mánadagur 2. mai 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Tað hilnaðist væl í fjør. Avbjóðingin
í Fuglfirði hevur ofta verið at hóra
undir í stríðnum um niðurflyting.
Tann støðan íkom ikki í 2010. Als
ikki. Evropeisku atgongumerkini
hómaðust alt kappingarárið. Fugl
firðingar taptu steypafinaluna, men
vunnu seg upp á fjórða plássið á
stigatalvuni á seinasta leikdegnum.
ÍF hevur ongantíð áður tikið lut í
altjóða kappingum, og felagið skal
á fyrsta sinni royna seg í Evropa í
summar.
Góða úrtøkan síðsta kapp ingar
ár setir hægri krøv til hetta kapp
ingarárið. ÍF er nummar sjey í
røðini av 10 liðum eftir fimm lands
kapp ingardystir. Fuglfirðingar hava
skavað sær sjey stig saman higar
til.
– Vit hava ikki verið fegnir um
úrtøkuna. Fleiri hava spurt, um
liðið var betri fyri í fjør, og so víð
ari. Vit krevja kanska ov nógv av
okk um sjálvum. Kanska meira
enn gott er, sigur Abraham Løkin.
Hann vísir á, at ÍF hevði bara eitt
stig meira um hetta mundi í fjør, og
tá vóru fuglfirðingar væl nøgdir við
úr tøkuna.
Vann greitt
Føroyameistararnir HB royndu
at loysa møtumikla uppgávuna
á Fløtugerði í Fuglafirði fríggja
kvøldið. Tað var líkt til, at reyðu og
svørtu havnarmenninir fóru at fáa
stig við sær aftur til høvuðsstaðin.
Tvey brotsspørk, tá seinna umfarið
var hálvrunnið, setti hinvegin
fótonglar í vegin fyri HB. Bartal
Eliasen fekk mál úr ellivu metrum í
tveim um førum. Fyrra brotssparkið
vardi Heðin Stenberg, málverji hjá
HB, fyri, men Eliasen var fyrstur
aftur á bóltinum.
– Eg haldi, vit hava tamarhald á
støðuni. Vit spæla okkum hinvegin
ikki fram til stórvegis møguleikar.
Mótburðurin verður ov tungur hjá
teimum, tá vit fáa tvey brotsspørk
eftir tveimum minuttum, sigur
Abraham Løkin. Bogi Løkin økti
um leiðsluna í tíðini, sum dómarin
hevði lagt afturat. HB spenti álops
bogan seinastu løtuna. Tað gav
heimaliðnum meira pláss at spæla á.
Stutt fyri leiklok fóru fuglfirðingar
í snarálop. Bogi Løkin endaði við at
senda í netið.
Aleksandar Jovevic var snú
nings depilin á miðvøllurin. Serbin
dugdi væl at flyta bóltin, um framt
at hann treiskaðist eftir bóltinum
allan dystin.
HB var nógv á bóltinum fyri
steðgin. Størsti upplagdi møguleikin
var, tá Fróði Benjaminsen slapp at
royna seg við brotssparki. Símun
Samuelsen varð feldur í brots
teingum.
– Tað hevði broytt støðuna, um
Fróði fekk mál. Eitt mál broytir
altíð dystirnar. Skotið var gott, men
Jákup Mikkelsen vísti, hvat hann er
førur fyri, sigur Abraham Løkin.
Botnliðini vitja
ÍF hevur upplagdan møguleika at
fáa minst seks stig afturat næstu
trý umførini. B71 vitjar í Fuglafirði
næsta vikuskifti, og um tvær vikur
spælir uppflytarin 07 Vestur í
Fløtugerði. Fuglfirðingar skulu á
vitjan hjá NSÍ millum hesar dyst
irnar.
Kravið skal vera minst seks stig
næstu tvær vikurnar, um fugl
firðingar framhaldandi skulu varð
veita sambandið við ovastu liðini.
uni@sosialurin.fo
Vit miða kanska ov høgt
Fótbóltur
Fuglfirðingar vóru
væl nøgdir við
úrtøkuna eftir fimm
landskappingardystir
í fjør. Tá hevði
ÍF bara eitt stig
meira enn í ár. –
Vit krevja kanska
ov nógv av okkum
sjálvum. Kanska
meira enn gott
er, sigur Abraham
Løkin, venjari
ÍF
3
HB
0
krevja kanska ov nógv
Fleiri hava spurt, um liðið var betri fyri í fjør, og so víðari. Vit krevja kanska ov nógv av
okkum sjálvum. Kanska meira enn gott er, sigur Abraham Løkin, venjari hjá ÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
Aleksandar Jovevic var snúningsdepilin
á miðvøllurin. Serbin dugdi væl at flyta
bóltin, umframt at hann treiskaðist eftir
bóltinum allan dystin
Hagtøl eru bara hagtøl, verður
ofta sagt.
Hagtølini siga hinvegin eisini,
at HB, sum vann føroya meist ara
heitið í 2009 og 2010, hevur ikki
lagt eins væl frá landi í hesum
kappingarárinum sum undan
farnu tvey árini. HB hevur sjey
stig eftir fimm umførum í ár, tað
eru trý og fýra stig færri enn í
2009 og 2010.
uni@sosialurin.fo
2009, 10 stig í alt:
1. umfar: HB – B68 31
2. umfar: HB – EB/Streymur 10
3. umfar: NSÍ – HB 21
4. umfar: HB – Víkingur 21
5. umfar: B36 – HB 22
2010, 11 stig í alt:
1. umfar: HB – FC Suðuroy 44
2. umfar: Víkingur – HB 00
3. umfar: HB – AB 21
4. umfar: HB – NSÍ 21
5. umfar: EB/Streymur – HB 01
2011, 7 stig í alt:
1. umfar: NSÍ – HB 21
2. umfar: HB – 07 Vestur 50
3. umfar: HB – B71 20
4. umfar: B68 – HB 00
5. umfar: ÍF – HB 30
Soltin
úrtøka
Símun Samuelsen verður rendur um koll og fær brotsspark.
Fróði Benjaminssen misnýtti brotssparkið
Mynd: Álvur Haraldsen