fríggjadagur 29. apríl 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 49 · 29. apríl 2011
17
VIKUSKIFTI
Hvat fekk teg
at fara upp
í politikk?
Lutvíst áhugi og
lutvíst áheitanir
frá fólki.
Hvussu var tað at gerast
kendur við Pipar & Salt?
Tað er øgiliga stuttligt at gera nakað,
sum verður væl móttikið, so
tey fyrstu P&S árini vóru herlig.
Hvussu funnu tú og Jákup Veihe saman?
Tað var nokk gjøgnum kabarettirnar
í sjónleikarhúsinum fyri umleið
20 árum síðani.
Hvar kom hugskotið til
Esmar Eysturoy frá?
Vit vóru báðir lesandi tá, so
tað var nokk sjálvironi.
Hvør er besta ferðin tú hevur gjørt?
Havi gjørt nógvar sera góðar, men
tann sum hevur ávirkað meg og
givið mær mest var nokk tá eg var
eitt gott ár í Suðuramerika sum
ungur.
Ferðast tú nógv
í egnum landi?
Eitt sindur, ja,
men tað kundi
verið meira.
Eg geri kortini
nógvar dagstúrar
í fjøllini.
Hevur tú húsdjór?
Nope.
Hvat er besti filmur, tú hevur sæð?
I’ll make him an offer he can’t refuse :)
Godfather verður nokk aldrin tikin.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Har liggja altíð fleiri. Men
víkingaskaldsøgan Ormur Reyði liggur
ovast. Ótrúliga stuttlig – og
framúrskarandi væl umsett av Bjarna
Niclasen. Nøkur hugskot til handritið
til tann garrvilla Torgrím og
mammu hansara úr Pipar & Salt
stava frá Ormi Reyða.
Hvør er tín
lívrættur?
Tað er so nógv.
Men ræstur
fiskur, garnatálg
og spik slær ikki
falskar mentir.
Verður tú
framvegis
í politikki
um 10 ár?
Nei, tað rokni
eg ikki við.
Sjúrður Skaale
Esmar
Eysturoy
er nokk
sjálvironi
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
SJúrður SkaalE hevur mEginPartin
av tíð síni verið eitt kEnt navn millum
Føroyingar. Fyrst sum annar parturin
av PiPar & Salt, men seinastu árini líka
nógv sum Ein av tEimum 33, sum manna
løgtingið. ræstur Fiskur, garnatálg
og SPik er millum líVrættirnar hjá
SkEmtaranum og tingmanninum, sum ikki
roknar við at vera í Politikki um 10 ár