mánadagur 2. mai 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
EB/Streymur eru altíð vandamiklir,
og góðir fyri nøkur mál, tá teir
spæla dyst, men dysturin ímóti B36
í Gundadali gjørdist eitt undantak
í so máta. Talan gjørdist um fyrstu
ferðina í átta og ein hálvan mán
aða, at EB/Streymur spældi ein
skrásettan fótbóltsdyst uttan at
skora mál. EB/Streymur hevur ein
breiðan bonk, men ringt er at koma
uttanum, at serliga máltevið hjá
Arnbirni Hansen manglaði ímóti
B36 leygardagin.
Spulaðu vøllin
Áðrenn dystarbyrjan mátti Tórs
havn ar Sløkkilið til verka og
spula ovara vøll, tí vandamikið
var vorðið. Vatnstrálurnar rakti
tó ikki allar partar av vøllinum, og
vóru turr vandaøki, har sendingar
ikki fóru har tær vóru tilætlaðar.
Àskoðarnir kundu tó dusa sær í
góð veðrinum, og teir fingu um enn
ikki ein vælspældan dyst, so kortini
drama og intensitet. EB/Streymur
setti fulla ferð á fyrsta korterið.
EB/Streymsviðhaldsfólk
mettu
seg eiga okkurt brotssparkið hesa
fyrstu løtuna, tí B36verjuspælarar
høvdu førkað bóltin við hondini.
B36 reið stormin av, og byrjaði so
líðandi veruliga at vísa tenn. Réne
Tórgarð í EB/Streymsmálinum
hevði eina stórbjarging, tá Heini
í Skorini hevði ein góðan stútara
ímóti málinum. Símun Joensen
vann eisini dyst í loftsrúminum í
EB/Streymsbrotsteiginum,
men
royndin hjá honum rakti ikki innan
fyri rammurnar.
Avgerandi brotsspark
10 minuttir inn í seinna hálvleik fall
sigursmálið. B36 fær hornaspark
aftaná eitt mótálop. Eftirfylgjandi
var bólturin førkaður við hondini,
og Dagfinn Forná dómari peikaði
í
brotssparksblettin.
Klæmint
Matras og Jákup á Borg hava verið
fúsir at taka brotsspørkini hjá
B36, men hesaferð fall luturin á
nýggja álopsessið hjá B36, Lukasz
Cieslewitz, sum sendi Réne skeivan
veg, og bóltin trygt í netið. Nú var
vænt andi at EB/Streymur fór at
gera stormálop á norðara málið í
Gundadali, men B36 verjan stóð
eina standandi væl, og serliga Jonas
Flindt Rasmussen og Oddmar Færø
ruddaðu væl burtur. Offensivurin
hjá EB/Streymi gav eisini rúm í
hinum endanum í vøllinum, og kom
B36 eisini til vandastøður. Ì teimum
doyggjandi
minuttunum
mátti
Meinhardt Joensen í B36málinum
toyggja seg, tá Sorin Anghel hevði
eina roynd á B36málið. Frøin
var stór á B36spælarunum og
B36við haldsfólkunum, sum tóku
tann fyrsta stóra skalpin hetta
kappingarárið. Komandi sunnudag
spælir B36 aftur oddauppgerð.
Hesa ferð ímóti KÍ í Klaksvík.
Oddmar fegnaðist
Oddmar Færø fegnaðist um sigurin
hjá B36.
– Hetta kennist fantastiskt, tað
sigur seg sjálvt. Vit tóku veruliga
arbeiðshandskarnar uppá í dag.
Allir skuldu ofrað seg fyri hvønn
ann an, og sigast má, tað framdi vit í
verki, og tað bar sigurin heim, segði
Oddmar Færø aftaná dystin.
– Eg haldi vit hava trý rættiliga
góð boð uppá brotsspark, harav
tvey tíðliga í dystinum. Ímóti B36
er tað sera týdningarmikið, at ein
kemur á odda fyrst. Tá teir koma á
odda eru teir ringir at bróta niður,
tí teir liggja langt afturi og verja. Og
sigast má, at tað duga teir ógvuliga
væl, vit søktu fyrsta málið, men
tað eydnaðist so ikki, segði Levi
Hanssen aftaná dystin.
heris@sosialurin.fo
Málleysir sundalagsmenn
Fótbóltur Fyri fyrstu ferð síðani 20. august í fjør, fór EB/Streymur av vøllinum
uttan at skora. EB/Streymur gjørdi stormálop á B36 fyrsta korterið, men
árstalsfelagið reið stormin av, og fór við øllum stigunum í seinna hálvleiki
Áðrenn dystarbyrjan mátti Tórshavnar
Sløkkilið til verka og spula ovara vøll, tí
vandamikið var vorðið. Vatnstrálurnar rakti
tó ikki allar partar av vøllinum, og vóru turr
vandaøki, har sendingar ikki fóru har tær
vóru tilætlaðar
B36
1
EB/Streymur 0
Vit tóku veruliga arbeiðshandskarnar uppá í dag. Allir skuldu ofrað seg fyri hvønn annan, og sigast má, tað framdi vit í verki, og tað bar sigurin heim, heldur Odmar Færø, B36, um sigurin
Mynd: Álvur Haraldsen