Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Tað er neyvan ov nógv sagt, at tey í Vági kanska hava drúgvastu royndirnar at skipa fyri stórum veitslum fyri ítróttarfólkum. Í øll­ um førum megnaðu tey enn eina ferð at vísa, at tey duga at skipa fyri, tí alt gekk sum fótur í hosu leygar­ kvøldið, tá hondbólturin hevði sína árligu gallaveitslu. Høllin var vakurt pyntað og dekkað upp, undirhaldið koyrdi væl og ikki minst gekk ótruliga skjótt og smidliga við matinum, hóast veitslufólkini vóru yvir 300 í tali. Her var talan um fyrireikingar og avgreiðslu til eitt reint UG! Nógvir av gestunum komu suður seinnapartin leygardagin, nakrir um morgunin, umframt at onkrir eisini vóru farnir suður fríggjakvøldið. Teir best »fyrireikaðu« veitslu gest­ irnir mundu tó vera nakrir av koll­ firðingunum, ið longu hóskvøldið vóru farnir til Vágs, so teir ikki skuldu forsøma nakað… Sum altíð, so var størsti áhugin fyri, hvørji høvdu fingið heiður og æru eftir ein langan og góðan hondbóltsvetur, og her var talan um bæði teir vanligu heiðrarnar til tey bestu í fleiri bólkum, umframt at landsliðsvenjararnir hjá kvinnum og monnum komu við sínum boði upp á ársins lið. Adina og Djumic Ikki óvæntað, so struku føroya­ meistararnir – bæði kvinnur og menn hjá Neistanum – í posa og sekk, men kortini ikki heilt, tí eisini onnur sluppu upp í part her og har. Hjá kvinnunum vann Tjaldur sum steypavinnari eisini nógv, meðan tað kanska var merkisvert, at Stjørnan, sum bæði í steypa­ og landskappingini tapti sínar finalur, stóð eftir við ongum. Tá tað kom til ársins spælarar, sum er størsti heiðurin av øllum, gjørdist tað hjá kvinnunum Adina Petrea í Tjaldri, sum vann í kapp­ ing við Jacklin Durhuus og Barbaru Brauer í Neistanum, og hjá monn­ unum vann Jugoslav Djumic í Neistanum á liðfelaganum David Edvardsen og Áka G. Olsen í VÍF. Hvørki Adina ella Jugoslav vóru til staðar í Vági leygardagin. Eftir borðhaldið helt veitslan fram til fram ímóti morgni, og lagið var tað allarbesta frá byrjan til enda. Enn er ikki greitt, hvør vil taka stafettina og skipa fyri næsta ár, men uttan iva fer onkur at halda seg framat, tá avtornar, tí henda gallaveitslan er hin best passandi endin á langa hondbóltsvetrinum. hilmarjan@sosialurin.fo Væleydnað gallaveitsla í Vági Hondbóltur Ikki færri enn 300 hondbóltsfólk høvdu leitað sær til Vágs leygarkvøldið, har VB hevði pyntað og gjørt klárt til tað heilt stóra gallabrakið. Nógv fingu heiður og æru, og best av øllum vóru Adina Petrea og Jugoslav Djumic VInnArAr Felagsmynd av teimum mongu, sum leygarkvøldið vóru uppi á pallinum og lótu seg heiðra og æra, nú hondbólturin leygarkvøldið endaði ein góðan vetur við stórfingnari gallaveitslu í Vági Myndir: Birgir Sondum Ársins lið í hondbólti: Kvinnur Menn Málverji Fríða Petersen (NeistiN) Ári Dam (NeistiN) vinstri vongur Jacklin Durhuus (NeistiN) Høgni Klein Olsen (KyNdil) vinstri bakkur Adina Petrea (tjaldur) Finnur Hansson (NeistiN) Miðspælari Simona Petersen (tjaldur) Áki G. Olsen (VÍF) Høgri bakkur Barbara Brauer (NeistiN) Heini Hanusarson (NeistiN) Høgri vongur Fríðrún Danielsen (stÍF) David Edvardsen (NeistiN) Strikuspælari Bára Mortensen (VB) Jugoslav Djumic (NeistiN) Ársins bestu í hondbólti: Kvinnur Menn Ársins spælarar Adina Petrea (tjaldur) Jugoslav Djumic (NeistiN) Ársins verjuspælarar Birita Wardum (NeistiN) Tony Weyhe (KÍF) Ársins álopsspælarar Adina Petrea (tjaldur) David Edvardsen (NeistiN) Ársins málverjar Guðrun í Lágabø (tjaldur) Levi Nybo (H71) Ársins stjørnuskot Turið Arge (KyNdil) Høgni Klein Olsen (KyNdil) Ársins venjarar Birgir Hansen/ Jan Ottesen (KÍF) Sigrun Mikkelsen (NeistiN) Toppskjúttar Barbara Brauer, David Edvardsen, 208 mál (NeistiN) 185 mál (NeistiN) Ársins dómarar Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen