Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50 Sosialurin Út við skot­ grava politikki og inn við samstarvi Soleiðis sum politiska støð an nú er vorðin, er tað neyðugt, at floks for­ menn inir seta seg saman og finna parlamentariskar semj ur um lógaruppskotini í Tingin um. Tað lættasta í verandi løtu er at sita í hvør sínari skot grøv og skjóta eftir hvørj um øðrum við, hvør hevur skyldina av, at vit eru komin í politisku ógreiðu støðu. Summi peika eftir Fólkaflokkinum, onnur peika eftir teimum flokkum, sum sita eftir í landsstýrinum og aftur onnur eftir andstøðuni á Tingið (hvør hon so enn er í løtuni). Politikkur er sum eitt hjúnarband, tú kanst neyvan bara geva tí eina partinum skuldina fyri, at hjúnarbandið ikki virkar eftir vild. Ì politikki hava vit øll abyrgd, ábyrgd av at fáa tingini til at glíða, ábyrgd fyri tí áliti,, okkum er sýnt av veljarunum og vegna tey sett at stýra og lóggeva í hesum landinum. Tað var ómetaliga harmi­ ligt, at samgongan skuldi slitna, beint sum øll lógar­ uppskotini vóru borin í Tingið, men í politikki er man ikki altíð harri yvir, hvussu politisku viður­ skiftini laga seg. Eitt mugu vit ásanna, og tað er, at verandi politiska støðan er heldur óvanlig, og tað er ikki ov lítið sagt, at vit hava eina politiska undantaksstøðu í Tinginum. Mál verða í heilum koyrd aftur í nevnd, mál koma ikki úr nevnd, mál verða samtykt, sum eft ir fakligum metingum av røttum ikki áttu at verið sam tykt o.s.fr. Støðan skyld ast helst, at ongin veit hvør er í samgongu, og hvør er í andsstøðu. Sum støðan nú er vorðin kunnu vit velja millum tvinnir kost ir. Annar er at liggja í hvør sínari skotgrøv og peika eftir hvørjum øðrum og hin er at vísa ábyrgd, dirvi og samstarvshegni. Eg vil avgjørt mæla til hetta síðsta. Tað liggja heili 100 lógaruppskot í Ting inum í løtuni, nógv góð lógaruppskot, sum eru neyðug at fáa sam­ tykt, áðrenn Tingið fer í summar frí. Uppskot sum betra um rættartrygdina hjá nógvum borgarum m.a. lógin um brúkaravernd og keyp og sølu av fastari ogn, byggilógin, lógin um ikki at diskriminera fólk við breki á arbeiðsmarknaðinum, lóg um náttúruvernd v.m. Vit eiga ikki at lata tilvildina ráða, har mál verða feld, tí onkur ikki skal fáa æruna av hesum lógaruppskoti. Við tí politiska ótryggleika, sum valdar í Tinginum í løtuni, hevði tað tí verið skila gott, at allir floks for­ menninir settu seg saman til tess at tryggja eitt so breitt parlamentariskt grundarlag sum møguligt fyri teimum uppskotum, ið liggja í Tinginum, og at fáa málini aftur úr nevnd og samtykt. Tey málini, har tað als ikki er parlamentariskt grundarlag aftanfyri, kann man lata liggja eftir í nevnd. Lata vit tilvildina ráða, eru vit við til at máa støðið undir politisku skip­ anini, og tað er tað neyvan nakar, sum vil. Tí verða vit noydd at finna tey bestu samstarvsevnini fram, vísa hegni og virðing fyri hvørjum øðrum, júst soleiðis sum tað fundamentið, okk­ ara aldargamla Løgting bygg ir á. Annika Olsen Løgtingskvinna Inntøkan hjá fólkapensjónistum hækkað nógv meira enn hjá arbeiðsfólki – stutt viðmerking til Arna Thorsteinsson Arne Thorsteinsson (AT), næst formaður í Lands felag Pensjónista, vísir í lesara­ brævi á, at fólkapensjónin er minkað í virði í mun til lønarvøksturin í samfelag­ num! Landsfelag Pensjónista er í fleiri umførum komin við hesum pástandum, sum eisini hava verið endurtiknir av politikarum og fjølmiðlum. Tað er so deiliga lagaligt at arbeiða við tølum, tí tað er so nógv ymiskt, sum kann fáast burturúr, og úrslitini kunnu tillagast alt eftir, hvat mann velur at taka við. Í staðin fyri at siga, at grundupphæddin í fólkapensjónini ikki er hækk að síðani síðstu øld, so kann mann velja at siga, at útgjaldið frá Samhaldsfasta er hækkað við 284,3 % síð an 2004. Bæði tvey eru sann­ leikar, sum einsamalt geva lítla meining. Sambært AT eigur javn­ ing in av pensjónum at fylgja lønarvøkstrinum á ar beiðs­ marknaðinum. At javna eina lønarkrónu og eina pen­ sjónskrónu við sama pro­ sentsatsi gevur tvey ógvu liga ymisk úrslit fyri borgaran. Tað er jú mun ur á at javna eina skatt skyld uga krónu og eina ikki­skatt skylduga krónu. AT kemur í sínum lesara­ brævi við eini rúgvu av tøl­ um, sum eg havi meira enn trupult við at finna runt í. Eg havi í staðin valt at gera mína egnu samanbering av inntøkuvøkstri hjá ávika vist einum støkum fólka pen­ sjónisti og einum løn mót­ takara í Føroya Arbeiðarafelag (uttan børn og við miðal kommunuskattaprosenti). Hækking 2004­2011 í tøkari inntøku (t.v.s. eftir skatt og arbeiðsmarknaðargjøld): • Fólkapensjónistur utt an aðra inntøku enn fólka pensjón: Tøk inntøka hækkað við umleið 30 % • Løntakari fulla tíð í Før­ oya Arbeiðarafelag: Tøk inntøka hækkað við um leið 14 % Tað er ikki bara prosentfifl, at pensjónin er hækkað meir ­ eisini í krónum er pensjónin hækkað munandi meira enn arbeiðsmannalønin. Tað, sum hevur týdning, er, hvat borgarin hevur at liva fyri, og hvat stendur eft ir niðast á linjuni – og ikki hvussu partar av eini ógvuliga fløkjasligari pen­ sjóns skipan eru javnaðir og ikki javn aðir. Ein týdningarmikil partur av greinini hjá AT snýr seg um pensjónsnýskipanina, sum eg her ikki fari at fyrihalda meg til, orsaka av mínum av markaða kunnleika til ný­ skipanina. Heri Petersen, Hoyvík Brotsverk móti børnum við breki SVF vísti í gjárkvøldið støð­ una hjá einstøkum av teim mongu børnunum í okkara samfelag, ið hava sálarliga hjálp fyri neyðini. Tað er fullkomuliga óskilj­ andi, at politiski myndug­ leikin góðtekur eina tvey ára bíðitíð, áðrenn kanning og viðgerð kann verða framd fyri hin einstaka. Hetta er ein ómenniskjans­ ligur atburður, sum ikki eigur at vera toldur. Peningaliga sæð hava vit bæði ráð til at fáa kø­ina burtur innan fyri avmarkaða tíð og fáa avsett orku til framyvir at fylgja tørvinum soleiðis, at bíðitíðin ikki fer upp um ein mánað. Menniskjansliga sæð eru vit sera fátøk, tá vit ­ í okkara peningaliga ríkidømi ­ loyva okkum at halda børnini (og teirra avvarandi) í svárari neyð yvir ár, tí vit ikki VILJA hjálpa teimum beinanvegin eftir at tørvurin hevur víst seg, tí ­ eisini og kanska ser­ liga í tílíkum førum ­ er skjót hjálp besta hjálp, meðan seiðpínaríið bert økir um skaðarnar, ið kunnu stand ast ­ og sum standast ­ av óvið­ gjørdum sálarligum trupul­ leikum. Fátækt er tað land, ið letur børn síni líða. Dagfinnur Danbjørg