mánadagur 2. mai 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
– Tað sigur seg sjálvt, at tað er
strævið. Tað eru næstan eingir
glottar at hóma í spælinum ella
úrs lit unum, og tað er ikki ofta, vit
kunnu taka okkurt stimbrandi við
okk um. Tað er tungt.
Ebbe Kristin Thomsen, B71,
harm ast um støðuna. Sandoyingar
eru bukaðir bláir og gulir higartil.
Null stig og 23 mál farin ígjøgnum
eftir fimm dystum. Seinastu tveir
heimadystirnir tala sítt greiða mál.
Víkingur vann 6-0, og B68 vann
5-0.
Tað er helst ikki at taka ov rívan
til at siga, at B71 fer at fáa tað sera
trupult í bestu deildini næstu
mánaðirnar.
– Tað er lítið fólk at taka av.
Tijani Mohammed spældi við skaða
í dag, og eg havi verið sjúkur sein-
astu dagarnar. Vit hava tørv á fleiri
fólki, tíverri, sigur Ebbe Kristin
Thomsen.
Tað verður tungt
Bill M. Jacobsen og B68 vunnu fyrsta
sigurin í hesum kappingarárinum
um vikuskiftið. Hann sigur, at B71
hevði tvær upplagdar møguleikar
at fáa mál beinanvegin. Toftamenn
fingu brádliga leiðslumálið. Venjarin
hjá B68 heldur, at keðiliga gongdin
hjá sandoyingum merktist.
– Støðan hevði verið ein onnur,
um teir løgdu seg á odda. Teir hava
tapt við nógvum málum fyrstu
vikurnar, og sinnisliga hevur tað
stóra ávirkan. Mótbrekkan var
teim um tung beinanvegin, heldur
Bill M. Jacobsen.
Jónleif
Højgaard,
Ibrahima
Camara, sum skeyt tvey mál, Niclas
Fríðrikur Joensen og Stig-Roar
Søbstad komu á máltalvuna fyri
B68.
Finnbogason útvístur
Helgi Annel Finnbogason var út-
vístur í fyrsta umfarinum, tá sand-
oyingar spældu móti KÍ. Hann fekk
aftur reyða kort hesaferð. Íslend-
ingurin var feldur, tá hann var
knapp ur aftur á fótum og hevndi
seg.
Ebbe Kristin Thomsen hevur
greiða støðu.
– Tað var reytt kort. Hann rendi
høvdið eftir mótstøðuspælaranum,
og tað er reytt kort. Vit vóru aftan
fyri við tveimum málum tá. Eftir
steðgin ræður bara um at avmarka
tapið sum frægast, sigur Ebbe
Kristin Thomsen.
Bill M. Jacobsen heldur ikki, at
útvísingin hevði stóra ávirkan.
– Vit vóru greitt omaná. Tað
verð ur sjálvsagt tyngri fyri teir,
men vit høvdu fult tamarhald á
dyst inum, sigur hann.
Líkist kreppu
Tað minnir ikki sørt um eina kreppu
á Sandoynni í dag. Liðið hevur
als ikki staðið kurl við hini liðini í
Vodafonedeildini higartil. Úrslitini
fekk heimasíðuskrivaran hjá B71 at
taka blaðið frá munninum síðsta
vikuskiftið.
– B71-spælararnir sóu ógvsuliga
uppgevandi út. Hetta gongur ikki,
tá man spælir við B71! Skal man
spæla við B71, verður man noyddur
at ofra seg 100 prosent. Um allir
spæl ararnir ikki gera alt, hvat
teir kunnu fyri at hjálpa hvørjum
øðrum, so ber tað slett ikki til, skriv-
ar heimasíðan.
Tað vita, hvør trupulleikin er.
Stríðshugurin, sum bar langt síðsta
kappingarár, skal finnast fram
aftur alt fyri eitt. Spurningurin er,
hvussu Piotr Krakowski, sum hevur
evstu ábyrgdina av liðnum, fær tað
í lag.
Fótbóltur 23 ferðir er Símun Rógvi Hansen, málverji hjá B71, farin í meskarnar eftir bóltinum, tí
mótstøðuliðini hava fingið mál. Sandoyingar hava púrt einki prógvað í landskappingini higartil
Málini rapla inn
Stig-Roar Søbstad skeyt umsíðir
sítt fyrsta mál fyri B68, tá
toftamenn vunnu stórsigur á
sand oyingum. Tað er fyrsta mál-
ið hjá norska framherjanum í
før oysku landskappingini síðani
tann 29. mai í fjør. Tá stóð hann
fyri málinum hjá argjamonnum,
tá AB og Víkingur spældi 1-1.
– Tað er umráðandi, at hann
fær hol á málskjótingina, sigur
Bill M. Jacobsen, venjari.
Stig-Roar Søbstad kom til
Føroya á sumri í 2009. AB, sum
hevði vunnið sær pláss í mið-
bólkinum á stiga talv uni, skrivaði
á sínari heimasíðu, at liðið hevði
fingið nýtt krút úr Noregi.
Søbstad,
sum
hevur
eina
fortíð í Molde, skeyt nógv
mál
fyri
Korsvoll
í
næst-
bestu
deildini
í
Noregi.
11 mál í 27 dystum fyri argjamenn
vóru eisini nøktandi hagtøl, tá
hann skifti til B36 í summar.
28 ára gamli framherjin skeyt
einki mál fyri B36.
– Eg eri framherji, og eg ætli
mær at skjóta mál á Toftum.
Vónandi eigi eg ein leiklut í, at vit
fara at standa okkum væl, segði
Stig-Roar Søbstad við Sosialin
tann 8. desember í fjør.
uni@sosialurin.fo
11 mánaðir
síðani
seinast
B71
0
B68
5
Uni Holm Johannesen
Hýrurin var góður á vága monn-
unum. Tað var hann sjálvandi ikki
á heimaliðnum. At fáa eitt stig á
heimavølli móti einum uppflytara,
sum hevði fingið eitt stig í fyrstu
fýra landskappingardystinum, er
sjálv sagt ikki nøktandi, tá tú ætlar at
stríðast um føroyameistaraheitið.
Víkingur fekk ongantíð fer á sítt
spæl. Heimaliðið var nógv meira á
bóltinum, men verjuparturin hjá 07
Vestur var væl skipaður og tók sær
av tí, sum var.
Símin fyri fyrstu ferð
Símin Hansen skeyt sítt fyrsta mál
fyri Víkingi, tá fáir minuttir vóru
spældir. Hann fekk bóltin á brots-
teigarmarkinum, og við góðum
skoti legði hann heimaliðið á odda.
Tað tóktist ikki darva vága monn-
unum meira enn so, at teir fram-
haldandi treiskaðust eftir bóltinum.
Tað gav úrslit, tá Tór-Ingar Akselsen
javnaði. Hann royndi seg við skoti,
sum umvegis ein mótstøðuspælara,
fór í netið handan Geza Turi. Tá var
fyrra umfarið hálvrunnið.
Eftir steðgin syrgdu gestirnir
fyri, at Víkingur ikki slapp til stór-
vegis møguleikar. Heimaliðið var á
bóltinum fyri tað mesta, men tað
var sjáldan, at Hans Jørgensen, sum
vardi málið hjá 07 Vestur, fekk seg
royndan av álvara.
Atli Gregersen varð útvístur, tá
fáir minuttir restaðu í. Hann sló frá
sær og varð sektaður við reyðum
korti.
Fjórðingsfinalurnar
eru næst
Næsta uppgávan hjá bæði Víkingi
og 07 Vestur er fjórðingsfinalan
í kapp ingini um løgmanssteypið.
Dyst irnir verða avgreiddir miku-
dagin. Tá er upplagdur møguleiki
hjá Víkingi at fáa uppreisn. Tá vitjar
B68 í Sarpugerði.
07 Vestur fær vitjan av KÍ.
Víkingur snávaði
Fótbóltur Víkingarnir vóru ikki nøgdir við bara at fáa eitt stig í Sarpugerði,
tá uppflytararnir úr Vágum vitjaðu um vikuskiftið
Víkingur
1
07 Vestur
1
Víkingur røkti ikki sína skyldu sum kandidatur til føroyameistaraheitið.
Uppflytarin 07 Vestur fekk eitt stig í Sarpugerði
Mynd: Álvur Haraldsen