Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49 30 Sosialurin StarvSlýSing Søkt verður eftir røskum ábyrgdarfullum fólki til gist­ ingarhúsið Hostel.fo Starvið fevnir um reingerð, geran av morgunmati og aðrar skiftandi uppgávur. Vit vanta at tú er tænastusinna/ur, flexibul og kann arbeiða sjálvstøðugt. Vanlig arbeiðstíð er 4 til 6 tímar um dagin. Skiftandi arbeiðstíðir og longri dagar kunnu koma fyri. Umsóknir skulu sendast sum teldupostur til hostel@ hostel.fo Hostel.fo Dr.Jakobsensgøta 14-16 100 Tórshavn Innan 2. mai. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Nýggjur tyrlupallur á Kirkju Landsverk er ein stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havna myndug leika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. ÚTBJÓÐING Við hesum verður arbeiðið at gera nýggjan tyrlupall á Kirkju boðið út í almenna lisitatión sum høvuðsarbeiðstøka. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um: - Gerð av nýggjum tyrlupalli - El- og HVS innleggingar - Nýtt avgreiðsluhús - Regulering av verandi íbindingarvegi Lisitatiónin verður á Landsverki, Tinghúsvegi 5, hósdagin 12. mai 2011, kl. 14.00. Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá týsdegi 26. apríl 2011 við at venda sær til: Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, FO-110 Tórshavn btl@lv.fo - og verður útflýggjað frá fríggjadegi 29. apríl 2011. Tá biðið verður um útbjóðingartilfar, skal upplýsast: - Navn og bústaður á virki - Kontaktpersónur og telefonnummar - Teldupostadressa - Vinnutal JAVNA fagnaður og JAVNA veitsla Í sambandi við 40 ára stovningardagin hjá JAVNA verður stórfingin Javnafagnaður og Javnaveitsla leygardagin 14. mai 2011. SkráiN fyri dAgiN: kl. 12 Javnafagnaður Har vit øll, bæði stór og smá, ung og gomul ganga skrúðgongu við ballónum frá Hoydalsvegi 40 oman á Vaglið. Við í skrúðgonguni eru: Havnar Hornorkestur, reiðfólk, tveir gamlir brandbilar og so øll vit glaðu menniskju. Á Vaglinum heldur løgmaður, Kaj Leo Johannesen røðu. Havnar Hornorkestri spælir. Og so fara Angela og Hannebal at framføra skemt. kOMiÐ ØLL ViÐ og setið dám á tiltakið kL. 18 VerÐur »árSiNS VeitSLA« í HØLLiNi HJá dANSifrØi í guNdAdALi Har verður: Móttøkudrykkur, 3 rættir við vatni/ víni, røður, skemt, felagssangur og dansur. Á skránni verður eisini vælumtókta lutaseðlasølan við góðum vinningum. Borðstjóri verður Rasmus Magnussen, sum eisini fer at spæla til dansin. Kostnaður: Børn undir 7 ár: 50 kr. Børn og ung millum 7 og 18 ár: 100 kr. Vaksin: 250 kr. Tilmelding til veitsluna verður gjørd við at gjalda upphæddina á konto 6460 153.962.2 í Bank Nordic í seinasta lagi hósdagin 5. mai 2011. Kvittan við nøvnum á gestunum verður nýtt sum atgongumerki. MØTIÐ FJØLMENT og gloymið ikki veitsluhýrin Javni Ársaðalfundur í Føroya Reiðarafelag Ársaðalfundur verður í Føroya Reiðarafelag tann 11. Mai 2011, kl. 13:00 á Hotel Hafnia Skrá sambært viðtøkum felagsins Føroya Reiðarafelag FØROYA REIÐARAFELAG F A R O E S H I P O W N E R S´ A S S O C I A T I O N FRÁBOÐAN UM UMHVØRVISGÓÐKENNING Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan tann 28. apríl 2011, við heimild í § 29 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988, um umhvørvisvernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2008, og § 1, nr. 4 í kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994, um at leggja eftirlits- og umsitingaruppgávur eftir um hvørvis verndarlógini til Umhvørvisstovuna, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, hevur góðkent: Elverkið á Sundi Góðkenningin liggur alment frammi á Umhvørvis- stovuni. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Um- hvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato. Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, www.us.fo. Umhvørvisstovan Boks 2048 · Tlf. 342400 FO-165 Argir · us@us.fo www.us.fo ENVIRONMENTAL AGENCY Frá Stráluni Gott bingo á Strondum sunnudagin 1 mai kl 16. Burturlutað verður m.a. gávukort á 2000 kr og 1000 kr. Eisini lúkur og eyka­ vinningar. Størsti vinn ingur á hjólinum er gávu kort á 10000 kr. Strálan Skrivstova v.m. til leigu Skrivstova við øllum hentleikum, minni køki, wc við brúsu­ og lítlum arkivi, á íalt uml. 25 fermetrar, til leigu í miðbýnum í Tórshavn. Vælegnað til minni fyritøku ella líknandi. ibudtn@gmail.com Pensionista­ felagið í Havn Mikudagin 4. mai kl. 18.00 hevur felagið bingo í Losjuni. 4 summardekk Toyota Corolla v/felgu til sølu Tlf. 370368 Tvingsilssøla 31. mai 2011, kl. 10:15, verður á Dómaraskriv­ stovuni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir ognina matr.nr. 24 v, Velbastaður (AS nr. 2­34/2011). Talan er um óbygt grundstykki, liggjandi á Gerðisbreyt 15, Velba­ staður. Sambært ting­ bókini er samlaða víddin á grundstykkinum 512 m2. Tvingsilssølan er umbið­ in av Jógvan E. Ellef­sen, adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf­. 203040 (sak nr. 5244201), sum kann geva nærri upplýs­ ingar um ognina. Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á Dómaraskrivstovuni. Føroya Fútarættur