fríggjadagur 29. apríl 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49
10
Sosialurin
– tann hugnaliga matstovan í miðbýnum
Restaurant | Bar | Catering
311 611
Nú hava vit lekra døgurðabuffét
hvønn gerandisdag frá kl. 11:30 til 13:30
í matstovu okkara í Tórsgøtu 11
Verið vælkomin til ein betri bita!
Vilmund Jacobsen
Jógvan Dávid Jacobsen, sum
arbeiðir fyri Vinnuna í Gøtu,
er í hesum døgum í Skagen,
har eitt av skipunum hjá
teimum, Tróndur í Gøtu, er
til eitt árs garantieftirlit.
Tá Sosialurin hitti hann
miðskeiðis í hesi vikuni, sótu
teir á byggifundi við Skagens
Skibsværft.
– Vit vænta, at skipið verð
ur klárt at loysa í Skagen um
einar 14 dagar, sigur hann.
Hitt skipið hjá felagnum,
Finnur Fríði, hevur eisini
ver ið í Skagen, har hann er
vorðin pussaður upp. Finnur
Fríði er liðugur og hevur verið
fyrsta túrin á svarkjafti.
Eitt annað føroyskt skip,
Fagraberg, er eisini í Skagen,
har hann partvís er vorðin
sand v askaður, sum tað verð
ur rópt.
Tá vit hittu Jógvan Dávid
Jacobsen, var eisini Anfinnur
Olsen, reiðari á Fagrabergi,
komin til Skagen.
– Tróndur í Gøtu kom til
Skagen um mánaðarskiftið,
mars/ apríl, men nú fer so at
líða, sigur Jógvan Dávid.
Hann leggur aftrat, at
Finn ur Fríði varð liðugur til
páskar.
– Sum eg havi skilt á reiða
r an um á Fagrabergi, verður
skipið helst liðugt hesa vik
una, sigur Jógvan Dávid
Jacob sen og leggur aftrat,
at okkurt eisini er gjørt við
nakran av tangunum umborð
á Fagrabergi.
vilmund@sosialurin.fo
Tróndur í Gøtu til garantieftirlit
Seinastu tíðina
hava trý føroysk
nótaskip verið
í Skagen, har
ymiskt er gjørt
við skipini.
Finnur Fríði er
liðugur og hevur
verið fyrsta
túrin, men enn
liggja Fagraberg
og Tróndur í
Gøtu í Skagen
Tróndur í Gøtu við bryggju í Skagen, har skipið er til eitt árs garantieftirlit
Og her liggur so Fagraberg, sum partvís er
vorðin sandvaskaður, sum tað verður rópt