Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50 6 Sosialurin Skulu finna fø Orð: Eirikur Lindenskov Myndir: Jens Kristian Vang Á Hotel Føroyum í Havn hava tey latið upp ein nýggja matstovu, sum eitur »Koks«. Hóast hon heldur til í somu hølum, sum matstovan á hotellinum hevur verið í seinastu 27 árini, so leggja tey stóran dent á, at talan er um eina heilt nýggja matstovu. – Vit hava valt at broyta kon­ septið við Glasstovuni, hóast hon var eitt sterkt brand, sigur Leif Sørensen, kokkur, sum stend ur fyri nýggju matstovuni. – Vit slíta við tað gamla og vilja hava eina heilt nýggja og fríska byrjan, sigur hann. Og tá vit koma inn í matstov­ una, so sæst beinanvegin, at høl­ ini eru fullkomiliga broytt. Alt inni er nýtt, veggir eru nýgg ir, gólvið er nýtt – ja alt sum inni er, er gjørt av nýggjum. Stílurin, sum Lofti Arkitektar hava staðið fyri, er sermerktur. Tað fyrsta, tú leggur merki til, er at køkkurin er fluttur út í matstovuna, og at loft er lagt á hanabjálkarnar, soleiðis at ein hugnalig hems er oman fyri ein part av matstovuni. – Hetta var eitt krav, sum kom við tíðini, at vit mugu hava ymisk umhvørvi at bjóða gest­ unum. Uppi á kunnu tey njóta ein aperitif, áðrenn tey fara at eta, ella aftaná njóta ein kaffimunn ella at glas av onkrum góðum, sigur hann. Nú matstovukøkurin er flutt ­ ur út í matstovuna, so eru um­ støð urnar broyttar munandi í hotell køkinum, tí nú eru tveir køkar. Nú er ein køkur til mat­ stov una, og ein køkur til hin part­ in av virkseminum, sum fevn ir um veitslur, fundir o. a. Fyrr hava fólkini í køkinum at kalla malið um beinini hvør á øðr um, nú eru viðurskifitni nóg broytt. Køkurin var gamal, og fleiri heilsukrøv eru herd síðani hotellið varð bygt. Tí eru fleiri heilsuligar ábøtur eisini gjørdar, samstundis sum Brunaumsjónin eisini hevur kravt ávísar broyt­ ingar. Koks er ein rættiliga fín mat­ stova. Men fyri at nøkta tørvin hjá teimum, sum ikki ynskja fína menu, so er gjørd ein nýggj matstouva niðri undir á hotell­ inum. Har ber til at fáa ein bílig­ ari og lættari bita, meðan tú uppi á fært tann betra bitan. Á Koks ber til at fáa millum tríggjar og átta rættir. Tey leggja seg eftir at hava slíkt, sum er serføroyskt, eitt nú eina krabba­ meny. Tey hava trý før oysk knas afturvið, eitt nú suppu úr te og oksa og boullion og tar. – Vit royna at finna ein reyð­ an tráð, sum til dømis ein rætt við hummara, lagdur á smáar stein ar av malargróti, sigur Leif Sørensen, sum heldur, at fleiri og fleiri føroyingar tíma út at eta. – Men vit hava nógvar út­ lendskar gestir. Tað er eitt spink­ ult grundarlag við bara før oy­ ingum, men talið er vaksandi, og eg vænti, at føroyingar fáa eygu ni upp fyri hesum, og at fólk skulu glaða seg til nakað nýtt og ørðvísi. Hetta er ein stór satsing. Fyrr vóru gestirnir vanir við at fáa ein ella tveir rættir. Nú er tað í minsta lagi tríggir rættir – og um til átta, sigur Leif Sørensen. Í fjør kom Glasstovan, sum matstovan á Hotel Føroym æt, í Den Danske Spiseguide. At koksa: Forkela, vera um – ella nálgast? Navnið Koks kann hava ymsan týdning. Eitt er brennievnið koks, sum sjálvandi hevur havt nakað við matgerð at gera gjøgnum tíðirnar. Men at koksa er eisini at forkela, at vera um, vera rundan um – ella ja, at vera uppi yvir matinum. Men sambært føroysk­ensku orðabókini hjá Sprotanum merkir tað eisini »flirt«, at flirtra ella at nálgast... Í týðingini hjá Christani Matras av skotska lagnum Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt, brúkar hann orðið í síðsta ørindi: Tú koksast ikki vinur mín, Og eg skal fylgja tær. Vit tøma eina brøðraskál Og minnast tíð ið var. GÓÐMETI Á nýggju góðmetismatstovuni Koks á Hotel Føroyum royna kokkarnir at finna »føroyska tráðin«, sum skal gera tað til eina attraktión hjá ferðafólki at koma til Føroya