Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 49 · 29. apríl 2011 6 VIKUSKIFTI Bókstaviligt rák Day at home hevur nógvar vakrar pútur. Hesar við sitatum og orðum á eru vælumtóktar. Klivin Á heimasíðuni www.alphabethbags.com kann ein bíleggja taskur við bókstavum, tølum ella sitatum á. Nógv velja at hava eina tasku við byrjunnarbókstavinum í fornavninum. »Keep calm and carry on« er upprunaliga ein plakat, ið varð gjørd í Bretlandi undir øðrum heimsbardaga. Plakatin var prentað í 2,5 milliónum eintøkum, ið ongantíð vóru nýtt. 50 ár seinni fann ein maður eitt eintak og rammaði tað inn og hongdi tað í bókahandlinum, har hann starvaðist. Plakatin vakti stóran ans og er nú sera vælumtókt – bæði fyri sín boðskap og vakra grafikkin. Kann bíleggjast í ymiskum litum frá www.petrifiedinpink.se Sekkjalíknandi pútir frá House­ doctor. Frú C Til tey yngstu er hendan plakatin pen og lærurík. Kann bíleggjast í ymiskum litum frá www.petrifiedinpink.se Orðatøk og vakrir bókstavar at seta á hillina ella í vindeygað. Romantique At tapetsera við bókstavum ber eisini til. Her er tað Boråstapeter sum mælir til, at vit bara nýta eina breidd til vøkru orðini »Home sweet home«. Colorama TIPS FRÁ iNNu inna@sosialurin.fo Rákið við bókstavum og sitatum helduR fram. Summi ynskja SæR eitt &-tekin at Seta í vindeygað, meðan onnuR heldur vilja hava væl vald orð á veggin. heR eRu nøkur av mínum favorittum Stílrein skelti frá Housedoctor. Frú C