mánadagur 2. mai 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
Sosialurin
roySka tráðin
– Hetta var bara nakað, sum
vit droymdu um – kanska at fáa
eina stjørnu. Men tað endaði
við, at vit fingu tvær og eina
í parantes, og vit komu við í
elituna í Norðurlondum, og vit
koma í eina bók um 65 tær bestu
matstovurnar í Norðurlondu,
sigur Leif Sørensen.
Og hann leggur ikki fingr ar
nar ímillum.
– Vit skulu ikki smæðast. Tað
er soleiðis, vit skulu arbeiða. Vit
duga so nógv, og vit skulu vísa
tað. Vit hava bestu ráðvøruna
í Føroyum, og vit fáa serligar
ráðvørur til Føroyar. Okkara
endamál er at fylgja við teimum
bestu í norðanlondum. Royna at
vera gourmet, sum eitur »góð
metis« á føroyskum, men tað
setur onnur krøv, enn matin. Tað
setur eisini krøv til hølini, og til
umhvørvi annars at sleppa við
í Den Danske Spiseguide, sigur
Leif Sørensen, sum vísir á, at nú
er alt so gott á matstovuni, at
hann og hansara fólk einki hava
at klaga um.
– Nú er bara at fáa teamið at
koyra og vónandi at seta fleiri
starvsfólk, sigur hann og vísir
á Søllerød Kro í Keyp manna
havnarøkinum í Danmark, har
havnarmaðurin Jan Restorff er
matstovustjóri:
– Søllerød Kro er á stødd
við hesa matstovuna. Men har
eru átta kokkar pluss fleiri
næmingar, og tilsamans eru tey
24. Men so nógv fólk hava vit ikki
hjá okkum, vit mugu bara renna
tað skjótari – og vit vinna kanska
við tíðini, sigur Leif Sørensen við
einums smíli.
Leif Sørensen heldur, at vit í
Føroyum skulu gera vart við tað,
sum vit hava, sum er serligt.
– Vit hava øl, vit hava kjøt, vit
hava grønmeti. Tað nyttar ikki,
at vit gera tað sama, sum øll hini
gera. Vit mugu gera tað føroyskt,
fyri at gera øðrvísi, fyri at gera
til eina attraktión at koma til
Føroya. Vit eru so von við tað,
sum er danskt ella franskt, men
tað. Alt gott um tað, men tað má
vera føroyskt inspirera, sigur
hann.
Leif Sørensen vísir á, at tað
Bent Christensen frá Den Danske
Spiseguide var her:
– Vit fóru eftir hummara í
Runa vík við báti. Hann tosaði
nógv um Noma í Keyp manna
havn, sum er heimsins besta
mat stova.
Hann
tosaði
um,
hvussu fantastiskt tað var har,
og kokk urin René Redzepi hevði
sagt hetta og hatta. Eg royndi
at siga, at vit høvdu beimsins
bestu rávøru. Men hann lurtaði
ikki eftir mær. Men so ringdi
telefonin hjá mær, go tá var tað
René Redzepi frá Noma, sum vildi
hava føroyska jomfruhummara
til Noma. Tá gekk upp fyri hon
um, at tað var nakað serligt
við føroyska hummaranum, tá
Noma spyr eftir honum, sigur
Leif Sørensen.
Tá teir høvdu verið eftir
humm aranum, gjørdu teir hann
til, fóru í viðarlundina niðan fyri
hotellið eftir grannnálum, hakk
aðu skotini, sum eru súr og hava
ein barkan smakk.
Umboðini fyri Den Danske
Spiseguide fingu rættin næstan
ráan.
– Tá teir bíta í slíkan, er tað
kraft og saft. Tá merkir tú mót
støðu, tú følir, hvussu gott
kjøtið í føroyska hummaranum
er í mun til hummaran í okkara
grannalondum, sigur Leif Søren
sen, sum vísir á, at tað er tað
sama við fiskinum.
– Vit hava einastandandi fisk.
Aðrastaðni dettur fiskur sundur,
men ikki her , tí hann er so fastur.
So her hava vit veruliga nakað,
sum vit skulu læra okkum at
nýta, og tað hava vit sett okkum
fyri á Koks, sigur Leif Sørensen.
Leiðarin
á
matstovuni
á
Hotel Føroyum væntar, at teirra
stremban fer at bera ávøkst og
skapa dynamikk í mat stovu vinn
uni yvirhøvur.
– Kanska tað smittar av upp á
aðrar matstovur, so vit nærkast
tað vit kunnu kalla einum før
oysk um tvisti – føroyska tráð in.
eirikur@sosialurin.fo
➜➥