Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49 Sosialurin Tær góvu og lótu lív Tá vit fara út á bygd, vitja vit ofta lokalu kirkj una, kirkjugarðin og minnis­ varðan fyri teir, sum fórust á sjónum ella í bjørgunum. Hetta eru ofta einastu al­ mennu støðini í bygdini, saman við mølini ella sand­ inum, hagar leiðin eisini ofta gongur. Á kirkjugarðinum síggja vit, at mong doyðu longu á bestu árum, bæði børn og ung, mammur og pápar. Á onkrum gravsteini stendur navnið á einari móður í tjúgunum ella tretivunum, og kanska minnið um eitt pinkubarn eisini. Ein hin vanligasta deyðs­ orsøkin hjá kvinnum var deyðin í barsilssong. Ein føðing var lívshættislig fyri bæði móður og barn av fleiri ávum. Kvinnan kundi bløða út ella fáa burðareitran, barnið kundi liggja skeivt, ella ein lítil bruni kundi gera av við kvinnuna. Reinførið var ikki hitt besta, og jarðar­ móðirin dugdi best til tað vanliga. Gekk føðingin ikki eftir vild, var langt á leið til lækna ella sjúkrahús. Harumframt var vitanin um føðing og grøðing ikki hin sama, sum í dag. Hetta hevði við sær mang ar syndarligar lagnur, har móðirin lat lív á bestu árum. Eftir sat einkjumaður og ofta fleiri børn og syrgdu konu og mammu. Tá var neyðin stór, tí ein maður kundi ikki halda hús einsa mallur í einum kyns uppbýttum heimi, har tey bæði høvdu hvør sínar uppgávur at røkja. Maðurin uttandura í landbúnaði ella í fiskiskapi, og konan heima við hús. Viðhvørt kundi ein eldri dóttir fylla leiklutin hjá mammuni. Ella fann einkjumaðurin sær aðra konu beinanvegin, og børn­ ini fingu stjúkmammu at ansa sær. Men vanligt var eisini, at einkjumaðurin ikki megnaði at bjóða aðrari konu til borðs, og tá var illa statt. Soleiðis varð mangur barnaflokkur spjaddur fyri vág og vind millum vinir og næstringar, sum tóku børnini til fost­ urs. Summi barnleys og barna góð, onnur tí teimum vantaðu ein húskall ella eina arbeiðsgentu. Vit hoyra javnan um, at summi av hesum børnum vórðu viðfarin sum trælir, og fingu ikki somu sømdir sum børn­ ini hjá húsfólkunum. Ofta misti systkina flokk­ urin sambandið hvørt við annað, og her gingu nú hesi neyðars móðurloysingar og royndu at lívbjarga sær í einari harðari verð, har ongin góða mamma var at ugga, tá hini børnini argaðu, lærarin happaði, ella um eitt prus kom á knæið. Einsamøll í verðini. Og sum vanligt tá, so talaði ong­ in um vanlukkuna ella deyðu mammuna. Tøgnin ráddi. Hetta hevur ivaleyst fest seg í viðbrekna sinnið, ikki bara hjá einstaka barninum, men fleiri ættarlið fram. Hjá okkum, sum í dag hoyra tey eldru í familjuni fortelja um og minnast aftur á røsku, ungu mammuna, sum so brád liga varð tikin frá teim­ um, tá hon skuldi eiga ein lítlabeiggja ella eina lítla­ systir. Tí skal mín eyðmjúka bøn vera, at vit taka saman hendur og reisa ein vakran minnisvarða eftir hesar ætt­ møður landsins. Til heiðurs og æru fyri tær, sum rindaðu við sínum egna lívi, tá tær góvu lív. Tær bygdu eisini hetta land! Rigmor Dam Kjak T Ó R S H A V N A R K O M M U N A 9.-15. MAI 2011 Les meira um umhvørvisvikuna á www.torshavn.fo ruddingardagar · setanin gongutúrar · rákið í dag umhvørvisveiða · ráðstevna teknikapping · plantið eitt træ skil(a)vinna · tiltøk umhvørvisleiðsla umhvørvisviðurkenning bál í Sandágerði og… Frá Spastikarafelagnum Aðalfundur felagsins verður í MBF-húsinum Íslandsveg- ur 10c í Tórshavn Leygar- dagin 14. maj kl. 15.00 Skrá sambært lógum felagsins Um aðalfundurin ikki er við- tøkuførur, verður eyka aðal- fundur ein hálvan tíma seinni. Møtið fjølment. NevNdiN M Ó T T Ø K A KVÍGGJARTÚN 1 • POSTSMOGA 2039 165 ARGIR • TELEFON 35 20 20 FMR@FMR.FO • WWW.FMR.FO FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ Í sambandi við, at Petur Alberg Lamhauge, fíggjarmálastjóri gevst sum aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum 31. apríl 2011, verður almenn móttøka í Fíggjarmálaráðnum fríggjadagin 29. apríl 2011 frá kl. 15.00 – 17.00. Argir, tann 27. apríl 2011 Fíggjarmálaráðið Móttøka í sambandi við, at Petur Alberg Lamhauge leggur frá sær sum fíggjarmálastjóri