Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 49 · 29. apríl 2011 7 VIKUSKIFTI Í komandi viku verður heimasíða okkara virkin á WWW.FRAMSOKN.FO Framsókn vil broytingar FRAMSÓKN EIN LIBERALUR TJÓÐSKAPARFLOKKUR FRAMSÓKN ER EIN LIBERALUR TJÓÐSKAPAR- FLOKKUR Persónligt frælsi, vinnuligt frælsi og tjóðskaparligt frælsi eru virði, ið skulu fáa samfelagið aftur á beint. Frælsið hjá fólki og landi gevur sjálvsálit og stimbrar skapanarevni. Tí er frælsi tað, sum Framsókn setir ovast í øllum sínum politiska virksemi. PERSÓNLIGT FRÆLSI Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum. VINNULIGT FRÆLSI Vinnulívið skapar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum og skal sum høvuðsregla rekast í privatum høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðsuppgávan er at tryggja, at vinnan er burðardygg. TJÓÐSKAPARLIGT FRÆLSI Framsókn vil, at Føroyar gerast fullveldi. Bert ein fræls tjóð kann gerast fullgildugur limur í altjóða samfelagnum, við øllum teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber. VIT ARBEIÐA FYRI EINUM SAMFELAG VIÐ FRÍLYNDI Vit virka fyri einum samfelag, har tað er rúmsátt hjá tær at liva títt lív soleiðis, sum tú vilt. Persónliga frælsið hevur víðar karmar, men tað skal altíð livast við ábyrgd og við virðing fyri øðrum, ið vilja liva øðrvísi. Vit eru sannførd um, at skapanarevnini og virkishugurin trívast best, har tað er pláss fyri ymiskleika og fjølbroytni. VIT VILJA HAVA EITT SAMFELAG, HAR TÚ AFTUR FÆRT ÁBYRGD FYRI TÆR SJÁLVUM Vit vilja gera tað liviligt hjá framsóknum kvinnum og monnum. Tí vilja vit steðga verandi gongd, har samfelagið ovurskattar og leggur byrðar á vanligar familjur og einstaklingar, sum kýta seg og gera sítt besta. Tann einstaki skal hava tær allarbestu umstøðurnar at fylgja sínum málum og dreymum. Og tað gera vit best við at loyva fólkum at virka frítt við teimum evnum og møguleikum, tey eru fødd við. Tað skal loysa seg betur at arbeiða, og ein fríur marknaðar, har tað almenna blandar seg sum minst, er trygdin fyri, at vinnulív og tann einstaki menna seg og ganga nýggjar leiðir. FRAMSÓKN VIL TRYGGJA KJARNUTÆNASTURNAR Í VÆLFERÐARSAMFELAGNUM Heilsuverkið skal styrkjast. Neyðugt er tí at savna allar kreftir í eina sterka eind, har mest fæst fyri hvørja krónu, og serfrøðin fær umstøður at trívast og mennast fakliga. Útbúgvingarskipanin skal betrast. Hægri útbúgvingar- møguleikarnir skulu gerast fleiri og lyftast á eitt hægri stig, sum er ein alneyðug fortreyt fyri, at vit gerast fleiri og klókari. Universitetsútbúgving skal saman granskingini miðsavnast í eina sterka útbúgvingar- og granskingareind, soleiðis at samvirkni og dynamikkur fæst í vitanar- og lestrarumhvørvið. Kommunurnar skulu skipast í fáar sterkar eindir, sum eru førar fyri at lyfta tær uppgávur, ið skulu liggja tætt við teg sum borgara. VIT VILJA HAVA FÆRRI REGLUR, ÁSETINGAR OG AVMARKINGAR Landið skal avmarka sín leiklut sum tann, ið stýrir og fordeilir. Tað klárar vinnan best í fríari kapping. Vit skulu hava minni umsiting og meira fyri pengarnar. Nógv størri partur av almenna virkseminum skal leggjast út til privat at umsita og veita. Vit skulu tora selja almennar fyritøkur, sum samfelagsbúskaparliga, gera størri gagn, riknar á privatum hondum. VIT VILJA GERA FØROYAR SJÁLVBJARGNAR Tað er í strembanini eftir at standa á egnum beinum, at vit fáa tann størsta framburðin. Framsókn vil tí, at Føroyar gerast fullveldi. Vit skulu sjálv taka ábyrgd og ræði á okkara egna tjóðarbúskapi og seta sjøtul á eina tilgongd, har ríkisveitingin minkar niður í einki. Tað merkir ikki, at vit byrgja okkum inni, tvørturímóti merkir sjálvræði, at vit gerast sterkari í felagsskapi við onnur. Sjálvræði gevur áræði og sjálvsálit, sum skulu vera sterkasta eyðkenni við okkara samleika. Tí setir Framsókn frælsi fremst. Virðisgrundarlagið undir Framsókn er nú liðugt viðgjørt. Heldur enn at hava eina stevnuskrá, sum hevur lyndi til at gerast stirvin, grunda vit flokkin á nøkur grundleggjandi virði, har tann einstaki er í miðdeplinum við støði í okkara felags siðaarvi.