mikudagur 27. apríl 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48
30
Sosialurin
Miðvikan
17. partur
Tað var longu í ungum aldri, at boð
vóru eftir mær at veita troyst og
hjálp til fólk, sum høvdu tørv fyri
tí.
Tað var á vári 1919, at tað var
eitt fýramannafar úr Hesti, sum
á kvøldi ikki var komið aftur av
útróðri. Eitt seksmannafar við sjey
monnum fór at leita, men tað kom
heldur ikki aftur. Hetta var sera
løgið, tí veðrið var ikki so vánaligt,
at roknast kundi við, at bátar fóru
at ganga burtur.
Morgunin eftir komu boð til
mynd ugleikarnar í Havn um tað,
sum var hent. Biðið varð um, at
”góð menniskju” kundu koma út í
Hest at tosa við tey, sum sótu eftir.
Frú Ebba Müller var millum teirra,
sum skuldu royna at fáa onkran
út í oynna. Hon ringdi til míni á
skrivstovuni og heitti á meg um at
fara. Eg helt meg ikki vera egnaðan,
helt eisini at eg var ov ungur til eina
slíka uppgávu. Men eg var staðiliga
biðin um at fara, so eg eftirlíkaði.
Tá ið eg fortaldi um hetta heima,
vóru bæði Margretha og míni
foreldur eins ivandi og eg var.
Men pápi mín var samstundis
glaður um, at eg hevði fingið
hesa áheitan, tí hann hevði havt
eitt byggi arbeiði í Hesti nøkur ár
framm an undan. Tá var hann blivin
vinur við báðar teir saknaðu báts
for menninar. Mamma var sam
stundis vinkona við konu annan
báts formannin.
Eg varð fluttur út í Hest við ein
um motorbáti, men eg eri ikki førur
fyri at útgreina, hvat ið eg kendi á
mær, tá ið eg kom uppá land. Eg
føldi meg sum eitt óverdugt lítið
menniskja, men ein stillislig bøn til
hin Almáttuga má hava verið blivin
hoyrd, tí tá ið eg kom inn í raktu
heimini, veruliga vóru tey øll rakt,
var tað eins og orðini komu mær av
munni á ein slíkan hátt, at eg føldi,
at hesi fólk, eg tosaði við, høvdu
funnið troyst og styrki at bera
teirra stóru og tyngjandi sorg.
Bygdin var vissuliga hart rakt.
Eftir í bygdini vóru bert nakrir
fáir eldri menn, einkjur og børn.
Tó var ein ungur maður eftir,
Hans Frederik Joensen, seinni
Lenvig, sum tilvildarliga ikki var
heima hendan dagin. Vit vóru kon
firmeraðir saman.
Teir næstu mánaðirnar kom eg
ofta út í Hest í samband við tey
mongu skiftini, sum vóru eftir
teir farnu. Eg kendi meg í nógv ár
knýttan til menniskjuni í Hesti.
Vinkonan hjá mammu kallaðist
Herdis f. Hentze. Hon var vist
trímenningur mammu, og tað var
úr Dalsgarði í Skálavík.
Herdis sat eftir við nógvum
børnum. Tað elsta var tá umleið 12
ára gamalt. Hetta var Jóan Petur
Joensen, sum fyrst gjørdist lærari
í Ålborg, og seinni gjørdist hann
fyrsti skúlaráðgevi í Føroyum.
Herdis helt fram at taka sær av
garðinum og vitanum í Hesti. Nú
er næstelsti sonurin vitapassari
og hevur eisini garðin. [Hann fekk
eisini eina harða lagnu og datt
oman í Hesti seinni.]
Fólkaatkvøða um Vestindia
Um ta tíðina, tá ið eg gjørdist full
trúi á dómaraskrivstovuni, var
fólka atkvøða um sølu av vest ind
isku oyggjunum, sum tá vóru undir
donskum ræði.
Árið frammanundan hevði verið
uppreistur, og danska stjórnin
hevði sent krússaran Valkyrien yvir
hagar at fáa skil á.
USA, sum fyrr hevði roynt at fáa
hendur á oyggjarnar, gjørdi sær nú
dælt av støðuni. Teir góvu donsku
stjórnini eitt tilboð um at keypa
oyggjarnar fyri 25 mill. dollarar.
Táverandi danska stjórin við
Zahle, pápabeigga Ebbu Müller, á
odda var fegin um at sleppa burtur
úr uppreistrinum, og setti fram
lógaruppskot á tingi um at avhenda
oyggjarnar til USA.
Hetta mál skuldi so leggjast
fyri fólkið við eini fólkaatkvøðu 16.
desember 1916.
Vit á dómaraskrivstovuni gjørd
ust valstýri, og tað fall í mun lut at
telja atkvøðurnar upp.
Eg minnist, at eg var errin um,
at tað var ein stórur meiriluti í Før
oyum ímóti hesi avhendan, meðan
tað var stórur meiriluti í Danmark,
283.000 jaatkvøður móti 158.000
neiatkvøðum.
Sambandsflokkurin hevði agiter
að sera hart ímóti uppskotinum.
Pápi var tá tingmaður fyri sam
bands flokkin, og hann var millum
teirra, sum var nógv ímóti søluni.
Sum tann loyali sonurin var eg
eisini ímóti, at oyggjarnar vórðu
seldar. Men tað var ikki bert tí. Tað
var eisini mín sannføring, at tað var
ein niðurgerð av ríkinum at fara at
selja burtur av tí.
Millum grundgevingarnar fyri
søluni var eisini, at um hetta ikki
varð gjørt sjálvboðið, so fór USA
at finna sær okkurt páskot at taka
oyggjarnar, so sum at vilja verja
teir innføddu, sum ynskti at koma
saman við USA.
Eg helt hinvegin, at tað var betri
at verða noyddur til hetta stig,
heldur enn at gera tað sjálvboðið.
[Tað er nokk so áhugavert at
hyggja at teimum føroysku at
kvøðu tølunum. Samlaða úrslitið
var 348 jaatkvøður og 717 nei. Hetta
var uppá seg á leið tað øvugta av
úrslitinum í Danmark.
Men tað var sera ymiskt frá val
dømi til valdømi. Í Suðuroy, Suður
streym, Norðstreym og Eysturoy
var meiriluti av neiatkvøðum. Í
Sandoy, Vágum og Norðoyggjum
vóru fleiri ja enn neiatkvøður.
Men tað var eisini stórur munur
í bygdunum í sama valdømi. Taka
vit Suðuroynna var í Sandvík 1
atkvøða fyri og 37 ímóti, meðan tað
á Tvøroyri vóru 31 fyri og 22 ímóti.
Størsti neimeirilutin var í Eyst
uroy 65 jaatkvøðum ímóti 377. Men
her var eisini ymiskt frá bygd til
bygd. Í Funningi og Gjógv var ja
meiriluti, meðan tað t.d. á Toftum
vóru 2 jaatkvøður og 74 nei.
Tað er nokk so greitt, at sjálv
stýris menn hava atkvøtt ja, og sam
bandsmenn nei, hóast oyggjarnar
fóru frá einum sambandi til ann
að.]
Kristian Djurhuus:
Út í Hest at veita troyst
Kristian Djurhuus kom at fáa nógvar ymiskar uppgávur. Ein var at fara út í Hest at
veita troyst eftir vanlukkudagin í 1919, sum kostaði 11 monnum lívið. Ein onnur var
at telja atkvøðurnar á fólkaatkvøðuni í 1916 um Vestindisku oyggjarnar
Hetta vóru teir sjey menninar, sum vóru í seinna bátinum, sum fór at leita eftir teimum fýra, sum vóru horvnir
við fyrra bátinum. Menninir eru: Ovara rað f.v. Antinis Kolbjørnsen, Jógvan Joensen, Hjalgrim Hentze
Niðara rað: Sáml Kr. Johannesen, Frans Danielsen, Jóan Jakku Zachariassen, Jógvan F. Joensen
Minnisvarðin í Hesti
Tað var tungt hjá Kristian Djurhuus at fara út i Hest