Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 49 · 29. apríl 2011 27 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein rooney skal søkkja arsenal Tað skuldi verða stóra oddabrakið, sum líktist einari finalu um enska meistaraheitið, men eftir at arsenal hevur spælt fleiri javnleikir seinastu tíðina, er munurin millum arsenal og Manchester United blivin 9 stig, men arsenal hevur framvegis nakað at vísa. United kappast nú serliga við Chelsea um enska meistaraheitið, og arsenal hevur framvegis eitt orð at siga í hesum stríði. ArsenAl-MAnchester United sunnudagin 1/5 kl. 14.05 sjónleikarsTevna fyri børn leygardagin verður skipað fyri sjónleikarstevnu í høvuðsstaðnum. Tað er Máf, sum stendur fyri stevnuni, ið kallast Íspegilin. hetta er ein sjónleikarstevna fyri børn. stevnan verður bæði inn og úti í miðbýnum í havn frá klokkan 10 leygarmorgunin. Íspegilin barnasjónleikarstevna í havn leygardagin 30/4 kl. 10.00 finala Í sangkapping Leygarkvøldið verður finalan í ársins singer/songwriter kapping, og meira verður gjørt burturúr finaluni hesaferð, enn tað hevur verið undanfarin ár. Finalan verður í Dansifrøði í Gundadali, og finalistarnar eru: Tummas Larsen, Annemarie Zimakoff, Lisa í Dali, Liggjas Olsen, Sissal & Sjúrður og Alún v/Sára & Anna. Gestatónleikarnar vera, Lyon Hansen, Kristleif Zachariassen, Jóan Petur á Stongunum og Guðrið Hansdóttir. Eisini verður konsert við Páll Finnur Páll. singer/songwriter finAlA Danisfrøði í Havn Leygarkvøldið 30/4 kl. 20 edward Í lisTaskálanUM Í hesum døgum hevur listamaðurin Edward Fuglø framsýning í Listaskálanum í Havn. Framsýningin lat upp annan páskada og hevur opið fram til 13. juni. “Mínar myndir eru illustratiónir”, sigur Edward, ið málar fegin stórt og realistiskt við klárum, reinum litum, har løtan er avgerandi. Edward sigur hetta í listasøguligum samanhangi og byggir á ymsar siðvenjur innan surrealismu, popplist, realismu, nýrealismu, superrealismu o.s.fr., har júst tað ítøkiliga listaverkið gerst umráðandi. edwArd fUglø Listaskálin í Havn Fram til 13. juni popparar Í hvalba leygarkvøldið spæla tríggir av landsins kendastu popptónleikarum í hvalba. eyðun nolsøe, Terji rasmussen og kim hansen fara at spæla til dans í royn-høllini. Teir fara at syngja sangir, sum teir hava verið skrivað og verið frammi við gjøgnum árini. KiM, eyðUn og terji royn-høllin í hvalba leygarkvøldið 30/4 kl. 23.00 fóTbólTsdansUr sýningin “a dance Tribute to the art of football” hevur verið víst fyri áskoðarum um allan heim og verið avbera væl fagnað - líka síðani 1998. hetta er ein sýning, sum hevur fingið fótboltsfjepparar at fara til listadans, tí her verður dansur vístur úr heilt øðrum sjónarhorni. Úttrykkið er frískt, stuttligt og beint fram – og sera væl egnað til fyrsta møtið við samtíðardans fyri ungum, dreingjum eins væl og gentum. A dAnce tribUte to the Art of footbAll norðurlandahúsið í havn fríggjakvøldið 29/4 kl. 19.30