mánadagur 2. mai 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
8
Sosialurin
Menu á i-Pad
Á Koks eru tey sera frammalaga viðvíkjandi menukortinum, tí
menukort og vínkort er ein i-Pad2 frá Apple. Og tað gevur sera
nógvar og óendaligar møguleikar. Tá tú kemur til borðs fært tú ein
i-Pad, har tú kanst trýsta teg til matskrá og vínkort.
Ynskri tú til dømis at fáa jomfrúhummara, so trýstir tú á jomfrú-
hummara. Hagani kanst tú so trýsta á eina leinkju, sum fær fram
ein film um, hvussu hummarin er veiddur og hagreiddur alt til
hann stendur á borðinum. Koks hevur latið gjørti fleiri smáar
filmar, sum gestirnir kunnu síggja í i-Padinum og soleiðis fáa
søguna um matin afturvið.
Við i-Padinum sleppa gestirnir eisini á netið og ikki minst
á Facebook. Teir kunnu taka mydir við i-Padinum og leggja
myndir út á netið.
Og at hetta hevur stór perspektiv við sær, tað ivast
Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum ikki í.
– Vit hava eini 10.000 gestir á matstovuni um árið. Siga
vit, at helmingurin eru útlendingar, og at tey í miðal hava
200 vinir á Facebook, so røkka vit á henda hátt út til eina
heila millión útlendingar gjøgnum Facebook, púra ókeypis,
sigur hann.
Skapa áhuga fyri føroyskum rávørum
Um vit skapa tørvin fyri føroyskum fáðvørum, so fara fólk at spyrja eftir teimum. Hetta skapar eisini áhuga uttanlands. Leif Sørensen sigur, at Jákupskel er eitt gott
dømi. Føroyska Jákupskelin verður nógv brúkt í útlondum, tí tey hava smakkað hana í Føroyum.
Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum,
greiddi frá, hvussu gestirnir á matstovuni
Koks kunnu nýta i-Pad til
at velja sær mat og vín
– men eisini, hvussu
hann hugsar sær
at fáa gestir at
marknaðarføra
matstovuan á
Facebook. Á henda
hátt kunnu tey á Koks
røkka einari heilari millión
útlendskum Facebookbrúkarum!
Føroysk heiti
Á Koks leggja tey dent á at brúka føroysk
heiti til matin. Tað er Jonhard Mikkelsen
frá forlagnum Sprotanum, sum hevur
vegleitt.
Leif Sørensen vísir á, at vit ofta brúka
fín útlendsk orð, sum vit kanska ikki
skilja.
– Hví ikki vera erlig og siga tað akkurát
sum tað er? Tað er tað, sum vinnur í
longdini, heldur hann.
Tey skeinkja sjampanjur í forhøllini á hotellinum
Uppi á hanabjálkunum í matstovuni ber til at nóta
eitt glas áðrenn ella eftir máltíðina
Mortan í Hamrabyrgi
kannar menu’ina í i-Padinum