Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49 Sosialurin Nú skal tað bera til at taka gjald frá teimum bilum, sum parkera í mitt í bygdum øki. Tað heldur Tórshavnar Býráð. Tórshavnar Býráð hevur leingi arbeitt við at broyta parkeringsviðurskiftini í Havn og ein ætlan, sum hevur verið frammi er at taka gjald frá bilum, sum parkera innanfyri ávís mørk í býnum. Men hetta hevur komm­ unan ikki havt loyvi til, tí tað forðar ferðslulógin fyri. Hinvegin hevur Tórs­ havn ar Býráð ikki slept ætlanini og tí var um sit­ ing in hjá Tórshavnar Bý­ ráð herfyri á fundi við Inn lendismálaráðið og við Fútan um málið. ­ Á tí fundinum varð av­ talað, at Tórshavnar Komm­ una skuldi senda Inn lendis­ mála ráðnum eina form liga áheitan um at broyta ferðslu lógina so at hon kundi fáa heim ild til at taka gjald frá bilum, sum parkera innan fyri ávís mørk, sigur Ingi bjørg Berg, Kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu. Hon sigur, at síðani er málið lagt upp á hendurnar á Kommunusamskipan Før­ oya, KSF, har Tórshavnar komm una og seks aðrar komm unur, eru limir. K o m m u n u s t j ó r i n sigur, at umsitingin hjá Tórshavnar Býráð heldur, at tað er rættast, at KSF leggur málið fyri Innlendismálaráðið. Eyðun Christiansen, aðal skrivari í KSF, sigur, at beint nú er málið til løgfrøði liga viðgerð, men hann væntar, at tað verður sent Inn lendis­ málaráðnum í hesi vikuni. Hinvegin leggur Ingibjørg Berg dent á, at enn er ongin avgerð tikin um at seta gjalds parkering í gildi í Havn. Kortini hevur málið verið viðgjørt, men tað er ongin meining at viðgera tað víðari, fyrrenn kommunan veit, um hon yvirhøvur fær heimild til at seta tað í verk, leggur hon afturat. Av tí, at viðgerðin er kom in so stutt, er heldur ongin avgerð tikin um, hvar í býnum, møgulig gjalds par­ kering verður sett í verk, og tað fyriliggur heldur einki um, hvat tað skal kosta at parkera. Samstundis sum Tórshavnar leitar eftir nýggjum parkeringsplássum í miðbýnum í Havn, er tað eisini greitt, at nú verður eiini tíðaravmarkað parkering á stórum parkeringsplássum, har tað fyrr hevur verið óavmarkað parkering. Onki fyriliggur um tíðaravmarking á parkeringsplássinum á Glasheyggi ella í Frúðutrøð. Men ein av fyrstu døgunum verða skelti sett upp sum vísa, at á Skálatrøð verður hereftir bara loyvt at parkera í átta tímar. Hetta fer at gera, at tað framvegis ber til hjá fólki at seta bilin frá sær á Skálatrøð ímeðan tey eru til arbeiðis, og tað ber eisini til hjá fólki, sum búgva nærhendis, at brúka Skálatrøð til parkeringspláss, sigur Heðin Mortensen. Higartil hevur óavmarkað parkering eisini verið á Svínaryggi, men nú verður í mesta lagi loyvt at parkera har í fýra tímar. Tað merkir, at har fer ikki at bera væl til hjá fólki at seta bilin ein heilan arbeiðsdag. Tórshavnar Býráð heldur, at tað er neyðugt at gera hesar avmarkingar fyri at fáa ein javnan streym av bilum oman í miðbýin. Hinvegin verður forðað fyri, at parkeringsøkini verða ”misbrúkt” til langtíðarparkering. - Tað hevur verið ein stórur trupulleiki, at parkeringsplássið á Skálatrøð hevur verið brúkt til langtíðarparkering – og tað skal takast heilt bókstaviliga. - Tað hevur ikki verið óvanligt, at fólk hava havt bilin standandi á Skálatrøð í fleiri vikur ímeðan tey eru uttanlands og ferðast, ella eru til skips. Tað er ein stór forðing fyri fólki, sum ætla at parkera í Skálatrøð ímeðan tey eru til arbeiðis ella hava drúgv ørindi í miðbýnum. Heðin Mortensen sigur, at tað gav at bíta, tá ið skoytibreytin skuldi setast upp á Skálatrøð. Tá stóðu einir 20 bilar í vegin og tað gekk ómetaliga tórført at finna fram til eigararnar. Men tað vísti seg, at talan var um eigarar úr øllum landinum, sum høvdu sett bilin á Skálatrøð ímeðan teir vóru uttanlands í feriu ella í ørindum, ella vóru til skips. Úrslitið er, at vit máttu sleipa 20 bilar burtur, áðrenn vit fingu sett skoytibreytina upp, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir hinvegin á, er tørvur á langtíðarparkering, ber til at seta bilin í Gundadali ella á onkrum plássi uttanfyri miðbýin. 20 BILAR Vilja fáa loyvi at krevja gjald fyri parkering T Ó R S H A V N A R K O M M U N A skil(a)vinna Les meira um umhvørvisvikuna á www.torshavn.fo 9 . - 1 5 . M A I 2 0 1 1