mánadagur 2. mai 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
10
Sosialurin
Kjak
So avgjørt
vert at royna
Eg síggi, at tað er ymiskar
meiningar
um,
hvussu
gagnligt tað er, at halda lív
í einari minnilutastjórn.
Tað eru tey, sum halda,
at tað ræður um, at fáa
eitt val her og nú. Grund
gevingarnar fyri hesum eru
ymiskar. Fyri Framsókn er
tað bara eitt val, sum kann
geva okkum størri ávirkan
og møguleikan at broyta
førda politikkin.
Tað
hevur
ongantíð
ver ið ein minnilutastjórn í
Før oyum áður, og tí er hetta
ein spennandi roynd í sær
sjálvum. Men sæð í mun til
tey týðandi mál, ið lands
stýri ikki megnaði at loysa
saman við Fólkaflokkinum,
so er tað alneyðugt, at onkur
tekur ábyrgd av, at fáa hesi
frá hondini áðrenn val
verður útskrivað.
Hetta hevur Framsókn
valt at gera. Vit kundi
valt at hugsa taktiskt eins
og onkur annar og læti
ruðuleikan bara ment seg til
kaos. Møguliga høvdu vit tá
staðið betri til eitt komandi
valstríði, men Framsókn
er komin í politikk fyri at
samstarva. At samstarva
tvørtur
um
siðabundin
polit isk mørk og fyri at ar
beiða pragmatiskt.
Samfelagið krevur stór
ar umskipanir á næstan øll
um økjum. Framsókn torir
at fremja hesar – tí spurn
ingurin er ikki longur um
hvar ein býr í Føroym, men
um yvirhøvur at búgva í
Føroyum.
Saman við Sambands
flokk inum, Javnaðar flokk
in um og Tjóðveldi hava vit
gjørt eina langtíðaravtalu
um, hvussu týðandi part ar
av framtíðar fiski vinnu
politikki okkara skal síggja
út.
Onnur
stórmál,
sum
Fram sókn vil gera langtíðar
semju um áðrenn eitt val
eru :
•
Pensjónsmálið
•
Skúlaumskipanin
•
Kommunuumskipanin
•
Stjórnarskipan Føroya
Ein politisk virkin tíð ligg
ur fyri framman, og Fram
sókn vil fegin brúka alla
summarfrítíðina uppá at
loysa tey mál sum liggja í
tinginum. Tað krevur gott
hegni, men læt okkum
so finna neyðuga hegnið
fram.
Tá so arbeiðsdagurin er
lokin kann løgmaður skriva
val út t.d. í september.
Poul Michelsen
formaður Framsókn
Rættur málsins
Hvønn rætt hevur føroyska
málið í Føroyum?
Fara vit í lóggávuna, so
stendur í heimastýrislógini,
at føroyskt er høvuðsmálið.
Harumframt
stendur,
at
danskt skal lærast væl og
virðiliga.
Tað er skyldan hjá mynd
ug leikunum at síggja til, at
henda lóg eins og aðrar lógir
verður hildin.
Er tí nakað til hindurs
fyri, at myndugleikarnir sam
tykkja, at allar frálærubøkur
í føroysku skúlunum eru á
høvuðsmálinum, eisini tær
bøkur, sum næmingarnir
skulu læra fremmanda málið
danskt eftir? Valla man tað
vera.
Reglan í skúlunum er, at
næmingar og lærarar í felag
velja lærubøkur. Um so er,
at ein lærari heldur, at tær
føroysku bøkur, sum tá eru á
marknaðinum, ikki eru nóg
góðar, so kann hann bara gera
eina bók, sum hann heldur
vera betri. Bókaútgáva gerst
støðugt bíligari. Er henda
nýggja bókin so góð, at aðrir
næmingar og lærarar taka
undir við henni, fer hesin
lærararithøvundur at fáa
eina fitta eykainntøku av
tiltaki sínum.
Ein slík lóg hevði framt
kreativitetin í øllum sam fe
lag num, so hví ikki royna at
fáa hana setta í verk?
Zakarias Wang
ALS er nýggja arbeiðararørslan
Fyri einum ári síðani kom
forsprákari frá arbeiðara
rørsluni yvir til mín. Við
komandi hevði hildið røðu
á Vaglinum, men eingin var
møttur upp. Hann mintist
afturá sjeyti árini, tá ið
altjóða arbeiðaradagurin var
alfa og omega. Irriteraður
inn á vánaligu undirtøkuna
spurdi hann: hvat er hent
við arbeiðaranum? Við virð
ing fyri viðkomandi segði
eg einki, men eg loyvi mær
at siga tað í dag. Altjóða
arbeiðaradagurin
hoyrir
heima í søgubókunum. Tað
er ein leivd av eini farnari
tíð. Viður skiftini hjá vanliga
arbeiðaranum eru góð, og
tað eru eldsálum sum áður
nevnda at takka.
ALS
Samfelagið hevur 1. mei 2011
eina aðra avbjóðing: hvussu
fáa vit fólk at arbeiða? ALS,
ið skuldi vera trygdarnet,
er vorðin ein trupulleiki.
Ung verða eggjaði at fara
uppí, tey hoyra søgur um
javn aldrar, ið fara ókeypis
til Costa Del Sol. Tey skulu
bara fylla ALSskjalið út,
so er túrurin heima. Hetta
eyð kennir
hugsanarháttin
hjá
fleiri.
Samfelagið
er
komið í eina støðu, har tað
ikki loysir seg at arbeiða, tí
borgarin er vorðin ov vanur
við ymisku tænasturnar, ið
“vælferðar”samfelagið veitir.
Arbeiðarin
Bróður parturin
av
lønini
fer í skatt. Ein fimtingur av
kostn aðinum fer í MVG. Tað
er skilj andi, at arbeiðarin
krevur okkurt fyri pengarnar,
men er hann nøgdur við,
at rúsdrekkamisnýtarar og
onn ur fáa pengar fyri einki?
Ynskir arbeiðarin, at ung
dómurin sólar sær í summar
steðg inum, tá ið hann ar
beiðir yvir?
Forsprákarin
Hevði eg møtt forsprák ar
anum aftur, og hann spurdi,
hvat er hent við arbeið aran
um, vildi eg svarað:
• Vit mugu gera tað minni
freist andi at fara upp í
ALS. Vit rinda ov nógv fyri
rúsdrekkamisnýtarar og
tann reyvasíða ungdómin,
ið ikki orkar at arbeiða, og
um vit nakrantíð skulu fáa
fólk út at arbeiða, mugu
vit vísa teimum virð ing.
Arbeiði skal verða stolt
leikin, tað skal um boða
teirra dygd og dirvi. Ikki
fyrr enn lívið í ALS verður
súrt, verður altjóða arbeið
ara dagurin fram haldandi
ein dagur, ið eingin skoytir
um, tí ALS er nýggja ar
beiðara rørslan.
Hanus Samró
formaður í HUXA og valevni
hjá Fólkaflokkinum
Ongin fótbóltsvøllur í
Dalinum Langa
Í seinastuni hevur alment
kjak verið millum Levi Mørk
og Jákup Sìmun Simonsen,
býráðslimir
í
Havn,
um
stað seting av nýggjum fót
bóltsvølli í Hoyvík.
Akkurát hvat teir eru
ósamdir um, er helst torført
hjá vanliga borgaranum at
skilja, tí teir eru púra samdir
um høvuðsmálið, sum er at
leggja nýggjan fótbóltsvøll í
Hoyvík í fríøkinum í Dalinum
Langa.
Sum formaður í byggi. og
býarskipanarnevnd
Tórs
havnar býráðs kann eg bara
leggja aftrat hesum kjak in
um, at hetta als ikki kemur
uppá tal.
Tað verður ongin fót
bóltsvøllur lagdur í Dalinum
Langa, og býráðslimir áttu
heldur at nýtt orkuna uppá
at
funnið
alternativ
til
verandi ætlan, um teir ikki
eru nøgdir við hana.
Eg skal ikki siga, hvar
besta staðið annars kann
vera. Men hvørki Levi Mørk
ella nakar annar sleppur at
eyð ræna náttúruna í Hoyvík,
soleiðis sum mælt verður til.
Tað er rætt, at málið fekk
umrøðu í byggi og býar
skipanarnevndini, har sligið
varð fast, at hetta ikki var
ideella loysnin. Plandeildin
staðfesti
frammanundan,
at Dalurin Langi als ikki var
egnaður til ein fótbóltsvøll
og tí, sum hartil hoyrir.
Fyri tað fyrsta er ikki pláss
til ein tílíkan vøll í Dalinum
Langa, sum kemur at liggja
kloss upp í Myllutjørn. Hartil
verður inntrivið í náttúruna
alt ov stórt og vit oyða eitt
fríøki, vit heldur áttu at
brúkt næstu tveytrý árini
til at planta og gjørt til eina
viðalund til gleði fyri allar
borgarar.
Ein fótbóltsvøllur er ikki
bara ein fótbóltsvøllur. Her
skal til og frákomuvegur
gerast, parkeringsøki til fleiri
hundrað bilar, ljóssteyrar,
sum stinga nógvar metrar
upp í loft, umframt áskoðara
pláss til hóp av fólki. Fremja
vit hetta verður dalurin
aldrin aftur opin sum fríøki
fyri hoyvíkingar og aðrar
havnaborgarar.
So brúkið heldur ork
una uppá at finna annað
alternativ, um tað er neyð ugt.
Vøllurin er longu stað settur
við skúlan við Løg manna
breyt, men hetta kjakið førir
bara við sær, at málið blívur
við at draga út.
Annars standi eg púra
spyrjandi, hví Levi Mørk
ikki tekur mál sum hetta
upp í byggi og býar skip
anar nevndini ella í bý ráðs
samgonguni, ístað in fyri at
viðgera tað í fjølmiðlunum.
Bogi Andreasen
varaborgarstjóri, form. í byggi-
og býarskipanarnevndini