Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Christian Høgni Jacobsen hevur verið millum bestu spælarnar í føroysku landskappingini seinastu árini. Hann er einstaklingur sum fáur. Málsøkin og dugir at senda avgerandi avleveringina. Mót støðu­ menninir hava oftast torført við at krøkja bóltin frá honum. KÍ var omaná í steðginum. Kristoffur Jakobsen hevði syrgt fyri, at klaksvíkingur vóru á sigurs kós. Tá fór Christian Høgni Jacobsen upp í ferð. Málini Seinna umfarið var ikki gamalt, tá framherjin fekk bóltin fyri føtur nar. Hann hevði sneitt fleiri mót støðu­ menn av, tá Rudolf Eliasen setti fót fyri honum. Christian Høgni fór um koll, og dómarin floytaði fyri brotssparki. Hann var sjálvur tryggur frá brotssparkblettinum. Fimm minuttir fyri leiklok fór hann aftur til stroks. Hann hevði bóltin í høgra borði, tá Sørmund Kalsø, KÍ, gjørdi fríspark móti honum. Christian Høgni Jacobsen var fyrstur á frísparksinnlegginum, og úr stuttari fjarstøðu stýrdi hann bóltinum í netið. Lagt bragdliga fyri NSÍ hevur 10 stig fyri fyrstu fimm landskappingardystirnar. Tann úr tøkan er sera góð, tá hugsað verður um, at runavíkingar hava fram vegis ikki spælt móti báðum niðastu liðunum. Dystirnir móti HB, Víkingi, B68, EB/Streymi og KÍ hava givið 10 stig, og tað er avgjørt nøkt andi fyri runavíkingar. uni@sosialurin.fo Christian Høgni var bestur Fótbóltur Christian Høgni Jacobsen var undangongumaður, tá runavíkingar vunnu sær trý stig kærkomin stig í Klaksvík KÍ 1 NSÍ 2 Christian Høgni Jacobsen átti høvuðsleiklutin, tá runavíkingar vunnu sær trý kærkomin stig í Klaksvík Mynd: Álvur Haraldsen KÍ var omaná í steðginum. Kristoffur Jakobsen hevði syrgt fyri, at klaksvíkingur vóru á sigurskós. Tá fór Christian Høgni Jacobsen upp í ferð Klaksvískingar taptu fyri fyrstu ferð í landskappingini í ár, móti Jústinus R. Hansen og NSÍ Mynd: Álvur haraldsen