Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 Sosialurin Nøvn Okkara ferð saman byrjaði fyri eini fjórðingsøld síðan. Hans Jákup av Skarði stóð í læru sum bókabindari í H.N. Jacobsens bókahandli í teirri tíðini í seksti-árunum, tá ið Bókahandilin umframt at vera bókahandil eisini hevði bæði prentsmiðju og bókabinding. Tá ið lærutíðin var av, arbeiddi hann í sínum yrki bæði í Havn, í Danmark og í Íslandi, til hann varð sett ur fyrst í hálvt starv og seinni í fulltíðarstarv sum bókabindari á Føroya lands- bókasavni í 1986. Nógv kundi verið at trivið í at nevnt um Hans Jákup av Skarði, nú lagnan vildi tað soleiðis, at hann, alt ov tíð- liga, hevur lagt árarnar inn. Fyri 1986 hevði Lands- bóka savnið ongan bók bind- ara verkstað. Bøkurnar vórðu sendar út av stovninum, og í nógv ár út av landinum, til innbindingar og til størri umvælingar. Tað, sum Hans Jákup í sínari tíð kom til á Landsbókasavninum, kundi ikki kallast ein verkstaður, men í mesta lagi ein pappírs- knívur. Hóast hetta fór hann undir uppgávuna við tí sama jaliga og dugnaliga og trú fasta hugburðinum, sum eyðkendi hann til tað sein- asta, ein hugburður sum, hóast mótgongd, veruliga kann halda lagnum uppi. Hans Jákup er farin, men eftir stendur ein verkstaður, sum fer at minna okkum øll á ein mann, sum ikki bara dugdi sítt yrki til lítar, men sum eisini hevði hugsjónir fyri tí, hann arbeiddi við, og sum har aftrat hevði stóra virð ing fyri øðrum yrkjum og menn iskjum. Allar tær framsýningar, Hans Jákup var við at gera og seta upp fyri Lands bóka- savnið, standa í dag sum eitt minni um ein stak hegnisligan mann, sum, umframt at vera ein dugnaligur handverkari, eisini var listamaðurin á øki- n um. Í orðsins sonnu merk- ing var tað hann, sum fekk tingini at hanga saman, og hansara nærlagni og áhugi gjørdu, at framsýningar og annað tilfar altíð var liðugt til ásetta tíð. Í ymiskum bóka savns- sam an hangum gjørdu vit nógvar ferðir saman, bæði innan lands og onkra eisini uttan lands. Nakrar teirra minn ist eg serliga væl. Eitt nú ferðirnar til Reykjavíkar í 1994, til Sandvíkar í 2002 og ikki um at tala ferðina á Suðurlandið í 2007. Tað var ein hugtakandi løta, tá ið vit á stórari, almennari samkomu í Reykjavík í 1994 handaðu tí tá nýggja íslendska Lands- bóka savninum gávuna frá før oyska systurstovninum: eina gestabók í húsa, meist- ar liga væl innbundna í før o yskt roð, av einum av okk ara avgjørt fremstu bóka bind arum nakrantíð. Á ferð ini í Reykja vík var Hans Jákup av Skarði boðin við sum lista maður, hóast hann als ikki vildi kennast við tað heitið. Gesta bókin, hann gjørdi í hes um sambandi, fer at minna okkum á, at Hans Jákup harumframt dugdi at fáa nógv burtur úr lítlum, eitt satt lista verk sum hann so hegnis liga greiddi úr hond- um í hollum sam starvi við lista mannin Bárð Jákups son. Minnis rík var eisini, frá somu íslands ferð, løtan í kirkju- garðinum við Suðurgøtu í Reykjavík, tá ið Hans Jákup hevði funnið gravsteinin hjá navnanum og abbanum úr Sandvík. Abbasonurin gav sær góðar stundir at hampa um steinin og leiðið, sum var tað ein bókadýrgripur, hann hevði sett sær fyri at hjúkla og væla um. Hans Jákup var ikki bara dugna ligur í sínum arbeiði, hann var eisini heilur í øllum tí, hann gjørdi, og hann spardi ongantíð seg sjálvan. Í hesum sambandi kundi eg eisini nevnt ta ferðina, tá ið ein av okk ara samstarvsfeløgum datt og breyt beinið á starvs- fólkaútferð millum Borðuna og Nólsoyarbygd. Hetta var áðrenn fartelefonirnar vóru uppfunnar, men Hans Jákupi so líkt vantaðu honum held- ur ikki ráð ta løtuna. Búgvin tók hann eina skjóta og rætta avgerð, fekk ein av ung ling- unum at renna við sær oman í bygdina eftir hjálp – og løtu seinni var tyrlan á veg. Hans Jákup av Skarði var ein framúr góður sam starvs- felagi. Alskur hansara til málið og føroyska tjóðskapin var ikki at fara skeivur av. Hugburðurin til lívið og til tað góða í menniskjanum var so sterkur, at hetta merkti eisini arbeiðslagið hjá okk- um øðrum, sum fingu ta gleði at starvast saman við honum. Hann lærdi okkum nógv, uttan at tað var tað, sum lá honum fremst í huga. Virðing hansara fyri sín um medmenniskjum og sansur hansara fyri øllum tí prakt- iska, var tað, sum lærdi okk- um mest. Hann var ein av hes um góðu fyrimyndunum, sum eru so dýrabarar. Nú Hans Jákup er farin út á sína seinastu ferð, vil eg takka honum fyri vinarlagið, fyri trúfestið og fyri alt tað, hann hevur avrikað sum menn iskja og sum fakfólk, og eg vil takka honum fyri, hvussu hann greiddi sín setn- ing úr hondum. Eg havi stóra samkenslu við tykkum øllum, sum nú hava mist so nógv, og sum nú so sáran syrgja ein góðan son, mann, pápa, abba, beiggja og starvsfelaga. Friður verður við minnin- um um vinmannin og ar- beiðs felagan, Hans Jákup av Skarði. Martin Næs Hans Jákup av Skarði, bókabindari, farin 26. august 1946 – 21. apríl 2011 Minningarorð um Unn Winstrøm Fødd 18. august 1966 - Deyð 19. apríl 2011 Sorgarboð, at Unn ikki longur er millum okkum. Við djúpari samkenslu leita tankarnir til familjuna. Til mann og børn, sum hava sitið hjá teirra elskaðu konu og mammu hennara seinastu stund her á fold. Til mammuna og pápan, sum vildu latið alt, hevði onka- dótturin blivið frísk og røsk og kunnað upplivað síni egnu børn vaksa til. Á ungum árum leitaði Unn út í heim, og hon man hava upplivað tað, sum fáum verður unt. Hon var víða og upplivdi at búleikast og ferðast í mongum fremmandum londum. Kortini valdi hon ein yrkadag við teimum næru virðunum heima – at fjálga um húskið – mannin, Michael og børnini, Christoffer og Isabella. Vinkonur frá barna- og ungdómsárunum í Før- oyum hevði Unn allatíðina - og góð vinkona var hon. Flokkurin hittist dúgliga. Fyrstu árini eftir Hoy dalstíðina í bindiklubba í Keypmannahavn, og síðani í árligum floksveitslum í Føroyum. Var Unn í nánd, møtti hon altíð upp. Vit í flokkinum minnast aftur á tíðina í Hoydølum, har Unn altíð møtti við einum stórum, lívsjáttandi brosi. Vit minnast aftur á fagra summardagin í 1986, tá mamman og pápin stákaðust í blómandi urtagarðinum í Jónas Broncksgøtu, meðan vit sum nýklaktar pisur nutu blíðskapin og stuttleikaðu okk- um í hugnaliga umhvørvinum. Seinasta heilsanin frá Unn, móttikin nakrar dagar undan jólum, liggur enn á telduni. Hon ynskir okk um øllum í flokkinum og okkara familjum eini gleði lig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Takk fyri Unn! At lívið kann slókna mitt á lívsleiðini, tað vita vit, men vit skilja tað ikki - og kanska er best soleiðis. Eftir eru minnini um Unn – so ljós og bjørt. At børnini bæði skuldu missa mammu sína á gáttini til vaksna lívið er so sárt. Tó eiga tey góð minni um eina nærverandi mammu, sum hevur lagt teimum gott í beinið. Okkara tankar eru hjá foreldrum, beiggja, manni og børnum hjá Unn, sum hava mist tað dýrabarasta, tey áttu. Vit taka aftur í vøkru orðini hjá Michael: Unn var sjáldsom, eingin var sum hon. Hon er nú í einum betri staði, sum sømir seg henni. Hon var ein eingil á jørð, nú er hon ein eingil í okkara hjørtum. Flokkurin í Hoydølum