Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49 8 Sosialurin Eirikur Lindenskov Í virðisgrundarlagnum, sum Framsókn kunnger í dag, verð­ ur sagt, at flokkurin er ein liberalur tjóðskaparflokkur, sum sigur, at persónligt frælsi, vinnuligt frælsi og tjóð skaparligt frælsi eru virði, ið skulu fáa samfelagið aftur á beint. Frælsið hjá fólki og landi gevur sjálvsálit og stimbrar skapanarevni. Tí er frælsi tað, sum Framsókn setir ovast í øllum sínum politiska virksemi. Flokkurin lýsir flokkin soleiðis: PERSÓNLIGT FRÆLSI. Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum. VINNULIGT FRÆLSI Vinnulívið skapar búskapar­ liga grundarlagið undir sam felagnum og skal sum høv uðsregla rekast í priv­ at um høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðs­ uppgávan er at tryggja, at vinnan er burðardygg. TJÓÐSKAPARLIGT FRÆLSI Framsókn vil, at Føroyar gerast fullveldi. Bert ein fræls tjóð kann gerast fullgildugur limur í altjóða samfelagnum, við øllum teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber. Flokkurin vil arbeiða fyri einum samfelag við frílyndi. Hann vil virka fyri einum samfelag, har tað er rúmsátt at liva títt lív soleiðis, sum tú vilt. Persónliga frælsið hevur víðar karmar, men tað skal altíð livast við ábyrgd og við virðing fyri øðrum, ið vilja liva øðrvísi. Flokkurin sigur, at tey eru sannførd um, at skapan­ ar evnini og virkis hugurin trívast best, har tað er pláss fyri ymiskleika og fjøl­ broytni: – Vit vilja hava eitt sam­ felag, har út aftur fært ábyrgd fyri tær sjálvum. Vit vilja gera tað liviligt hjá framsóknum kvinnum og monnum. Tí vilja vit steðga verandi gongd, har sam­ felagið ovurskattar og leggur byrðar á vanligar familjur og einstaklingar, sum kýta seg og gera sítt besta. Tann einstaki skal hava tær allar­ bestu umstøðurnar at fylgja sínum málum og dreymum. Og tað gera vit best við at loyva fólkum at virka frítt við teimum evnum og møguleikum, tey eru fødd við. – Tað skal loysa seg betur at arbeiða, og ein fríur marknaðar, har tað almenna blandar seg sum minst, er trygdin fyri, at vinnulív og tann einstaki menna seg og ganga nýggjar leiðir, sigur flokkurin. Flokkurin sigur, at hann vil tryggja kjarnutænasturnar í vælferðarsamfelagnum. – Heilsuverkið skal styrk­ jast. Neyðugt er tí at savna allar kreftir í eina sterka eind, har mest fæst fyri hvørja krónu, og serfrøðin fær umstøður at trívast og mennast fakliga. – Útbúgvingarskipanin skal betrast. Hægri útbúgv­ ingarmøguleikarnir skulu gerast fleiri og lyftast á eitt hægri stig, sum er ein alneyðug fortreyt fyri, at vit gerast fleiri og klókari. Uni versitetsútbúgving skal saman granskingini mið savnast í eina sterka útbúgvingar­ og gransk ingar­ eind, soleiðis at samvirkni og dynamikkur fæst í vitanar­ og lestrarumhvørvið. Flokkurin sigur eisini, at kommunurnar skulu skipast í fáar sterkar eindir, sum eru førar fyri at lyfta tær uppgávur, ið skulu liggja tætt við teg sum borgara. Framsókn vil hava færri reglur, ásetingar og avmarkingar. Hann heldur, at landið skal avmarka sín leiklut sum tann, ið stýrir og fordeilir. Tað klárar vinnan best í fríari kapping. – Vit skulu hava minni umsiting og meira fyri pengarnar. Nógv størri partur av almenna virkseminum skal leggjast út til privat at umsita og veita. Vit skulu tora selja almennar fyritøkur, sum samfelagsbúskaparliga, gera størri gagn, riknar á privatum hondum, sigur flokkurin. Framsókn er ein full­ veldisflokkur, sum vil hava eina sjálvbjargnar Føroyar. – Tað er í strembanini eftir at standa á egnum bein um, at vit fáa tann størsta framburðin. Fram­ sókn vil tí, at Føroyar gerast fullveldi. Vit skulu sjálv taka ábyrgd og ræði á okkara egna tjóðarbúskapi og seta sjøtul á eina tilgongd, har ríkisveitingin minkar niður í einki. Tað merkir ikki, at vit byrgja okkum inni, tvørturímóti merkir sjálv­ ræði, at vit gerast sterkari í felagsskapi við onnur. Flokkurin sigur, at sjálv­ ræði gevur áræði og sjálvsálit, sum skulu vera sterkasta eyðkenni við okkara sam­ leika. Tí setir Framsókn frælsi fremst. ± Føroya Handilsskúli søkir eftir LÆRARUM Treytað av ætlaðum virksemi søkir Føroya Handilsskúli eftir lærarum til HH og FHS í Tórshavn frá 1. august 2011. Talan er antin um tíðaravmarkað starv skúlaárið 2011/2012 ella um fast starv, um umsøkjari hevur útbúgving, sum hóskar til tørv skúlans. Setanarkor til fast starv: Tvey tey fyrstu árini verða roknað sum royndartíð. Lærarar, sum verða settir í fast starv, hava skyldu at undirvísa í teimum lærugreinum, teir hava førleika til, og mugu vera til reiðar at fara undir námsfrøðilga útbúgving. Løn: Lærarar verða løntir eftir sáttmála millum Lærarafelag Handilsskúlans og Fíggjar­ málaráðið, ella eftir avtalu. Lærarar til gymnasialu yrkisútbúgvingina (HH): Søkt verður eftir lærarum til hesar lærugreinir: Altjóða búskap B, Danskt A, Føroyskt A, Heimspeki C, Innovatión C, Samfelagslæru C, Samtíðarsøgu B, Sálarfrøði C, Støddfrøði A, B og C, Sølubúskap A og B, Vinnulívsrætt C og Virkisbúskap B. Førleikakrøv: Viðkomandi útbúgving á kandidatstigi ella onnur hægri útbúgving saman við serfrøðingavitan. Umsókn: Umsóknin skal stílast og sendast til Føroya Handils­ skúla, Marknagilsvegur 77, Postsmoga 177, 110 Tórshavn. Hon skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 16. mai 2011. Umsóknarblað fæst á skúlanum ella á heimasíðu skúlans www.fh.fo. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Olav Absalonsen á telefon 317177, teldu­ postur: oa@hsh.fo Lærarar til yrkisútbúgvingina (FHS): Søkt verður eftir lærarum til hesar lærugreinir: Føroyskt C, Innovatión C, Marknaðarførslu C, Samfelagslæru/Fiskivinnu C, Støddfrøði C, Virkisbúskap C, Visuella marknaðarførslu C og skúlaskeið fyri lærlingar. Førleikakrøv: Viðkomandi útbúgving á bachelor­stigi ella onnur hægri útbúgving saman við serfrøðingavitan. Umsókn: Umsóknin skal stílast og sendast til Føroya Handils­ skúla, Marknagilsvegur 77, Postsmoga 177, 110 Tórshavn. Hon skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 16. mai 2011. Umsóknarblað fæst á skúlanum ella á heimasíðu skúlans www.fh.fo. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Sonju Oyrabø Petersen á telefon 317177, teldupostur: sp@hsh.fo. Framsókn: Persónligt, vinnuligt og tjóðskaparligt frælsi POLITIKKUR Nýggi flokkurin við Poul Michelsen á odda, Framsókn, er nú klárur við viðrisgrundarlagnum. Heldur enn at hava eina stevnuskrá, sum hevur lyndi til at gerast stirvin, grunda vit flokkin á nøkur grundleggjandi virði, har tann einstaki er í miðdeplinum við støði í okkara felags siðaarvi, sigur flokkurin Hanna Jensen og Poul Michelsen er enn einastu fólkini aftan fyri nýggja flokkin. Nú virðisgrundarlagið er klárt, fara vit helst at síggja fleiri av fólkunum handan flokkin Mynd: Jens Kristian Vang