fríggjadagur 29. apríl 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 49 · 29. apríl 2011
8
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Vit hittu Hallfríð Djurhuus í lítla og
snøgga handlinum í gongugøtuni í
Hirtshals nakrar dagar fyri páskir.
So skjótt, tú kemur innar, sæst, at her
ræður hugflog og hegni. Hallfríð dugir síni
ting, og hon er sera kreativ. Longu, meðan
hon búði í Vestmanna, dámdi henni at
virka klædnapløgg, og tað kom eisini fyri,
at hon gjørdi ymiskar uppgávur fyri fólk.
Seinnu árini hevur hon búð í Hirtshals,
og tað er serliga, síðan hon flutti niður at
búgva, at hon rættiliga er farin at fáast við
virking av pløggum, bæði úr tógvi og toyi.
– Eg byrjaði í smáum, áðrenn eg
flutti niður, men tað eru eini trý ár,
síðan eg veruliga fór í gongd.
Hallfríð hevur selt virkaði pløgg um
heimasíðu sína www.hallfrid.dk, og her hevur
hon bæði selt til føroyingar, sum búgva
í Føroyum, men ikki minst til føroyingar
í øðrum londum. Útlendingar hava eisini
lagt til merkis, at hon hevur nakað serstakt
og hava keypt umvegis heimasíðuna.
– Í september síðsta ár læt eg so handilin
upp, og eg eri sera fegin um undirtøkuna.
Tað hevur eisini havt stóran týdning fyri
søluna, at Norrøna nú er farin at sigla til
Hirtshals, og nú líka sum gleði eg meg at møta
føroyingum í handlinum hvønn leygardag.
Hon sigur, at føroyingar hava verið
óførir at hyggja fram við, bæði tá teir koma
til Hirtshals, men eisini á heimferðini.
– Nú summarið nærkast, og Norrøna fer at
sigla tvær ferðir um vikuna, vænti eg uppaftur
fleiri føroyingar inni á gólvinum, sigur hon.
Fá pløgg eins
Hallfríð Djurhuus sigur, at hon selur
rættiliga nógvar kjólar, og í vetur hevur hon
eisini selt nógvar troyggjur. Annars virkar
hon øll møgulig pløgg úr tógvi og toyi.
– Eg arbeiði nógv mest við damuklæðum,
serliga kjólum, troyggjum, hálsaturrikløðum
og øðrum, men eg geri eisini barnaklæði.
Inni í handlinum hjá Hallfríð eru
eisini taskur og ymisk prýði, sum hon
eisini evnar úr ymiskum tilfari.
– Eg brúki nógv føroyskt tógv, sum eg
blandi saman við útlendskum. Føroyska
tógvið hevur so góðar náttúrulitir, og tá eg
so blandi litað útlendskt tógv uppí, haldi
eg, at pløggini gerast so litrík, frísk og
vøkur. Tað er ongantíð bara føroyskt tógv í
einum og sama plaggi, leggur hon aftrat.
Hallfríð sigur, at hon ger nógv burtur úr
at gera tingini øðrvísi – og heilt øðrvísi, enn
fólk vanliga síggja og kunnu keypa aðrastaðni.
Soleiðis brúkar hon eisini tógv og toy saman.
– Eg geri ongantíð meiri enn fýra pløgg
av sama slagi, og ógvuliga ofta geri eg bara
eitt plagg. Hetta ger, at tey, sum keypa mínar
vørur, neyvan síggja nakran annan í sama
kjóla – ella í somu troyggju. Eg haldi, at míni
viðskiftafólk eru ógvuliga glað fyri, at tað,
sum tey keypa frá mær, ikki er eitt plagg, sum
fleiri onnur ganga í, men at hetta er eitt plagg,
sum er rættiliga unikt, sum hon tekur til.
Hallfríð sigur, at hon ikki hevur fingist
so nógv við at gera pløgg eftir bílegging.
Henni dámar besta at gera síni egnu ting.
– Um onkur biðir meg gera okkurt,
sum onkur annar ger – ella eigur modellið
til – er svarið nei. Hinvegin er tað í lagi,
um fólk ynskja tey pløgg í øðrum litum
enn teimum, sum eg havi valt.
Full í hugskotum
Vit fregnaðust eisini eftir, hvaðani
hon fær øll hugskotini.
– Hugskotini eru eingin trupulleiki. Tá eg siti
við einum, fái eg vanliga tíggju onnur hugskot,
sum eg havi hug at royna. Eg noyðist kortini
at sláa meg til tols við, at eg ikki røkki øllum.
Hallfríð sigur, at hon fer tíðliga upp
hvønn morgun, og dagarnir eru langir.
– Eg fari upp klokkan 06 og fari í gongd
beinanvegin. Í vetur hevur handilin verið opin
frá klokkan 13 til 17, men skjótt fari eg at lata
upp klokkan 10 og hava opið til klokkan 17.
Hallfríð Djurhuus dylir ikki, at
øll hennara tíð fer til tað arbeiði,
sum hon veruliga brennur fyri.
– Øll eru vælkomin inn á gólvið, og
eg gleði meg at hitta nógvar føroyingar
í summar, leggur hon aftrat.
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo
Hugflog kennir eingi mørk
Hallfríð DjurHuus, sum í mong ár búði í Vestmanna, býr nú í HirtsHals,
har hon læt egnan handil upp síðsta Heyst. hon er ógVuliga kreativ, er á
tremur við Hugskotum og virkar sjálV øll tey pløgg, hon selur. oftast ger
hon bara eitt plagg av hvørjum slagi – og í mesta lagi fýra eru eins
mynD: VILmUND JAcobSEN
– Hugskotini eru eingin trupulleiki. Tá eg siti við einum, fái eg vanliga tíggju onnur
hugskot, sum eg havi hug at royna, sigur Hallfríð Djurhuus
Fakta:
Navn: Hallfríð Djurhuus
Starv: Sjálvstøðug vinnurekandi
Besta við starvinum:
At brúka síni kreativu evni
Ringasta við starvinum:
Elski mítt arbeiði
Staður: Hirtshals
Stjóri: Eg sjálv