fríggjadagur 29. apríl 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49
18
Sosialurin
Í 1952 byrjaði Bankside el
verkið við Thames áarbakka
at framleiða ravmagn, men
tá vaksandi oljuprísirnir í
sjeytiárunum minkaðu um
kappingarførið, mátti dýra
oljuverkið til endans víkja
fyri bíligari orkuverkum og
niðurlegði
virksemið
sítt
longu í 1981 – perurnar í stóru
verksmiðjunum og lítlu skúr
unum í London skuldu nú
upplýsast aðrastaðni frá, og
mikla elverkið á Bankside
gjørdist tómt og kalt.
Um somu tíð tóku perur
nar eisini at dimmast í
ein um øðrum bygningi –
salt goymsluni á Drelnesi –
millum tvørafólk bert kend
sum “Saltsiloin”, hvørs virk
semi minkaði so líðandi hesi
árini.
Báðir bygningar vórðu
bygdir sum hvør sítt lið í nú
tíðargerðini; fólkinum kring
Thamesánna tørvaði rav
magn, og fólkið við Tron g is
vágsfjørð hevði tørv á størri
saltgoymslum. Før oyska til
ver an tá var ikki eins fram
komin sum tann lond onska,
men tó gjørdist hon í hesum
árum støðugt virk nari og
meiri krevjandi.
Munur hevur verið á
lagn unum hjá hesum báð
um varðum úr farnum tíð
um. Saltsilan á Drelnesi
er góð tíggju ár eldri enn
Banksideelverkið og varð
tikin í brúk hálvt ár, áðrenn
annar heimsbardagi byrjaði.
Einasta ferðin, nútíðargerðin
á Drelnesi veruliga bleiv
hótt, var í teimum døgum, tá
tænarar Hitlers – fíggindarnir
hjá øllum framsóknum og
uppbyggjandi arbeiði – sleptu
bumbur á siluna. Bumburnar
hjá Luftwaffe megnaðu tó
einans at lemja Saltsiluna,
ikki at niðurbróta hana.
Verri mundi gingist í
Lond on. Arbeiðið at ríva
nið ur var byrjað í smáum,
men so blivu ætlanir um at
um byggja gamla elverkið
á Bankside lagdar, og í 1994
blivu tær settar í verk. Í dag
kenna vit hetta húsið sum
Tate Modern; tann mest vitj
aði og helst best kendi lista
skálin í heiminum.
Saltsilan hevur frá fyrsta
degi verið eitt týdn ing ar
mikið sereyðkenni hjá Tvør
oyri og Suðuroynni sum
heild; men seinastu árini
hev ur hon verið í so ringum
standi, at hon hevur fylt
meira í býartosinum enn
van ligt. Henda syrgiliga sjón í
ger andisdegnum hevur gjørt
fólk hugtung, tí í einum landi
við eini lítlari fíggjarlóg er
ringt at rættvísgera eina dýra
um væling av einum ‘nyttu
leysum’ gomlum bygningi.
Bæði hugflog og skil skulu
til fyri at bjarga saltsiluni
undan órøkt og tíðarinnar
gloymsku, ið Tate Modern
tíbetur slapp undan. Tí vóru
nógv, ið gleddust, tá óvæntaða
vendin kom í søgugongdina
hjá Saltsiluni; ein liðug, gjølla
gjøgnumhugsað ætlan bleiv
framløgd, og hendan líktist
nógv ætlanini, sum fekk Tate
Modern sum úrslit. Ætlanin
skuldi ikki einans varðveita
Saltsiluna sjálva, men eisini
umskapa bygningin til nak
að, ið bæði kundi vísa av
sær tann einastandandi og
estetiska bogaformin, vit øll
kenna, og samstundis húsa
einum altjóða tónleika og
mentanarhúsi.
Verkætlanin fekk navnið
”Projekt
Salt”
(hereftir
SALT), og hon var bæði djørv
og stór sligin. Ein umfatandi
umvæling
og
umbygging
skal til, um ein konsertsalur
á høgum støði skal koma upp
at standa, og tilbyggingar
skulu eisini gerast til at húsa
m.a. síðuhøli og verkstaði.
Stór fígging skal til eina
slíka
verkætlan,
og
tað
er ofta rakstur av slíkum
ment anardeplum, ið vísir
seg at gerast ein tung byrða
at bera. Hetta varð í fyrsta
umfari ikki ein trupulleiki,
tí allir formenninir fyri løg
tingsflokkarnar (formaður
Mið floksins
undantikin)
góvu nærum beinanvegin
til søgn um fíggarligan stuð
ul til SALT. Hesin ljóðaði
upp á 20 mió. kr., og var
stuðulin treytaður av, at
aðr ir íleggjarir eisini skuldu
tilknýtast
verkætlanini.
Hinir íleggjararnir gjørdust
ávikavist A. P. Møller og
Hustru Chastine Mc-Kinney
Møllers Fond til almene
Formaal og Danski staturin.
Umframt stuðul til bygging
skuldi Landsstýrið eisini játta
2,5 mió.kr. til árligan rakstur.
Afturat
hesum
samtykti
Tvøroyrar kommuna eisini
at stuðla rakstrinum við 2
mió.kr. árliga. Við hesum
var tíðin komin at fremja
verk ætlanina í verki og hjá
føroyskum politikarum at
halda givin lyftir, so arbeiðið
kundi byrja.
Heilt so lætt skuldi tað tó
ikki ganga. Tann stuðulin,
ið politikararnir sýndu, tá
teir undirritaðu tilsøgnina
til SALT, tykist nú at vera
svunnin nakað, tí seinastu
tíðina hevur SALT verið fyri
ongantíð áður hoyrdum at
finningum. Brádliga úttala
nøkur fólkavald seg nógv
varnari og meiri ivasamt
um verkætlanina, nú hon er
klár at seta í gongd. Henda
hugsan verður hjálpt ávegis
av tíðindafólki, ið brádliga
hava funnið ymisk ivamál við
SALT, sum tey onkursvegna
ikki hava nevnt fyrr; tey
vísa á ymiskar smálutir og
ósvaraðar spurningar um
rakstrarætlanir,
og
hetta
hevur sett sín dám á tosið í
stovunum kring landið og á
kjakfora, ið eru eyðkend av
kritiskum spurningum og
enntá illgitingum.
Tað er sjálvandi orsøk
at fegnast, tá journalistar
leggja seg eftir at gera sítt
arbeiði til fulnar, tí tá er tann
parturin av grundarlagnum
undir demokratisku tjóðini
tryggjað. Sjáldan hevur tó
áður verið so stórt samsvar
millum ta myndina, ið fjøl
miðlarnir nú mála, og tað, ið
ávísir politikarar vilja hoyra.
Tí má man spyrja, hvaðani
hendan nýfingna orkan at
seta kritiskar spurningar
kemur frá? Og hví krevja
summir politikarar nú at
verða so óvanliga út í æsir
kun naðir um allar hissini
smá lutir, áðrenn ein játtan
skal gevast?
Felagsnevnarin fyri hesar
spurningar er helst hugtakið
‘økismenning’, ið seinastu
árini hevur verið mest álíkt
eini kastibløku, ið nógv rok
hevur staðist av, hvørjaferð
orðið er nevnt; hetta kemur
mestur av tí, at orðið fyri
fólk í miðstaðarøkinum hev
ur fingið ein neiligan eyka
týdning.
Hugsað
verður,
at økis menning merkir at
taka frá Havnini og geva til
útjaðaran. Viðvíkjandi SALT
er tó eitt átak uppstaðið, ið
ikki inniber eina gáloysna
flyting av almennum arbeiðs
plássum úr Havnini. Sostatt
merkir hetta ikki at taka frá
Havnini og geva til Suður
oyar, men bert um at stuðla
einum átaki, ið er uppstaðið
í útjaðaranum.
Tískil er hetta ikki bein
leiðis økismenning, men tó
kann tað saktans enda við at
gerast mennandi fyri hend
an partin av Føroyum í fram
tíðini. Tí fara ávís fólk, ið ikki
taka undir við slíkum, men
ikki tora at standa við tað í
almenna rúminum, at finna
uppá óbeinleiðis mátar at
mótarbeiða hesum tiltakinum
í Suðuroy. Hetta mótarbeiðið
hevur verið gjørt upp á
pínliga eyðsæddar mátar í
miðlunum: við at skifta evni
og seta upp falskar tvístøður
og vánaligar samanberingar,
so at fólk fer at hugsa um
onnur mál, ið einki hava við
sakina at gera.
Summir politikarar duga
hetta verri enn aðrir og eru
lættir
at
gjøgnumskoða.
Bjarni Djurholm hevur í grein
tosað ímóti, at Landstýrið
letur sín part til SALT, og
hansara viðmerkingar bera
sanniliga brá av at vera
heldur knappliga upp settar
og ikki serliga væl gjøg num
hugsaðar.
Møguliga grunda hansara
hugsanir eisini í ringari
samvitsku; tí tað er rørandi
fyri ein suðuroying at hoyra,
hvussu Djurholm stúrir fyri,
at SALT fer at “... gerast ein
fíggjarligur
kleppur
fyri
lokal sam felagið. Hetta kem
ur neyvan óvart á nakran, ið
hevur sett seg inn í málið,
eftir sum lokal sam felagið (les:
Tvør oyrar Komm una) ein
mælt hevur samtykt at játta
2 mió. kr. í árligum rakstrar
stuðuli. Men, sum borgar
stjórin á Tvøroyri herfyri
vísti á í grein, so undrast
suð ur oyingar helst yvir, hví
Bjarni Djurholm brádliga
byrjar at tosa um at spræna
al mennar pengar í
“... handilshúsini úti á
Markn oyri og vesturi á Gørð-
unum, handils- og fiska húsið
við træbrúnni á Hvítanesi,
handilin og kaffeina í Fámjin,
handilin
við
bátahyl[ ]
in í Hovi, grótlaðingina á
Fiski eiðinum, kolanámini í
Hvalba,[og] Seglloftið á Tvør-
oyri.
Ein kann bert spyrja seg
sjálvan, hví Bjarni Djurholm
ongantíð áður hevur tosað
um at veita almennan stuðul
til
hesar
mentanargripir
suðuroyinga, eins og bilsin
tvørafólk
nú
spyrja
seg
sjálvi, hví ein løgtingslimur
úr Havn brádliga er vorðin
so upptikin av, hvussu júst
teirra
kommunuskattur
verð ur
brúktur.
Serliga
undr unar vert er hetta, tí
fyri fyrstu ferð í langar tíðir
er samlaða skuldin hjá Tvør
oyrar kommunu komin undir
eina álíkning; so tá Djurholm
sigur, at kommunan eis ini
liggur [í] fíggjarligum anda-
leypi er hetta at síggja held
ur svart upp á støðuna.
Tvørafólk eru glað um, at
kommunan er komin undir
álíkningina og kann loyva
sær størri fíggjarligt frælsi,
so spurningurin er bert, hví
Bjarni Djurholm ikki er tað?
Um tvørafólk vilja átaka sær
part av rakstrarkostnaðinum
hjá einum mentanarhúsi, so
er hetta ikki nakað, ið Bjarni
Djurholm eigur at blanda seg
upp í.
Mikkjal N. Helmsdal er
leiklistafrøðingur og hev ur
sjálvsagt ein serligan áhuga
fyri umstøðunum hjá lista
fólkum í Føroyum. Tí er
tað áhugavert, at hann ikki
heilsar SALT vælkomnum,
men ávarar ímóti at lata
almennan pening til tað
mentanarvirksemið,
ið
Kjak
Helgi Eidesgaard,
Hans Mols Mortensen
Føroya SALT