mikudagur 27. apríl 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48
38
Sosialurin
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Ellisakfør í Tórsgøtu
Ellisakfør Flaggdagin var Tórsgøta
partur av hátíðarhaldinum í miðbýnum í
Havn, tá ellisakfør vórðu sýnd fram í gøtuni
Hetta er 20 árið á rað, at Føroya
Ellisakfør sýnir fram síni gomlu
akfør á flaggdegnum. Tórsgøta var
stongd av fyri allari ferðslu, so fólk
kundu skoða gomlu akførini í friði
og náðum. Á framsýningini vóru
bæði motorsúkklur og bilar av
ymiskum sløgum og í øllum aldri.
Bilurin sum vakti størst ans í
Tórsgøtu var helst tann nýístand
setti Bedford brandbilurin hjá Tórs
havnar Sløkkiliði. Bilurin, sum varð
keyptur sum nýggjur í 1948, er nú
gjørdur í upprunaligan stand og
sær út sum nýggjur.
maggi@sosialurin.fo
Bedford brandbilurin hjá Tórshavnar Sløkkiliði frá 1948
Føroya MC fer m.a. at sýna motor
súkklur fram hjá limum felagsins
– bæði vanligar motorsúkklur og
eisini súkklur frá kappingum í
Føroyum og uttanlands. Motor
súkkluforhandlararnir MCSølan
og ADImport hava hvør sín bás
við ymiskum frá teirra handlum.
Leygardagin endar tiltakið við
PowerMeet fyri motorsúkklur
í ymiskum støddum uttan fyri
SMS kl. 12. Frá kl. 1316 verður
motorsúkklukoyring fyri børn á
4hjólarum.
Motorsúkklur Frá týsdegnum 26. til leygardagin
30. apríl hava Føroya-MC, MC-Sølan og AD-
Import framsýning á Torginum í SMS
MC-fram-
sýning í SMS