vøllurin á Stamford Bridge er plaskvátur. Dysturin minn ur í løtum um landsdystin á Svangaskarið móti Luxembourg á sinni, ella tá KÍ í 1999 vann FM í Klaks vík móti ÍF. Regnið skuldi tó vísa seg at verða eydnan hjá Fernando Torres. Hann varð skiftur inn eftir 77 minuttir og sjey minuttir seinni bragdaði. Hann var leysur í brotsteiginum og tað sá út til, at hann bara skuldi trilla bóltin í málið. Men váti vøllurin argaði og bólturin steðgaði upp. Helst hava øll á Stamford Bridge hugsa tað sama; “Áh nei, ikki aftur nú.” Tað vísti seg tó, at váti vøllurin snýtti West Ham verjuna og bráddliga var Fernando Torres púra leysur. Við vinstra beini eydnaðist tað at fáa bóltin í málið, tað fyrsta hjá honum í 903 minuttir fyri lið og land. Edin Dzeko vil eisini Manchester City keypti eisini dýrt inn í vetur. Edin Dzeko varð keyp ur úr Týsklandi og skuldi styrkja álopið, men ikki fyrr enn mánakvøldið eydnaðist tað honum at fáa mál í Premier League. Hóast Edin Dzeko hevur skorað mál í øðrum kappingum fyri Manchester City, so hevur hann verið eitt vónbrot í Premier League. Spurningurin er nú um Fernando Torres verður tann, ið sleppur at flenna síðst, tí Chelsea er nú bara seks stig aftanfyri Manchester United, sum skal spæla móti bæði Arsenal og Chelsea áðrenn kapp- ingin endar. trondur@sosialurin.fo Fernando Torres fekk hol á Fótbóltur Í oysandi regni eydnaðist tað endiliga Fernando Torres at skora fyri Chelsea. Eisini Edin Dzeko skoraði í einum umfari, sum staðfesti at Chelsea er fremsti avbjóðari hjá Manchester United til at vinna Premier League Hann er einasti leikarin, ið hevur skorað í hvørjum ein- asta kappingarárið síð ani Premier League varð stovn- að. Hann hevur um framt tað, eisini onnur met og í gjár gjørdi hann tað so aftur. Tá hann í seinna hálvleiki í Champions League hálv- finaluni í gjár legði Man- chester United á odda, gjørdist hann tann elsti mál- skorarin í kappingini nakr- antíð. Við sínum 37-árum og 148 døgum, hevur hann yvir- hálað italiumannin Filippo Inzaghi. Fimm teir elstu, ið hava skorað í Champions League eru: Ryan Giggs (37-ár 148) Fillippo Inzaghi (37-ár 86) Javier Zanetti (37-ár 70) Laurent Blanc (36-ár 334) Paolo Maldini (36-ár 329) Ryan Giggs skrivar aftur søgu