Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 28 Sosialurin Nú er tíð fráliðin síðan vit skiltust. Tú fór yvir eitt hav, ið ikki komast kann aftur frá. Hetta hav fara vit øll eisini um ein dag. Vit menniskju standa framvegis enn spurin hví, og summi koma nokk at standa so í rúma tíð. Tó tað er nakað ófrættakent á ferðini yvir hatta havið. Ferðin elvir til sorg, trega og ikki minst sakn. Ikki sum tá tú skal til Ísland ella Danmark, sum Berg so ofta síðstu tíðina vitj­ aði vegna álvarsligt heilsu­ brek. Eg kom at kenna Berg, tá vit vóru smádreingir. Vit vóru javnaldrar og byrjaðu í fyrsta flokki í nítjan sjeyti saman við nógvum skúlafelagum. Ja, summi hava sett seg fast í tað enn óskrivaðu Føroya søgu, men lat tað fara, tí hand an havið eru vit nokk øll eins, og vágskálin, ið vigar okkara innara virði, er ikki altíð í menniskjaligari javnvág. Tað veldst um hvør vektar maðurin er. Barna­ og ungdómsár okkara fuku tregaleys avstað. Alt var nýtt og hvør dagur var ein avbjóðing í sær sjálvum. Vit fingu okkum ross og riðu mangan túrin runt um oynna, eisini vóru vit á Streymoynni til kappríðingar og tílíkt. Tó vóru ungdómsár okkara ikki lýtaleys, langt frá, men ofta veldst tað um eyga ið sær. Berg og eg, saman við vin­ um, livdu lívið, onkutíð fóru vit út um mark, men hvat fyri eitt mark? Mørk verða sum oftast sett av klombrum, ið ikki síggja skógin ella plan­ taguna fyri berum trøum. Afturlítandi síggi eg hesa tíðina sum nakað vakurt og dýrabart. Okkurt er av tíðar­ innar tonn kámað í minni mín um, tó er kenslan mjúk sum fínasta lín. Berg og eg komu javn­ an saman í okkara vaksna­ mannalívi, eisini tá vit funnu okkum makar. Hann úr Nólsoy, og eg úr Miðvági, og vil eg meta, at hesar kvinn­ ur hava verið okkum hollir stuðlar, so vit valdu helst rætt. Kreppuárini flutti Berg við húski niður á skúla, men tey vóru skjót aftur, tá út­ búgvingarnar vóru loknar, og so til verka. Ofta verður tikið til orð­ anna, at maður ikki verður róstur fyrr enn hann er farin, men her er nokk ikki sam­ svar. Berg var av raskastu monnum, nærlagdur og væl­ gjørdur. Tað prógva verkini, ”varðarnir”, eftir hann. Og hansara framúr handverk og skjótleiki var ofta á manna­ munni meðan hann enn var á lívi. Men við eitt trein sjúkan inn í lív hansara, hervulig sótt, fekk hann at vita beinan­ vegin. Vit, ið stóðu sum eyg­ leiðarar undraðust ofta á, hvussu róliga og sinniliga hann tók tað. Serliga við eini vón um, at tað fór at ganga, og í rúma tíð sá tað út sum, at hann hevði vunnið á sjúkuni. Tó sum snarljós av klárum himni var sjúkan aftur har. Lagnunar speisemi gjørdi, at Berg og eg komu at vera sera nógv saman tað síðstu tíðina, áðrenn hann fór yvir havið. Og tað einu tíðina sá tað út sum, at eg eisini skuldi á ferð. Tá virkaði Berg sum tann stóri uggarin og hjálparin saman við Sunrid. Takk fyri tað, góðu vinir. Kvøldið fyri Berg flutti her frá var eg og vitjaði hann. Hann virkaði móður, men ein vón var enn at hóma. Vit hugdu í sjónvarp um hend­ ingina 26. septembur, tá flog­ farið rendi á Knúk í Mykinesi. Tá vóru fýrati ár liðin, síðan vit tann leygardagin sótu í fyrsta flokki í Sørvágs skúla og við barnaeygum eygleiddu støðuna. Síðani søgdu vit, VIT SÍGGJAST, og tað gera vit handan Havið. Góða Sunrid, Durita, Eyð, Beinir og Eyðun, orð eru so fátøk, má Guð styrkja tykk­ um í hesi stóru sorg, og Jesus verði við tykkum. holgar Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá elskaða kona, mamma, vermamma og omma okkara Edda Gaard ættað úr Porkeri, búsitandi í Vági andaðist og varð jarðað. Takk til heimasjúkrasystrar, starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, á Landssjúkrahúsinum, á Hotel Tórshavn og á Herlev Hospital fyri umsorgan og hjálpsemi. Ein serlig takk til Malenu. Takk til Jónsvein Bech, prest, fyri góð og troystarrík orð. Takk til sangarar, kirkjutænarar, urguleikara og gravarar. Takk til streingjakórið í Porkeri. Takk til tykkum sum stóðu fyri ervinum og takk til tykkum øll sum hjálptu til. Takk fyri kransar, blómur og heilsanir og takk fyri peningagávur til krabbameinsfelagið. Takk tit øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna John Majken, Mannbjørn, Birna og Birgir Minning ognað mínum góða vini, Berg Rasmussen Nøvn Andlát Góði maður mín, pápi og abbi okkara, sonur og beiggi okkara Hans Jákup Jóhannesarson av Skarði andaðist skíriskvøld 21. apríl 64 ára gamal. Bønarhald verður í landssjúkrahúskapellinum týsdagin 26. apríl kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin 27. apríl kl. 14.00. Wenche, børnini og familjan tey, ið vilja minnast Hans Jákup, kunnu lata eina peningagávu til Krabbameinsfelagið, konta í peningastovnunum. 1939 Ársaðalfundur Ítróttasamband Føroya hevur ársaðalfund á Hotel Føroyum 28. mai 2011 kl. 13.00. Skrá sambært lógum felagsins. Ítróttasamband Føroya