fríggjadagur 29. apríl 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 49 · 29. apríl 2011
12
VIKUSKIFTI
av tí, vit hava ov mikið frammanundan«,
hava Unge Christianitter sagt.
Enn eitt stig á vegnum
Christiania er romantiskt. Christiania
er ræðuligt. Meiningar eru mangar
og myturnar eru upp aftur fleiri. Lat
okkum tí fáa nakrar av hesum beindar
av vegnum.
Hassj er ikki lógligt har. Eins og
alla aðrastaðni í danska kongaríkinum
er tað bæði bannað at dyrka, selja og
keypa hassj. Eisini á Christinia. Øll,
sum búgva á Christinia rinda skatt
sum øll onnur. Christinia er ikki ein
sjálv støð ugur partur av Danmark, og
tískil galda landsins lógir eisini har. Tað
merkir, at allir vegirnir hava eitt navn
og øll húsini eitt nummar. Tað merkir
eis ini, at sama roykibannið er galdandi
innan dura, sum tað er aðrastaðni í
Dan mark. Verður roykibannið brotið á
eitt nú einum vertshúsi ella á eini kafe,
kann løgreglan lata staðið aftur.
Tá alt hetta er sagt, er tað ógvuliga
ymiskt, hvussu lógirnar verða tolkaðar.
Roykibannið ganga tey rímiliga høgt
uppí. Hetta verður kortini gjørt við ein
um skeivum smíli. »Ryg venligst din
joint udenfor«, stendur á einum skelti
inni á spælistaðnum Loppen. Ein sjálv
ironisk staðfesting av, at hóast forboð í
móti hassj, er tað meira vanligt at síggja
fólk við eini joint í hondini enn eini
vanligari sigarett inni á Christiania.
So heilt normaliserað er Christiania
tó ikki – enn.
Pusher Street
Tað er eisini munandi lættari at fáa
fatur á hassj, pott ella skunk, enn tað er
at fáa fatur á einum vanligum pakka av
Prince á Christiania. Kioskirnar eru ikki
so nógvar í tali, men tað eru básarnir
á høvuðsgøtuni hinvegin. Henda gøtan
ber ikki einkisigandi navn so sum
Palermovej ella Dronningensgade. Veg
urin úti á Amager, Palermovej, hev ur
akkurát einki við Italia at gera og eg ivist
í, um drotningin nakrantíð hevur verið
á Dronningensgade í Christianshavn.
Høvuðsgøtan í Christiania eitur hin
vegin Pusher Street. Stutt og greitt. Har
er einki at fara skeivur av.
Básarnir eru júst sum básar, vit
kenna frá jólasølum og líknandi. Ymsir
til støddar og við ymsum úrvali. Tey
koyra eisini við tilboðum. Ein joint fyri
50 krónur, tríggjar fyri 120. Har ber til
at keypa liðugtballaðar joints, klárar
at festa í og roykja. Har ber eisini til
at keypa sær eitt gramm ella tvey av
hassji ella onkrum øðrum og so balla
sjálvur.
Har er einki goymt av vegnum. Alt
er frammi og tú fert beint til básin og
keypir. Ivast tú, so spyrt tú. Júst sum í
ein um og hvørjum øðrum handli.
Lívið, handilin og sølan kring Pusher
Street er eisini ringa samvitskan hjá bæði
politikkarum og løgreglu. Á Christiania
verður ikki selt í myrkum krókum, men
á alljósum degi á víðopnum gøtum. Øll
vita tað og øll síggja tað. Men tað er
ólógligt og ólógligheitir kunnu ikki
góðtakast. Spurningurin er tí ikki, um
nakað skal gerast við tað, men heldur
hvat skal gerast við tað.
Fyribilsinnsatsurin frá løgregluni er,
at gera rassia við jøvnum millumbili. So
seint sum 12. apríl vitjaði løgreglan á
Christiania, har tey løgdu slag á oman
fyri eitt tons av hassj og omanfyri 200
kilo av skunk, og handtóku sjey fólk.
Fyri nøkrum árum síðani var inn
satsurin meira miðvísur. Í 2004 kom
løgreglan við bulldosarum, ruddaði
Pusher Street og handtók 53 fólk.
Myndug leikarnir vóru fegnir. Klappaðu
sær sjálvum á ryggin og søgdu, at nú
var hassj handilin ein farin tíð. Søga.
Veruliga úrslitið var júst tað øvugta
av tí, politikkarar og løgreglan droymdu
um. Áðrenn Pusher Street varð ruddað
hevði løgreglan eitt hampiligt yvirlit
yvir hassjhandilin. Hann var í stóran
mun savnaður á Christiania, har tey
sam bært Berlingske tá seldu umleið 50
kilo av hassj dagliga. Fyrimunurin var,
at tað var lættari at halda eygu við tí,
sum fór fram, umframt at Christiania
ikki góð tekur sonevnd hørð rúsevni,
eitt nú ekstasy, amfetamin og kokain.
Eftir ógvusliga innsatsin fyri sjey
árum síðani, spreiddist hassjhandilin
kring allan býin. Sambært danska blað
num Information hava ongantíð áður
so nógv selt hassj sum tey gera nú,
og ruðuleikin á marknaðinum hevur
ongantíð verið størri enn tann sami.
Fólk selja á torgum, í parkum, í bilum
og í íbúðum. Sambært somu avís kanst
tú eisini ringja og fáa hassj borið til
dyrnar. Júst sum við eini pitsa, so ringir
tú til De Brune Bude, sum so koma við
tí, tú hevur biðið um.
Eftir at Ungdómshúsið á Nørrebro
varð tikið niður í 2007, mátti løgreglan
brúka orkuna upp á trupulleikarnar,
sum stóust av tí, og so líðandi komu
básarnir á Pusher Street aftur til sjóndar.
Í dag er sølan av hassj á Pusher Street
næstan líka sjónlig sum fyri sjey árum
síðani, umframt at sølan av hassj kring
Keypmannahavn er nógv vaksin.
Sostattt er sølan av hassj bara vaksin
síðani 2004, staðfestir Information.
Rockararnir og frístaðurin
Ein av heilt stóru broytingunum á
Pusher Street í dag og í 2004 eru rock
ar arnir. Hells Angels stýrir stórum
pørt um av hassjsøluni á Christiania.
Stórir, breiðir, skalluttir mans, sum
ikki himprast við at lata kúlurnar tala.
Ein bólkur við limum, sum hava fleiri
dráp á samvitskuni. Harðskapur og
brots gerðir eru við til at fíggja virksemi
hjá hesum bólki, sum stendur í beinari
and søgn við alt tað, Christiania annars
stendur fyri.
Tí eiga íbúgvarnir á Christiania
eisini at taka í egnan barm, stóð at lesa
í oddagrein í Politiken herfyri.
»Tað er ein praktisk hugmynd hjá
christianittunum, at størsta trýstið mót
vegis Christiania kemur úti frá. Men
um christianittarnir ikki rætta bringuna
upp móti rockararumhvørvinum, hvørs
vald bara veksur, upploysist frístaðurin
innani frá.
Romantisku ímyndirnar um felags
ogn, grunddemokrati og har moni
verða verðandi ímyndir, so leingi
christianittarnir lata seg kúga av
rock arum, sum vinna milliónir upp á
alskyns brotsgerðir, frá vápnasølu til
sølu av kvinnum«, stóð at lesa í blað
num í februar.
Rockararnir eru eisini tað, tey flestu
taka frástøðu frá, tá tey verða spurd,
um tey eru fyri ella í móti Christiania.
Men rockararnir eru ein partur av
Christiania. Tað eru løgnu húsini,
skeivu gøturnar, mongu hundarnir,
vakra listin, góði maturin, livandi tón
leik urin og stuttligu fólkini eisini, eins
væl og bumsarnir, misbrúkarar og lóg
loysi eru tað.
Fríplássið, sum Christiania er, er
sanniliga eitt frípláss. Eitt frípláss fyri
øll – eisini tey kriminellu. Mánadagin
fáa vit greiði á, hvussu lagnan hjá hes
um fríplássi kemur at vera.
Mynd: polfoto
Tað er munandi lættari at fáa fatur á hassj, pott ella skunk, enn tað er at fáa fatur á einum vanligum pakka av Prince á Christiania