mánadagur 2. mai 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
12
Sosialurin
Kjak
Um trygdina í sambandi við
parkeringina í Hoydølum
Hesar
seinastu
dagarnar
hava miðlarnir gjørt nógv
burtu rúr, at ein næmingur
er burturvístur frá Føroya
Studentaskúla og HF-skeiði
fyri at hava parkerað tvær
ferðir á skúlans øki uttan
loyvi.
Av tí, sum higartil er
kom ið fram, er lætt at fáa ta
fatan, at talan er um eitt reint
ferðslu- og parkeringsmál, og
tá er væl skiljandi, at málið
fyri
uttanfyri
standandi
sær margháttligt út, og at
revsingin tykist sera ógvislig
í mun til brotið. Málið verð-
ur framsett sum, at ein næm-
ingur fær sína framtíð lagda
í oyði fyri eitt brot, sum sam-
felagið annars revsar við eini
bót upp á 200 kr.
Føroya Studentaskúli og
HF-skeið sær ikki málið sum
ein parkeringsspurning, men
sum eitt mál um trygd skúl-
ans. Umrøddi næm ingurin
er ikki burtuvístur fyri,
sum tikið hevur verið til, “at
parkera á skeivum stað” ella
“at parkera har, sum bara
lærarar havi loyvi at parkera”,
men fyri í tveimum førum at
hava sett atlitið til trygdina á
skúlanum til viks.
Í Hoydølum hava 800 fólk
sína dagligu gongd, og skúlin
hevur 50 parkeringspláss.
Sam stundis eru til- og frá-
koyr ingarumstøðurnar
trong ligar
og
tvørligar.
Undir hesum umstøðum er
ikki møguligt at geva par-
ker ingina á skúlans øki leysa
uttan at skapa ein ruðuleika,
sum vil gera tað ógjørligt at
fáa sjúkra- ella sløkkiliðsbilar
fram til skúlan, tá tørvur
er á tí. At hava skipaði par-
keringsviðurskifti á skúl-
anum er tí ein trygdar-
spurn ingur,
og
vantandi
tam ar hald á parkeringini er
ein ítøki ligur trygdarvandi,
sum, um ringast vil til, kann
kosta manna lív í sambandi
við elds bruna, vanlukku ella
akutta sjúku.
Tær núverandi parkerings-
og trygdarreglurnar vórðu
innførdar í august 2007, og
síðani tá hava allir næmingar
verið væl og virðiliga kunn-
að ir um tær, bæði um trygd-
ar atlitini,
sum
liggja
til
grund fyri teimum, og um
strongu avleiðingarnar av
at bróta tær, sum eru ásettar
júst av trygdarávum. Hetta
hava næmingarnir skilt, tí
brotini á reglurnar hava
verið lutfalsliga fá, og eingi
verulig mótmæli hava verið
fyrr enn nú eftir knøpp fýra
ár, tá reglurnar fyri fyrstu
ferð fáa ítøkiligar fylgjur fyri
ein næming, ið hevur brotið
tær tvær ferðir.
Reglurnar
innibera
í
stutt um, at næmingar og
lærar ar skulu hava skrivligt
loyvi at parkera á skúlans
øki. Tá ein næmingur brýtur
reglurnar fyrstu ferð, fær
hann eina skrivliga ávaring,
har gjørt verður greitt, at
brýtur hann reglurnar aftur,
er næsta stigið burturvísing.
Loyvini verða givin eftir
tørvi, soleiðis at lærarar fáa
parkeringsloyvi fyri at kunna
koma til og frá skúlanum, tá
teir hava tímar, og næmingar
fáa parkeringsloyvi, um teir
t.d. eru tilkomnir og hava
smá børn, ið skulu latast
og heintast áðrenn og eftir
skúlatíð, hava kropsligt brek
ella skaða, ið ger tað tvørligt
at ganga longri teinar ella
taka einstakar lærugreinir,
meðan teir hava annað ar-
beiði uttan fyri skúlan, og tí
hava tørv á at koma skjótt til
og frá, tá teir skulu til undir-
vísing.
Fyriuttan at fremja trygd-
ina á skúlanum, tryggja
parkeringsreglurnar soleiðis,
at tey alt ov fáu parker ings-
plássini koma teimum til
góðar, sum hava størst tørv
á teimum.
Tað vóru tríggjar hend-
ingar, ið leiddu til, at skúlin
inn førdi
parkerings-
og
trygdar reglurnar í august
2007.
Í 2004 royndi Bruna um-
sjón Landsins til fánýtis at
fáa ein sløkkiliðsbil om an til
skúlan. Í hesum sam bandi
átalaði bruna um sjón in hvass-
liga vant andi bruna trygd-
ina, sum stóðst av óskipaðu
parkerings og ferðslu viður-
skiftunum í Hoydølum.
Sum fylgja av hesum
setti Mentamálaráðið ein
ar beiðsbólk við um boð um
fyri
skúlan,
Menta mála-
ráðið, Landsverk, Tórs havn ar
Kommunu og Skóg frið ingar-
myndugleikan, sum gjørdi
eina verkætlan fyri at bøta
um ferðslu- og parkerings-
viður skiftini í Hoy dølum.
Í
2006
játtaði
Løg tingið
neyðuga
peningin,
og
í
januar 2007 varð farið undir
arbeiðið. Men í februar sama
ár,
steðgaðu
Tórs havnar
Kommuna og Skóg friðingar-
mynd ugleikin
arbeiðinum,
ið tey annars sjálvi høvdu
verið við til at leggja til
rættis. Síðani tá hevur verið
ógjørligt at komið víðari
við nøkrum æltanum um at
bøta um ferðsluviðurskiftini
í Hoydølum.
Í juni 2007 brann gamla
gentukostdeildin í grund.
Hetta hendi til alla lukku
uttan fyri skúlatíð. Men
var tað hent í skúlatíð, so
hevði ikki verið gjørligt hjá
sløkkiliðsbilunum at sloppið
framat, og sannlíkt hevði
eisini eldurin eisini fest í
fleiri bilar, sum plagdu at
standa parkeraðir tætt upp
at bygninginum.
Tað var eftir hendan
elds brunan, at tað gjørdist
leiðslu skúlans greitt, at par-
kerings óskilið, sum vald aði
við skúlan, var ein ítøkil igur
vandi fyri vælferð og heilsu
hjá næmingum og starvs-
fólkum. Og tað var eins
greitt, at ongin myndugleiki
om an fyri skúlan fór at gera
nakað fyri at loysa hetta
vanda málið.
Neyðugt var tí hjá skúl-
an um
sjálvum
at
gera
nakað
álvarsligt
fyri
at
fáa tamar hald á par ker-
ing ini í Hoydølum, og tí
vórðu trygdar- og parker-
ings reglurnar settar í gildi.
Reglurnar eru strangar, tí
rekt arin á skúlanum hevur
ikki aðrar møguleikar enn at
nýta ásetingarnar í stu denta-
skúla- og HF-kunn gerð unum
um skilhalds regl ur, har ein-
astu tøku revs ing arnar eru
ávaringar og burtur vísingar.
Afturfyri hev ur skúlin so
nýtt nógva orku uppá, at
kunna næm ing arn ar væl um
orsøkirnar til, at regl urnar
eru ásettar, og um fylgj ur nar
av at bróta tær.
Sum rektari er tað sjálv-
andi ikki hugaligt, at tað
skal ávirka framtíðina hjá
einum næmingi at hava
brotið trygdarreglur skúl-
ans. Men hinvegin veit ein-
hvør næmingur á Føroya
Studentaskúla og HF-skeiði,
hvørjar reglurnar eru og
hvørjar fylgjurnar eru av
at bróta tær. Næmingurin
hevur eitt val í mun til regl-
urnar.
Sum rektari vildi eg haft
tað verri, um skúlin onga
ábyrgd tók av viður skift-
unum, lat standa til, og at
ein eldsbruni, ein vanlukka
ella akutt sjúka førdi til, at
næmingar ella starvsfólk
fingu álvarsligan skaða ella
lótu lív, tí hjálp ikki fekst fram
orsakað av ferðsluóskilinum,
sum valdaði kring skúlan.
Leiðsla skúlans fær í
hesum døgum harðar ákoyr-
ing ar frá m.a. Marjus Dam,
ið sum løgtingslimur einki
hevur gjørt fyri at loysa
parkeringstrupulleikarnar
hjá skúlanum. Men onkurs-
vegna kenni eg á mær, at teir
politikarar, sum harta skúlan
fyri at taka ábyrgd av einum
trupulleika, ið teir sjálvir
áttu at loyst, neyvan høvdu
staðið við okkara lið, um ein
vanlukku veruliga var hend,
og skaði ella mist mannalív
stóðust av, at tað ikki bar til
hjá sjúkra- ella sløkkiliðsbili
at sleppa fram til skúlan í
tøkum tíma.
Næmingurin, sum mál-
ið snýr seg um, fekk ætl-
anar skriv um burturvísing
tann 14. desember 2010. Av
tí at hetta var fyrstu ferð,
at eitt slíkt mál varð sent
Mentamálaráðnum til kæru-
viðgerð, gjørdist máls við-
gerðin drúgv og enda liga
staðfesting in
hjá
Menta-
málaráð num fyrilá ikki fyrr
enn 15. apríl. Tað vil siga, at
næm ing urin hevur livað í
óvissu í 4 mánaðir.
Skúlin er sera nøgdur við,
at Mentamálaráðið í við-
gerðini av kæruni hevur góð-
kent grundgevingar skúlans
fyri parkerings- og trygdar-
ásetingunum og fyri teimum
revsingum, sum fylgja við.
Hetta er týdningarmikið fyri,
at framhaldandi at varðveita
trygdina kring skúlan.
Nú
Mentamálaráðið
hev ur viðgjørt og góðkent
grund arlagið undir umsiting
skúlans av parkerings- og
trygdar reglunum,
vil
tað
fram eftir verða gjørligt at
viðgera mál av hesum slagi
munandi skjótari. Tað vil tí
ikki undirgrava reglur skúl-
ans, um atlit verða tikin til
ta drúgvu málsviðgerðina
og tað harav avleidda stóra
menniskjansliga trýstið, sum
nú burturvísti næmingurin
hevur verið undir.
Eg havi tí í dag heitt á
Mentamálaráðið um –orsakað
av drúgvu málsviðgerðini
í hesum førinum- at taka
aftur revsingina hjá hesum
næminginum og loyva við-
komandi at fara til próvtøku
eftir vanligum treytum.
Mikkjal N. Helmsdal
rektari á Føroya
Studentaskúla og HF-skeiði