fríggjadagur 29. apríl 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49
Sosialurin
Bílegg á
telefon
50 20 22
Kvalitetsfóður til
kettur og hundar
SKYTTENs hunda- og kettufóður
er framleitt síðan 1970 og
inniheldur fisk og høsnarunga.
Hundafóður
2o kg SPECIAL
bert 45o,-
Kettufóður
15 kg KAT
bert 390,-
Tel. 50 20 22 · info@fodursolan.com · www.fodursolan.com
Ókeypis útkoyring í Tórshavn
www.grafikmaster.fo
Fóðursølan
haldevni
litevni
Fóðurið inniheldur ikki...
aromaevni
sojaprotein
R.S. Service
Er ein fyritøka, sum átekur sær allar
tænastur fyri kundan:
• alt viðlíkahald
• umvælingar
• smiðjuarbeiði
• bátaumvælingar
• innstalatiónir v.m.
Eru kundunum til tænastu.
Einki ov stórt, einki ov smátt
R.S. Service er at hitta alt samdøgrið.
Ring á tlf. 22 65 12
Norðurlandahúsið í Føroyum søkir eftir fólki at taka
sær av dagliga bókhaldinum og øllum fíggjarligu
uppgávunum hjá húsinum. Hetta er eitt áramálssett
fulltíðarstarv. Starvið verður at seta 1. august 2011.
Vit hava brúk fyri einum dugnaligum fólki, sum kann
taka sær av allari bókføringini og gera tær neyðugu
fíggjarligu uppgerðirnar.
Í høvuðsheitum væntar leiðslan, at bókhaldarin
tekur sær av:
• at føra bókhaldið
• at gera tíðarskeiðsroknskapir
• at gera ársroknskapin fyri stovnin
• at gera uppgerðir fyri verkætlanir
• at avgreiða kreditorar
• at avgreiða lønir og ferðauppgerðir
• at menna og samskipa innanhýsis mannagongdir á
stovninum
• at hjálpa dagligu leiðsluni at gera fíggjarætlanir
Fyri tann rætta persónin er hetta eitt avbjóðandi,
spennandi og mennandi starv, har ið tú arbeiðir rætti
liga sjálvstøðugt, tó í tøttum samstarvi við arbeiðs
felagar í einum hugnaligum arbeiðsumhvørvi, har ið
trivnaðurin er í hásæti.
Vit hugsa okkum, at tú hevur eina viðkomandi ástøði
liga útbúgving og hevur ávísar royndir á økinum at
vísa á, og at tú hevur góðan málkunnleika í føroyskum,
enskum og skandinaviskum máli.
Løn og setanartreytir:
Sambært reglum fyri stovnar undir Ráðharraráði
Norðurlanda. Annars eftir sáttmálanum millum Starvs
mannafelagið og Fíggjarmálastýrið. Setanartíðin er 4
ár, við møguleika fyri longdari starvstíð – í mesta lagi
8 ár íalt.
Tey, ið ætla at søkja, skulu senda umsókn við prógvum
og møguligum ummælum, so at hon er okkum í
hendi í seinasta lagi mánadag 16. mai 2011. Vinaliga
sendið umsóknina til:
Norðurlandahúsið
Postrúm 1260
110 Tórshavn
Viðmerk »starv«
Stílað Niels Halm, stjóra
ella til starv@nlh.fo
Bókhaldari til
Norðurlandahúsið
N o r ð u r l a N d a h ú s i ð
Norðurlandahúsið er stovnur undir Ráðharraráði Norðurlanda.
Endamálið hjá Norðurlandahúsinum er at miðla norðurlendska
mentan til Føroya og føroyska mentan til Norðurlond. Harumframt
skal húsið stuðla føroyskum mentanarlívi í tøttum samstarvi
við føroysk mentanarfólk. Í 2010 skipaði Norðurlandahúsið
fyri góðum 300 tiltøkum, og húsið hevði uml. 50.000 gestir. Í
húsinum starvast 15 fólk. Sí eisini www.nlh.fo
1939
Almenn Ráðstevna um
Kvinnur í ítrótti
verður í Norðurlandahúsinum
hóskvøldið 5. mai. kl. 19:30
Sí meira á isf.fo
Ítróttasamband Føroya
Aðalfundur
Aðalfundur í Marte Meo felag Føroya
verður leygardagin 21. mai kl. 13.00.
á Virkni, Berjabrekku 2 Tórshavn.
Skrá sambært viðtøkunum felagsins.
Nevndin