mánadagur 2. mai 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
14
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
KÍ fekk í dystinum móti NSÍ á fyrsta sinni at merkja, at man nú
spælir í Vodafonedeildini. Skilt á tann hátt, at gert tú mistøk, so
verður tú revsaður.
(nordlysid.fo)
Hóast vit næstan allan dystin runnu aftaná, skuldi ein
klokkuklárur dómarafeilur seta gongd á og so hugdu ÍF-ara
ongantíð afturum seg aftur.
(www.hb.fo)
Hóast vit fegin vilja vera favorittar, tá vit spæla á heimavølli, so
var tað EB/Streymur, sum var í hesum leiklutinum í dag. Mest
sum einmælt hava fjølmiðlar og fjepparar skrálað samanlagda
liðið til FM-favorittar, og tað eru teir helst eisini framvegis.
(www.b36.fo)
Víkingum ikki ólíkt, var spæl teirra, ið teir hava sitandi í genunum
frá GÍ, til tíðir rættiliga hart. Tað endaði eisini við, at Atli
Gregersen fekk beinleiðis reytt fyri at sláa frá sær.
(www.07vestur.fo)
Hóskvøldið var leikarafundur í felagshúsinum, har støðan
viðvíkjandi uppmøting til venjing og innsatsi hjá leikarunum var
viðgjørd. Byrjanin uppá kappingina hevur ikki verið tann besta,
og tað var tí neyðugt at stramma upp. “Er glasið hálvfult ella
er tað hálvtómt ?” ljóðar tann kendi filosofiski spurningurin,
og ein av niðurstøðunum á fundinum var, at í FC Hoyvík er einki
í glasinum, tí eingin tímur at fylla í. Menn vóru samdir um, at
tað eru ov fáir leikarar sum taka ábyrgd yvir fyri sær sjálvum og
hvørjum øðrum og at ov nógvir goyma seg. Um tað var fundurin
sum gjørdi útslagið skal her vera ósagt, men sunnudagin fekk
FC Hoyvík sín fyrsta sigur í hesum kappingarárinum, og hann var
hart tiltrongdur.
(www.fchoyvik.fo)
Popczynski togast um uppflyting
Krzyzstof Popczynski, sum áður hevur havt evstu ábyrgdina av VB, GÍ, HB og TB, er nær við at flyta
upp í næstbestu donsku deildina við Aarhus Fremad. Átta dystir resta í, og Popczynski og hansara
spælarar eru nummar trý við 48 stigum. Ovastu liðini, Blokhus FC, 50 stig, og Thisted, 49 stig, hava
spælt ein dyst meira enn Aarhus Fremad. Tvey lið hava møguleikan at flyta upp. Popczynski fekk
bara eitt stig á útivølli móti Skovbakken, sum er nummar fýra við 38 stigum, um vikuskiftið. Úrslitið
var 3-3. Aarhus Fremad var á odda 2-0 og 3-2, men tað rakk ikki til ein sigur.
Tróndur Arge
Síðani Calciopoli skandaluna í 2006,
sum rakti flestu toppliðini í Italia,
hevur Inter Milan siti á fremsta
plássinum í Seriu A. Men í ár sær
út til, at tað verða grannarnir úr AC
Milan, ið fara at vinna fyrsta italska
meistaraheitið síðani 2004
AC Milan hevði í vikuskiftinum
vitjan av Bologna. Tað bleiv til ein
tepran 1-0 sigur til teir reyðu og
svørtu. Tað var fyrrverandi Arsenal
miðvallarin, Mathieu Flamini, ið
skoraði einsamalla málið í dystin
longur eftir átta minuttir.
Inter Milan gjørdi sína skyldu
á útivølli móti Cesena, har fyrr-
ver andi
Sampdoria
framherjin,
Giampaolo Pazzini, skoraði tvey
mál í tíðini, sum dómarin hevði lagt
afturat. Eisini Napoli, sum liggur á
triðja pássi, greiddi sína skyldu og
vann 1-0 á Genoa við mál frá Marek
Hamsik.
AC Milan er átta stig framm-
anfyri Inter Milan, sum liggur
nummar tvey, nú trý umfør eru
eftir í Seriu A.
trondur@sosialurin.fo
Føroya Civila Hundaførarafelag
(FCH) hevði avgjørt at senda FM
vinnaran fyri 2010 til Danmarkar,
og hetta vísti seg eydnast sera
væl.
Tað var Jakobina Niclasen
og hundurin Simba, ið luttóku.
Tað eyndaðust teimum at koma
á eitt fjórðapláss bæði í agility-
og lopkappingumum í klassa 1. Í
tí opna klassanum fyri sera væl
vandar hundar, blivu tey nr. 9 í
agility og nr. 8 í lop.
Við hesum úrslitum vann
Simba eisini heiðurin sum dags-
ins besti stóri hundur í Give.
Forkvinnan í FCH Fríðhild
Debes, ið eisini var til staðar í
Give, sigur seg vera sera nøgda
við úrslitið. Hon vónar eisini,
at FCH fær møguleikan at
senda FM vinnaran fyri 2011 til
Danmarkar at kappast til kom-
andi ár.
Agility er ein ítrottur fyri
hundar, har tað ræður um, at tú
rennur við hundinum gjøgnum
fleiri ymsikar forðingar. Dømt
verður eftir, hvør hundur klárar
at renna skjótast og við minst
mistøkum.
FCH skipar árliga fyri fleiri
FM kappingum í agility, har tað
so verður ein finala við leyna-
vatn í august.
Føroyskur
hundur
bestur í
Danmark
Í gjár varð skipað fyri agility- og
lopkapping fyri hundar í Give.
Føroysku hundurin, Simba, vann
heiðurin sum dagsins besti stóri
hundur í kappingini, sum var í Give
AC Milan er eitt
stig frá Scudetto
Ikki síðani 2004 hevur AC Milan vunnið italsku
landskappingina, men nú teir bara eitt stig frá at
koppa grannunum úr Inter av toppinum