Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mars 2002síða 21

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 48 - 9. mars 2002 Nr. 48 - 9. mars 2002 41 Kirkjubøar kommuna sóknast eftir Leiðara og 3 pedagogum til Barnagarðin á Velbastað Vit hava um neyðugt pláss á stovninum fyri børnum teirra, sum sett verða í leiðarastarvið og pedagogstørvini. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Elina Henriksen, leiðara, á tlf. 328121 / velbarn@post.olivant.fo ella Óluvu Niclasen, bygdarráðslim, á tlf. 328145 / oluvanic@hfs.fo Umsókn Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um royndir skulu sendast Kirkjubøar kommunu v/Annfinn Brekkstein, 176 Velbastaður innan 1. apríl 2002. Barnagarðurin á Velbastað er ein kommunalur stovnur við einari fíggjarætlan uppá 2,3 milliónir árliga. Stovnurin liggur í friðaligum umhvørvi við stórum spæliplássi og haganum rundanum. Har eru 40 børn av Velbastað, úr Kirkjubø, úr Syðradali og úr Havn. Børnini eru millum 1/2 og 9 ár og eru í trimum stovum, har aldursbýtið er 0-2 ár, 2-4 ár og 4-9 ár. Tað eru 11 starvsfólk, svarandi til umleið 9 fulltíðarstørv. Endamálsorðingin hjá stovninum er frá 1997 og soljóðandi: "Endamálið er at skapa fjølbroyttar menningarmøguleikar, bæði kropsliga og sálarliga og tryggja, at børnini faa nógvar og ríkar upplivingar. Vit ynskja, at børnini ótarnað skulu sleppa at spæla; harumframt skulu tey sleppa at vera við til at taka avgerðir, og starvsfólkini skulu lurta eftir teimum og geva sær stundir til tey." Leiðari Sum leiðari fært tú her møguleika at gera hugsanir tínar til veruleika um, hvussu ein barnagarður gerst eitt vælvirkandi námsfrøðiligt tilboð í nærumhvørvinum. Arbeiðsøkið hjá leiðaranum er at leggja ætlanir fyri árið og leiða dagliga virksemið í samsvari við pedagogisku stevnuna hjá stovninum. Uppgávurnar fevna um upptøku av børnum, fíggjarstýring (bókhald og ársroknskapur verða gjørd av kommununi), at skipa dagliga virksemið, vaktir og innkeyp, at umsita starvsfólkaviðurskifti so sum starvssetanir, lønir, farloyvi, skeið v.m., samstarv og kunning við foreldur, foreldra- og bygdarráð og samskipan av felags tiltøkum annars. Leiðarin hevur ábyrgd av, at skipanir eru, sum lúka almenn krøv, t.d. innan trygd og heilsu. Umráðandi er, at leiðarin alsamt dagførir sína vitan á námsfrøðiliga økinum. Førleiki Leiðarin má hava pedagogiska útbúgving og hegni og áhuga fyri leiðslu. Til ber at víkja frá útbúgvingarkravinum, men umsøkjari má skjalprógva aðra viðkomandi útbúgving og leiðsluroyndir. Setanarviðurskifti Starvið er frá 1.juni 2002, men vit bíða fegin eftir rætta fólkinum. Lønin verður eftir avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið/kommunurnar. Harumframt er møguleiki at tingast um viðbót. Pedagogar Vit sóknast eftir trimum pedagogum, einum til hvørja stovu. Høvuðsuppgávan er at skapa fastar, tryggar karmar um dagin hjá børnunum, og við spæli og øðrum tiltøkum, t.d. húsligum uppgávum, at hjálpa børnunum at mennast sum einstaklingar og sum partar av størri heildum. Arbeiðið fevnir um planlegging, praktiskar uppgávur í sambandi við máltíðir og ansing annars, og um íverksetan av tiltøkum og spølum. Førleiki Umsøkjarar mugu hava pedagogiska útbúgving. Royndir innan arbeiði í vøggustovu/barnagarði eru ein fyrimunur, men ikki fortreyt. Annars er av týdningi, at umsøkjarar kunnu arbeiða sjálvstøðugt, hava góð samstarvsevni og vilja vera við til at seta sín dám á stovnin. Setanarviðurskifti Størvini eru frá 1. juni 2002 ella skjótast til ber. Tó kunnu vit bíða eina tíð eftir tí rætta umsøkjaranum. Arbeiðstíðin kann vera 40, 35 ella 30 tímar um vikuna. Lønin verður eftir avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið/ kommunurnar. Í umsóknini kann vera tilskilað, um umsøkjarin hevur ynski um at arbeiða í ávísari stovu. team85 • 358000 Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Sjúkrasystrar til psykiatriska Deild 1 Tvey avloysarastørv sum sjúkrasystir á Deild 1 eru leys at søkja til setan frá 1.apríl 2002 til og við 31. august 2002. Talan er um brøk 0,7 í blandað- um vaktum. Deildin er ein opin psykiatrisk móttøkudeild við 14 seingjaplássum.Á deildini arbeiða bert sjúkra- systrar. Vit arbeiða tvørfakligt á einum høgum fakligum støði við teimum nýggjastu terapihætt- unum.Arbeiðsumhvørvið er áhugavert,krevjandi og hevur nógvar avbjóðingar. Krøv til umsøkjaran • prógv og góðkenning sum sjúkrasystir • fakligan áhuga innan psykiatrisku sjúkra- røktina • góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða • eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðs- umhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samarbeiði Setanartreytir Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja telefon 31 35 40, Bergit Weihe, yvirsjúkrasystir, lokal 351 - e-post: bergitw@ahs.fo ella til Marin Samuelsen, deildarsjúkrasystir, lokal 421. Umsóknarfreistin er 25. mars 2002 kl. 12.00. Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og við- mælum e.l. skulu sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Aðalfundur Aðalfundur felagsins verður 13.mars 2002 kl.1930. Fundurin verður í hølunum hjá Starvsmanna- felagnum, J. H. Schrøtersgøta 9. Dagsskrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Frágreiðing frá stjórnini fyri farna árið 3. Framløga av grannskoðaðum roknskap 4. Val av skattmeistara 5. Val av einum stjórnarlimi 6. Val av tveimum tiltakslimum tilstjórnina 7. Áseting av limagjaldi 8. Uppskot frá nevndini um lógarbroytingar 9. Ymiskt Nevndin Gravsteinar, kantsteinar og blómubeð Nú eisini úr Føroyskum gróti SLANGUVOGNAR við t.d. 60 m 1" slangu Væl hóskandi til havnir, virkir, stovnar, skúlar og aðrar bygningar. · Brandslangur · Eldsløkkjarar · Brandteppir Heilsøla, smásøla og umboð - Tel. 315600 - Fax 318008 Á nýstovnaðu leiðsluskrivstovuni hjá Almannastovuni er brúk fyri einum løgfrøðingi ella fólki við aðrari viðkom- andi útbúgving. Leiðsluskrivstovan hevur ábyrgdina av, at setningurin hjá Almannastovuni verður framdur í tráð við politikk og viðtøkur annars. Høvuðsuppgávurnar eru • Ráðgeva og vegleiða leiðsluni í løg- frøðisligum og fyrisitingarligum spurningum • Ummæla uppskot til lógir og kunn- gerðir • Málsviðger • Gera innanhýsis reglugerðir • Gera vegleiðingar, tá Kærustovnurin broytir avgerðir Almannastovunar • Tryggja at lógir og kunngerðir verða umsitnar á rættan hátt • Tryggja at stovnurin kunnar almenningin um rættindi og skyldur sambært almannalóggávuni • Verða partur av tvørfakligum sam- arbeiði á stovninum Førleikakrøv Vit ímynda okkum ein persón, sum hevur løgfrøðisligt embætisprógv ella aðra viðkomandi útbúgving. Kunnleiki til almenna umsiting, almannalóggáv- una og samfelagsviðurskifti annars er ein fyrimunur.Fólk,sum eru í ferð við at gera seg lidnan við lesnaðin,hava eisini ein møguleika at søkja. Dentur verður lagdur á góðan málkunnleika og kunn- leika til EDV. Vit bjóða • Sjálvstøðugt starv við fjølbroyttum og avbjóðandi uppgávum • Skeið og eftirútbúgvingar- møguleikar Løn- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi fakfelag. Setanarøki er Almannastovan við øllum deildum. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Petru J. Joensen, stjóra, á tlf. 318312 lokal 105 ella fartlf. 215480. Umsókn Umsólkn við avriti av prógvum skal sendast til: Petra J. Joensen, stjóri Almannastovan Postboks 3096 110 Tórshavn Umsóknarfreist 1. apríl 2002. Almannastovan Jónas Broncksgøta 27 – Postrúm 196 Tlf. 315480 – Telefax 318850 FO-110 Tórshavn Løgfrøðingur byrjar í Suðuroynni mánakv. 11. mars - kl. 20.30 Koyrikortið SP/F Stoffalág 82 • Tel 318821 • 315298 • Fartel 218777 • hajah@post.olivant.fo Telefonin svarar frá kl. 15.00 - 16.30 Tórshavnar Trafikkskúli team85 Suðuroyingar! Avmarkað næmingatal! Nýtt skeið Nýtt skeið Buss Trailara Lastbil nærri fæst at vita: Velbast elbastaðvegur 45 aðvegur 45 Box 336 Box 336 110 10 Tórshavn Tórshavn Tlf. Tlf. Fax. Fax. Far Far. FFA. A.GRA RAVSTEINAR VSTEINAR Gravsteinar Gravsteinar Gravplátur Gravplátur Blómukassar Blómukassar Gravkant Gravkantar ar Nýggja áskrif Nýggja áskrift Umvæling Umvæling Opið: mán-fríggj. 900-1700 annars samb. avtalu. Sjónband - 31 77 74 320370 320370 321470 321470 214270 214270 Vøruskráð kan fáast! Nýggj sól í Dj. Geilsgøtu 29 Tilboð í mars: Kom og royn tað nýggjasta innan sólir í Føroyum við fløgu- spælara og voice- guide Hjá Birnu Dj. Geilsgøta 29 Tlf. 312033 5 min. fyri 10,- HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN 2 djóralæknar til fiskasjúkuøkið F O O D A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y Falkavegur 6, 2. hædd FO-100 Tórshavn Faroe Islands Tel. +298 35 64 00 Fax. + 298 35 64 01 E-mail: feagency@hfs.fo www.hfs.fo Vit bjóða • Gott arbeiðsumhvørvi og stórar fakligar avbjóðingar • Góðar møguleikar fyri eftirút- búgving og víðari útbúgving Løn v.m. Setanartreytir sambært sáttmála millum Magistarafelagið og Fíggjarmálastýrið, sí heimasíðuna www.lnd.fo Umsóknarfreist Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mána- dagin 15. apríl 2002. Upplýsingar Upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Peter S. Østergaard, deildarleiðara, ella Bárð Enni, stjóra. Fiskasjúkudeildin Heilsufrøðiliga starvsstovan er býtt upp í 3 meginøki; eftirlit, og kann- ingarstovur og verkætlanir. Fiskasjúkudeildin er saman við kemisku og mikrobiologisku kann- ingarstovunum á V.U. Hammers- haimbsgøtu 11 (Debesartrøð) í Tórshavn. Fiskasjúkudeildin er ein nýggj kanningarstova, sum enn er undir uppbygging. Diagnostisku grein- ingarhættirnir eru virologiskur diagnostikkur (kyknualing), PCR og ELISA-tøkni. Útbyggingin kemur í fyrsta umfari at snúgva seg um ISA-, BKD- og IPN-diagnostikk við denti á virologi, PCR og histologiskum og immunohistokemiskum greining- arhættum. 2 nýggj fulltíðar djóralæknastørv eru leys at søkja á Fiskasjúkudeildini til setan 1. mai 2002 ella skjótast gjørligt. Djóralækni 1 Høvuðsuppgávurnar vera sjúku- greiningar / diagnostikkur av fiska- sjúkum, heilsuyvirvøka, umsiting av djórasjúkulógini og eftirlit við aling. Í byrjanini verður tað serliga eftirlit við fiskasjúkuviðurskiftum við nýt- slu av brunnbátum, laksasláturvirk- jum, góðskingarvirkjum og bygn- ingum hjá alistøðum á landi, nú nýggjar lógar- og kunngerðarreglur skulu setast í verk. Djóralækni 2 Høvuðsuppgávurnar verða eisini eftirlit og málsviðgerð, men har- aftrat kemur sýnismóttøka og handfaring av sýnum í sambandi við sjúkuprogramm av kleyvdýrum. Eisini verða uppgávur í sambandi við umsiting av djórasjúkulóggávu- ni og alment slátureftirlit.Í byrjanini verða uppgávurnar í sambandi við kleyvdýrini tær størstu. Faklig krøv • Útbúgving sum djóralækni við norðurlendskari autorisatión • Góð samstarvsevni • Sjálvstøðug/ur og miðvís/ur • Koyrikort til bil Fyrimunir • Starvsroyndir við fiskasjúkum • Góður EDV-kunnleiki www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 41 40