Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49 12 Sosialurin Áki Bertholdsen Gongst sum ætlað, verða eini 100 nýggj parkeringspláss gjørd í miðbýnum í Havnini. Tað sæst í eini ætlan, sum í hesum døgum er til við gerðar í Tórshavnar Bý­ ráði fyri at bøta um par ker­ ingsviðurskiftini í mið bý­ num. Fólk hava leingi ill neit­ ast inn á tey vánaligu par­ keringsviðurskiftini í mið­ býnum í Havn. Og hesi seinastu tíðina hevur gongdin verið tann, at heldur enn at útvega fleiri parkeringspláss í miðbýnum, hevur býráðið tikið burtur av teimum fáu plássunum, sum eru, so at parkeringsplássini eru blivin færri og færri, heldur enn fleiri og fleiri. Hinvegin hevur mangan verið víst á, at bilførarar skulu parkera uttanfyri býin og so koyra ímillum miðbý og bil í Bussleiðini, sum er ókeypis. Men boðskapurin slær ikki ordiliga ígjøgnum og støðan er nú tann, at bæði politikarar og handilsfólk hava stúrt fyri trivnaðinum og hand ils­ lívinum í miðbýnum, verð­ ur ikki bøtt munandi um parkeringsviðurskiftini í mið býnum. – Miðbýurin er alt ov deyd ligur, fyri ikki at siga stein deyður, halda nógvir politik arar. 100 nýggj P-pláss Og nú ætlar Tórshavnar Bý ráð sær av álvara at seta skjøtul á arbeiðið at bøta um parkeringsviðurskiftini og sostatt eisini um trivnaðin. Enn er ongin avgerð tik­ in, men umsitingin hevur verið runt um í miðbýnum og kanna eftir, hvussu fleiri parkeringspláss kunnu út­ vegast, varð upplýst á sein­ asta býráðsfundi í Havn. Og fyribils er niðurstøðan, at tað ber væl til at útvega nýggj 57 parkeringspláss í miðbýnum, uttan at órógva ferðsluna og uttan at byggja nakað serligt út. Ein máti at gera tað upp á, er at loyva parkering í ovara borði í Havnargøtu, sum er ivaleysa breið til tað og annars er pláss fyri fleiri nýggjum parkeringsplássum á Bursatanga. Parkeringsøkið við Perl­ una í Tórsgøtu, sum varð tikið fyri nøkrum mánaðum síðani, verður latið upp aftur og annars sæst í talvuni, hvar tað ber til at skipa nýggj parkeringsøki. Hetta verða alt par ker­ ingspláss við tíðaravmarking, har grundreglan verður, at tess nærri miðbýnum, talan er um, tess styttri verður loyvi at parkera, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Eisini skúlaløðini Men harumframt verð ur eisini umhugsað at lata skúla­ laðið í Kommunu skúlanum og Sankta Frans Skúla upp eftir skúlatíð, so at tey kunnu brúkast til parkeringspláss seinnapartar, um kvøldið, um náttina og annars, tá ið eingin skúlagongd er. Á skúlalaðnum við Komm­ unuskúlan verður pláss fyri 16 bilum og verða allar hesar ætlanirnar til veruleika, verða tað tætt við 100 nýggj parkeringspláss í miðbýnum í Havnini um stutta tíð. Spurningurin skal fyrst viðgerðast í umsitingini í býráðnum og í avvarðandi býráðsnevndum, áðrenn tað verður lagt fyri Býráðið, sum so tekur eina endaliga av gerð. aki@sosialurin.fo 100 nýggj parkeringspláss gerast í hjartanum í Havn PARKERING Tórshavnar Býráð hevur nú av álvara sett hol á arbeiðið at útvega nýggj parkeringspláss í miðbýnum í Havn Stað P-pláss Avmarking Perlan 5 1 tími Bursatangi 16 2 tímar Havnargøta 29 2 tímar Tórsgøta 5 1 tími Undir Glasheyggi 2 2 tímar Tilsamans: 57 P-pláss Hendan talvan vísir, hvar í Havnini, ætlanin er at gera nýggj parkeringspláss. Tilsamans er talan um 57 nýggj parkeringspláss, men enn er endalig avgerð ikki tikin Stað P-Pláss Avmarking Vørðslan 12 - Við Skansastovu 13 2 tímar Bakkahella 5 2 tímar Tinghúsvegur 4 2 tímar Tungugøta/Kongagøta 12 2 tímar Tilsamans 46 P-pláss Hendan talvan vísir ymisk støð í Havnini, har bilvar vanliga verða parkeraðir, uttan at básar er málaðir í vegin. Her ætlar býráðið at gera parkeringsbásar fyri at parkeringin skal verða betri skipað. Mett verður, at talan kann verða um 46 parkeringspláss á hesum plássum. Tá ísbreytin varð sett upp, máttu 20 bilar sleipast burtur Tað hevur verið ein stórur trupulleiki, at parkeringsplássið á Skála trøð hevur verið brúkt til langtíðar­ parkering BEtRI Pláss tIl BIlAR Nú skulu fleiri parkeringspláss gerast í miðbýnum í Havnini og tað skal arbeiðast skjótt, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen