mikudagur 27. apríl 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48
Sosialurin
Tað var ikki stuttligt hjá Mar
grethu at hava ein gubba, sum
kallaðist Óði Niels. Men hann hevði
eginleikar, sum onnur kanska ikki
høvdu.
Og so var tað tann árliga føstu
lávintsdansurin á Vollanum á
Glyvrum, sum sæð varð fram til
alt árið
Eg havi fyrr nevnt, at Niels Nielsen,
Óði Niels, var ein av mínum gubb
um. Eg havi ongantíð skilt, at for
eldur míni lótu hann fáa hetta
týdn ingarmikla starv, tí hann var
av øllum roknaður fyri at vera
sinnis sjúkur.
Men tá ið eg hugsi meira um
fyribrigdið Óði Niels og sammeti
hann við hippiungdómin í dag, var
hann kanska veruliga framman fyri
sína tíð. Hvat var hann annað enn
ein hippie!
Hann var lítil og sá ikki út av
nógv um. Hann røkti seg ikki og
kundi finna uppá mangt løgið. Men
hann var skilagóður, og visti nógv,
sum fólk annars ikki vistu um ella
høvdu áhuga fyri.
Hann visti ótrúliga nógv um
ætt. Tað var ikki tann ætt, hann
ikki kundi útgreina, um hann fekk
onkran at tosa við um hetta. Men
hann var roknaður fyri at vera
sinnissjúkur, tí tók eingin hansara
vitan í álvara. Tað var mest á sumri,
tá ið hiti var í luftini, at hann var
mest ørur.
Eg minnist, at Niels einaferð
hevði
tikið
ovasta
partin
av
einum sylindaraovni og sett hann
á høvdið, og soleiðis gekk hann
úti. Verjuskipið Be skytteren lá
eina ferð á fjørðinum, og tveir
yvir menn vóru komnir í land at
strekkja beinini. Teir møttu Nielsi
sum ein gangandi ovn. Beint sum
teir fóru framvið honum, lat Niels
lúkuna á ovninum upp og heilsaði:
“Góðan dag, mínir harrar.” Tað var
ikki løgið, um teir vóru paff. Vit
børn, sum úr vindeyganum eyg
leiddu hendingina, føldu okkum
eitt sindur flov vegna bygdina, at
ein slíkur persónur skuldi taka
ímóti eini slíkari fínari vitjan, sum
vit hildu hana vera.
Niels búði í einum smáum hús
um við eini lítlari stovu og einum
lítlum køki við fýrstaði. Tað var
ofta nógvur roykur í køkinum, tá
tað váta torvið ikki brendi sum
tað skuldi. Hann hevði nógvar
hønur og nóg mikið av eggum til
sín sjálvs. Men hann hevði neyvan
nakað rættiligt arbeiði. Helst man
hann hava verið leskaður av beiggja
sínum Per, sum var handilsmaður
og væl fyri.
Niels kom ofta at vitja okkum.
Hann tiltalaði meg altíð “tú gud
dótt irin”. Men eg var so flov um
at hava eina slíkan gubba, at helst
havi eg sært hann við at svara illa
aftur. Men hann hevur so kent
sína skyldu móti mær. Tá ið eg
varð konfirmerað gav hann mær
eitt koppapar og til brúdleypið eitt,
sum var sama slag. Men koppurin
var eitt sindur skarðaður, tí Niels
hevði nýtt hann til vatnoysu.
Henrietta var eitt konubrot
Eg skal nevna eina fastur mína,
Henrietta, sum var ógift, hóast hon
skuldi hava havt nóg mikið av biðl
um sum ung.
Hon kom í eldri árum í húsið hjá
kongsbóndanum Jákup Lamhauge
í Lamba. Hann var giftur við systir
próst Petersen, men hon doyði,
meðan børnini vóru smá. Henrietta
gjørdist sum mamma fyri hesi børn
og seinni eisini fyri teirra børn. Eitt
av børnunum var Súsanna, sum
giftist við Bartal í Kass á Strondum.
Synir hansara Hilmar og Jákup
hava fleiri ferðir sagt mær frá teirra
takksemi fyri ta umsorgan, Jetta,
sum hon var kallað, vísti teimum
og teirra systkin, tá ið tey í ferium
komu til Lamba. Ofta komu tey inn
vát og skitin, tá ið tey høvdu verið
úti og spælt, men tað var eingin
trupulleiki.
Við hennara jarðarferð helt
Súsanna Kass eisini eina vakra røðu
sum tøkk fyri tað, Jetta hevði verið
fyri hana og hennara.
Í dans á føstulávint
Sum børn sluppu vit eina ferð
árliga í føroyskan dans, hetta var
á føstulávint. Tá var Jetta altíð
við okkum. Dansurin var hildið
á Vollanum hjá kongsbóndanum
Niels Peter Knudsen. Tað kostaði
25 oyru. Fyri hetta sluppu vit í dans
frá kl. 4 til 8. Vit fingu eisini te ella
kaffi við eittoyra køku afturvið.
Dansurin mátti enda kl. 8 stund
is liga, tí tá komu tey vaksnu. Júst
hesa klokkutíðina kom Jetta eftir
okkum. Men tað var við ringum
tannabiti, at vit máttu fara, tí nú tey
vaksnu komu, gjørdist tað rættiliga
spennandi. Men tað var ikki væl
sæð, at børn vóru í dansi saman við
teimum vaksnu. Men vit gleddu
okkum longu til næstu føstulávint.
Til hvørji jól seymaði mamma
okkum nýggjar kjólar burtur úr
stoffi, hon sjálv hevði vevað. Vev
urin var so stórur, at hann fylti
hálva stovuna, sum tó ikki var so
stór. Mamma dugdi væl at veva, og
hon vevaði eisini fyri fólk. Tað var
ótrúligt so nógv mamma kundu fáa
frá hondini. Prísurin fyri at veva, tá
fólk sjálvi komu við tógnum, var 25
oyru fyri klæði til eina føroyska
húgvu og 10 oyru fyri hvørja alin av
klæði til skjúrt til føroysk klæði.
Tað er lætt at skilja, at hetta
gav ikki tað stóra av sær, men
bert tað, at mamma kundi veva til
okk um húsfólkini, spardi okkum
nógvan pening. Mamma og omma
bundu eisini alt uppá okkum, sum
vit høvdu brúk fyri, og mamma
seymaði eisini okkara klæði.
Biddarar
Tá í tíðini var ullin ein eftirspurd
vøra. Tað vóru eisini fólk, sum gingu
bygd úr bygd og biddaðu ull. Um
summi av hesum var eisini tann
yvirtrúgv, at tað kundi geva óeydnu
at nokta teimum ein ullalagd. Tað
kundi vera nógvir sekkir av ull hesi
fólk biddaðu sær.
Tá ið hesi fólk komu at bidda,
komu tey stillisliga inn, settu seg á
beinkin í køkinum og søgdu góðan
dag. Tey fingu so ein temunn við
einum bita og kundu eta seg mett.
So komu ørindini, at “tit skuldu ikki
havt ein ullalagd at givið okkum”.
So fingu tey so mikið, sum mamma
helt seg kunna lata.
Eina ferð høvdu hesi fólk eina
lítla gentu við sær. Tá ið tey einaferð
høvdu fingið tað, tey høvdu biðið
um, gav mamma gentuni eina køku.
Tá ið tey komu útum skræddu tey
køkuna frá gentuni og ótu hana.
Gentan fór sjálvsagt at gráta hjarta
skerandi. Hetta minnist eg sum sera
hjartaleyst.
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Í komandi parti minnist
Krist ian Djurhuus orrustuna
mil l um Jóannes Paturson og
sam bands menn í 1906.
Margretha greiðir frá, tá ið
hon veiddi sild við gørnum á
Skála fjørðinum
Óði Niels var kanska framman fyri sína tíð
Glyvrar var ikki nakar stórbýur. Hetta er tekning úr Keraldinum hjá Eliesar Kastalag,
reinteknað av Janus Guttesen. Dansurin Margretha umrøður var á Vollanum, hús nr. 2
Bóndafólkini á Vollanum, har dansur var á føstulávint,
vóru Niels Petur og Anna Maria. Mynd Keraldið.
Jetta, fastir Margrethu, kom at
halda hús hjá Jákup Lamhauge í
Lamba. Mynd: Maria Jacobsen