fríggjadagur 29. apríl 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49
6
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Smápartafelagið Sperrcon,
sum Haldur Vang á Toftum
eigur, hevur smíðað nýggja
skúlan, sum nú verður settur
upp í Stóru Dímun.
Mikukvøldið vórðu ele
ment ini til skúlan lyft upp í
ein stóran trailara á Toftum,
og um 22tíðina sama kvøld
kom strandfaraskipið Sam
eftir tilfarinum.
Tá elementini vórðu fingin
umborð á Sam á Toftum,
bíðaði skipið við at loysa til
klokkan 04 í gjáramorgunin,
og tá varð kósin sett út í
Dímun.
Um 07tíðina hós morg
unin lá Sam undir Dímunar
landinum, og tá byrjaði tyrl
an hjá Atlantsflogi at flúgva
elementini – buntið fyri
buntið – upp á Dímun.
Gekk óføra væl
Jógvan Jón Petersen, maður
Evu úr Dímun, sum saman
við tveimum børnum búgva
har úti, sigur, at arbeiðið at
flyta elementini úr skipinum
og upp á oynna, gekk óføra
væl.
– Tyrlan fleyg einar 25
túrar upp á oynna, og hetta
tók umleið hálvan annan
tíma tilsamans. So, vit kunnu
ikki siga annað enn, at ar
beiðið gekk bæði skjótt og
væl, leggur hann aftrat.
Jógvan Jón sigur, at tyrlan
eisini fleyg upp á oynna við
ymiskum tilfari, sum skal
brúkast til at byggja ein hjall,
ið skal tengjast at nýggja
sláturhúsinum, sum eisini er
bygt í Dímun.
– Veðrið var av tí allar
besta. Vit høvdu passað tað
soleiðis, at streymurin var
góður, og tá tað so eisini var
klárt og sól heilt til umleið
klokkan 15 hendan dagin, var
veður og umstøður annars
heilt perfekt, sigur hann.
8 mans seta upp
Smápartafelagið
Sperrcon
hevur ikki bara smíðað ele
mentini til nýggja skúlan.
Haldur Vang hevði eisini
skaffað fleiri mans, sum við
tyrluni komu út í Dímun
hós dagin at taka ímóti ele
mentunum og seta tey upp
so hvørt.
– Tað hevur gingið væl
at sett skúlan upp í dag.
Gólvið er komið á, og veggir
eru settir upp. Eg vænti, at
tær fyrstu sperrurnar eisini
koma upp í kvøld – og so
kann flaggast, um tað tá ikki
er vorðið ov seint at vinda
flaggið á stong, segði Jógvan
Jón, tá Sosialurin tosaði við
hann hóskvøldið.
Skúlin í Dímun skal eisini
hava flagtekju, og flagið er
skorið í Dímun.
– Ætlanin er, at alt uttan
dura arbeiði skal verða liðugt,
og flagið lagt á, áðrenn menn
inir fara at oynni aftur.
Hann væntar, at alt hetta
arbeiðið verður liðugt, tá
viku skiftið er av.
Gott at eta
– Men vit ætla heilt avgjørt
ikki, at hesir menn, sum hava
gjørt eitt so gott arbeiði fyri
okkum,
skulu
doyggja
í
hungri, meðan teir eru her
úti. Í kvøld eta vit feskt kjøt,
og ein annan dag fara vit at
geva teimum ræst kjøt, sigur
Jógvan Jón Petersen, sum vit
fara at venda aftur til í aðrari
grein.
Eva og Jógvan Jón eiga
børnini, Døgg og Sprota,
sum eru ávikavist 7 og 5 ára
gom ul.
Tyrlan kom við nýggjum skúla
- Veðrið var av tí allar besta. Vit høvdu passað tað soleiðis, at streymurin var góður, og tá tað so eisini var
klárt og sól heilt til umleið klokkan 15 um dagin, var veðrið heilt perfekt, sigur Jógvan Jón Petersen
Skjótt gongur og skúlin, sum er umleið 60 fermetrar, byrjar at ”forma” seg
Tyrlan hevur nú flutt tey fyrstu elementini upp á Dímun,
og menn eru í holt við at seta skúlan upp
Vit ætla heilt avgjørt
ikki, at hesir menn, sum
hava gjørt eitt so gott
arbeiði fyri okkum, skulu
doyggja í hungri, meðan
teir eru her úti
JÓGVAN JÓN PETERSEN