mikudagur 27. apríl 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48
Sosialurin
Vinnu-
& bilradio
á Rás2
Hósdagin kl. 16.10
Í sendingini verður vitjað hjá Hjálpirót,
sum er ein gartnara og anleggsfyritøka
við sera fjølbroyttum virksemi. Samrøður
eru við Torben Schneider, stjóra í
fyritøkuni, og við Óla Hera Joensen, sum
er fyrrverandi skrivstovumaður og nú
starvast við grótlaðing hjá Hjálpirót.
Eisini er samrøða við Halfdan
Bock Andersen, handilsketustjóra
hjá fyritøkuni Würth, ið hevur
fimm sølumenn í Føroyum.
Óli Heri Joensen og Torben Schneider
Halfdan Bock Andersen
Tíðindaskriv
MVH á Hjalla hevur seinnu árini
havt umboðsavtalu við Volvo Trucks
í Danmark um sølu, viðlíkahlad og
umvælingar av størri akførum í
Føroyum. Men tá MVH lat aftur í
november mánað í fjør, hevur einki
Volvo umboð verið í Føroyum. Hetta
hevur havt við sær nakað av órógv
á marknaðinum og hava eigarar av
Volvo lastbilum og bussum verið
í iva um, hvønn teir skulu seta
seg í samband við um møguligar
umvælingar og viðlíkahald. Men
nú er hetta komið upp á pláss.
Volvo Trucks í Danmark hevur
valt Petur Larsen p/f í Fuglafirði
sum partnara, tá tað kemur til
størri akfør, t.e. lastbilar og bussar.
Avtalan verður undirskrivað um
miðjan mai, men eru teir hjá Petur
Larsen p/f longu farnir í gongd og
hava teir nógv at gera.
Petur Larsen p/f er ein familju
fyritøka, sum annars ikki kend úr
akfarsvinnuni. Fyritøkan hevur
síðani stovnan tíðliga í sjeytiárunum
burturav arbeitt í fiskivinnuni. Øll
hesi árini hevur fyritøkan umboðað
týsku verksmiðjuna Baader í Før
oyum. Baader framleiðir góðsku
maskinur, sum m.a. verða nýttar
í fiskiídnaðinum. Í 2002 flutti
fyritøkan virksemi úr kjallaranum
heima hjá Peturi Larsen í nýggjan
virkisbygning á havnarlagnum í
Fuglafirði. Síðan tá er virksemið
vaksið nógv og í dag hevur felagið
framvegis umboð fyri Baader,
umframt Fomaco og onnur merki.
Eisini er virksemið í vælútgjørdu
smiðjuni nógv vaksið. Øll hesi
árini hevur høvuðsvirksemið hjá
Petur Larsen p/f verið innan fyri
fiskivinnuna. Hóast vit nú hava
fingið umboðsavtalu við Volvo
um størri akfør, fara vit at veita
fiskivinnuni somu góðu tænastu,
sigur Atli Larsen, sum er annar av
eigarunum. Virksemið við Volvo
verður hildið fyri seg, og hava vit
í hesum sambandi sett Torleif
Nón, at vera dagligan leiðara fyri
hesum virkseminum. Atli arbeiðir
framvegis burturav við Baader
og afturat sær hevur hann 12
montørar.
Volvo virksemi
Tá vanliga virksemið okkara mink
aði í 2009 og útlitini fyri vaksandi
virksemi í 2010 ikki vóru tey
bestu, valdu vit at seta vit eina
stóra liftu upp á verkstaði okkara
í Fuglafirði, soleiðis at vit kundu
átaka okkum smávegis arbeiði við
lastbilum og bussum, sigur Torleif
Nón, sum júst er settur í starv sum
dagligur leiðari á nýggja lastbila og
bussverkstaðnum hjá Petur Larsen
p/f. Vit høvdu frammanundan fleiri
fyrispurningar frá bileigarum í
økinum um umvælingar og olju
skift, og kundi hetta vera eitt íkast
til høvuðsvirksemi hjá felagnum,
sigur Torleif.
Síðani november mánað síðsta
ár er hetta virksemi vaksið nógv
og síðstu tríggjar mánaðirnar hava
vit havt úr at gera, sigur Torleif.
Í hesum tíðarskeiðnum hava vit
havt samband við Volvo Trucks í
Danmark í samband við eykalutir,
umvælingar o.a. og nú tá avgerð um
nýggjan Volvo partnara í Føroyum
skuldi takast, vildu vit gjarna bjóða
okkum fram, sigur Torleif. Nú er so
avgerðin tikin, og vit fegnast um,
at valið fall á okkum, leggur Torleif
afturat.
Fyrst í juni mánaða flyta vit
lastbila og bussvirksemi úr bygn
ingi okkara í Fuglafirði í nýggjan
bygning á havnarlagnum í Hvalvík.
Tó koma ávísar umvælingar og
arbeiði á størri akfør at vera gjørdar
í Fuglafirði, sigur Torleif Nón. Hann
leggur afturat, at inntil latið verður
upp í Hvalvík verður alt virksemi í
bygningum í Fuglafirði.
Í dag starvast millum sjey og
átta fólk á deildini hjá Petur Larsen
p/f, sum hevur við fiskivinnuna
at gera. Á nýggja lastbila og buss
verk staðnum starvast, umframt
Torleif, eitt fólk hálva tíð. Í næstum
verður tó søkt eftir 23 fólkum til
nýggja virksemi, sigur Torleif Nón
at enda.
VolVo Fyri góðum tveimum vikum síðani gjørdi
Volvo Trucks í Danmark av, at umboðið fyri lastbilar
og bussar aftur skuldi fara til Fuglafjarðar. Fyrr vóru
tað Brøður Petersen í Fuglafirði sum seldu Volvo
Volvo aftur í Fuglafirði
Torleif Nón verður dagligur leiðari á nýggja lastbila- og bussverkstaðnum hjá Petur Larsen p/f