fríggjadagur 29. apríl 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 49 · 29. apríl 2011
10
VIKUSKIFTI
Christiania. Ímyndin av tÍ skeiva og alternativa. Staðið, har listarliga-
og perSónliga frælsi er Í hásæti. eitt frípláss frá StreSSandi
gerandisdegnum. ein felagsskapur fyri øll, har vit koma hvørjum
øðrum við. Christiania. Ímyndin av tÍ ráa og ræðuliga. Staðið har
óhugnaligar brotSgerðir, harðskapur og dráp eru gerandisdagur.
eitt frípláss fyri kaldar og kyniskar brotSmenn. ein felagsskapur
fyri harðastu og meSt brutalu kjarnuna Í ríkinum. SoleiðiS SÍggja
veruleikarnir kring ChriStiania út, men hetta Skal broytast, eru boðini
frá Christiansborg. nú umhugSa Christianittarnir framtÍðarStøðuna
Stongt vegna
normalisering
PORTRETT
rólant Waag dam
rolant@sosialurin.fo
Christiania er stongt í hesum døgum.
Júst sum bókasavnið, handlarnir og
bensin støðirnar eru tað. Tað er ikki
hent áður, síðani aktivistar í 1971
valdu at búseta seg í býarpartinum
á Christianshavn, sum í dag telur 34
hektar og umleið 700 íbúgvar.
Orsøkin til afturlatingina er sperda
støðan, frístaðurin og íbúgvar tess eru
komin í. Eitt ultimatum frá donsku
stjørnuni. Annaðhvørt játta tey, at ein
stórur partur av bústøðunum verða
partur av einum almennum bústaðar
felag, ella keypa tey sjálvi bygn
ingarnar.
Trupulleikin
Sum støðan er í dag, eiga íbúgvarnir á
Christinia ikki bygningarnar, tey búgva
í ella grundstykki, tey hava bygt á. Tað
hava tey ongantíð gjørt, síðani fólk
fluttu til staðið í 1971. Kortini búsettust
tey har í tómu bygningunum, sum
vóru har frammanundan. Síðani hava
tey bygt nýggj hús, útbygt og umvælt
tey gomlu. Fram til 1989 var eingin
lóg á økinum. Í 1989 kom so lóggáva,
har tað var staðfest, at Christiania var
undantikið vanligu byggilóggávuni,
umframt at christianittarnir høvdu
nýtslu rætt til økið og bygningarnar.
Tey, sum búgva í hesum bygningum
rinda ikki húsaleigu, men eitt
nýtslugjald á 1400 krónur um mánaðin.
Hesin peningur fer til at reka og varð
veita Christinia. Harumframt rinda
íbúgv arnir, eins og øll onnur, streym,
hita og aðrar útreiðslur.
Støðan við íbúgvunum og bygn
ing unum merkir, at eingin kann selja
húsini og soleiðis fært tú heldur ongan
fíggjar ligan vinning burtur úr íløgum
sum útbygging ella renovering. Hetta
fær hann, sum yvirtekur húsið, hin
vegin gleði av. Hvør tað er, verður
av rátt á einum borgarafundi, har allir
christianittar kunnu greiða atkvøðu. Tað
merkir, at tað er gott at kenna onkran,
sum er inni í hitanum frammanundan,
tí ofta ganga húsini í arv soleiðis skilt,
at børn, familja ella vinfólk yvirtaka
bústaðin, sum onkur flytir frá. Men í
prin sipp inum kunnu ein og hvør, tú og
eg, søkja um ein bústað á Christinia.
Áðurnevnda avtala frá 1989 varð
uppsøgd í 2004 og síðani hava staturin
og Christiania togast aftur og fram um,
hvør eigur rætting til økið og bygn
ingarnar.
Hava stongt Christinia
Í februar kom endaliga svarið í hesum
stríð num. Hægstirættur staðfesti í
februar, at danski staturin eigur bæði
jørð og bygningarnar á Christiania.
Hetta hevur politiski myndugleikin
tikið til sín og handlar hareftir. Tey
ynskja at fáa skil í og skipaði viður
skifti á Christinia. Tí hevur Slots og
ejendomsstyrelsen bjóðað Christinia at
keypa ognirnar har fyri 150 milliónir
krónur. Fermetraprísurin verður sostatt
3.100 krónur, sum er munandi bílig
ari enn fermetraprísurin fyri ognir,
sum liggja í grannalagnum. Her er
fer metraprísurin omanfyri 30.000
krónur.
Í flestu førum ljóðar hetta sum
eitt einastandandi tilboð, men ikki
fyri christianittarnar. Fyri tey er
hetta enn ein liður í at normalisera
Christiania. Ein staðfesting av, at tað
sum av politikkarum fyri 40 árum varð
góðtikið sum eitt sosialt eksperiment,
er eitt yvirstaðið kapittul.
Christianittarnir mugu umhugsa
støðuna. Koma til eina niðurstøðu
og boða fíggjarmálaráðharranum
Claus Hjort Frederiksen frá. Í dag er
fríggjadagur. Leygurdagur. Sunnudagur.
Mánadagur. Tá skulu bæði tey og hann
vita, um Christiania keypir ognirnar,
sum staturin eigur, ella um ognirnar
skulu verða partur av einum almennum
bú staðar felag. Tvinnir eru kostirnir og
hvørgin er mjúkur.
Christianittarnir stúra nevniliga fyri,
at tað kann enda við eini kapitalisering
av bústaðunum, sum í síðsta enda hevur
við sær, at margfeldni fellur burtur og
at rík saman við øðrum ríkum koma at
mynda økið.
»Henda avtala merkir, at vit fáa meiri
mynd: polfoto