mánadagur 2. mai 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tað er neyvan ov nógv avgjørt
at siga, at spælið hjá B36 higartil
hevur verið heldur trilvandi, men tá
Víkingur vitjaði í Gundadali í gjár, lá
munandi betur fyri. Og serliga var
tað tann eini spælarin, ið skaraði
framúr, tí tá góður hálvur tími var
farin, hevði Margit Magnusdóttir
skotið reint »hat-trick«, og fyri
hálvleik hevði hon skorað eitt
aftrat, so B36 var á odda 4-1. Hóast
Sevdal-systrarnar skutu trý mál
fyri Víking, rakk tað ikki til at taka
B36, sum við sigrinum kom upp á
triðjapláss í kappingini.
Kappingin millum tey bæði
fremstu síðstu tvey árini, AB og
KÍ, tykist aftur í ár vera beinhørð,
og í løtuni er tað bara málúrtøkan,
ið ger av, hvat av liðunum er tað
fremra. Av tí at AB í grannauppgerð
vann 5-0 á HB í gjár, er tað AB,
sum í løtuni eigur oddasessin í
landskappingini. AB hevði eina
rúgvu av næskum royndum og
skuldi vunnið nógv meira, men
Ásleyg Súnadóttir rakti málið væl
og fekk skotið trý av teimum fimm
málunum hjá AB.
Hóast AB eigur oddasessin, læt
KÍ ikki argjakvinnur fara langt,
tí bara eittans málið er á muni í
málúrtøku. KÍ var eisini á útivølli
og vann 3-0 á Skála í einum dysti,
har tað eisini var KÍ, sum hevði
munin og kundi vunnið meira. KÍ
var longu á odda 2-0 eftir eitt lítið
korter, men triðja málið kom ikki,
fyrr enn bara eitt korter var eftir.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Framvegis
eru
suðuroyarliðini
bæði, FC Suðuroy og TB, best fyri
í kappingini um uppflyting, har
AB í løtuni bara dragnar. Enn er
kappingin tó komin ongan veg, so
myndin kann saktans broytast,
men tá fyrsti triðingurin er farin
aftur um bak, fer ein tendensur
helst at vísa seg.
Málríkasti
dysturin
hetta
umfarið í Vági, har FC Suðuroy tók
ímóti teimum næstbestu hjá EB/
Streymi. Her fingu gestirnir ein
sjokkstart, og eftir bara hálvum
tíma hevði Jónstein Magnussen
skotið trý mál, so EB/Streymur var
á odda 3-0! Hetta var støðan eitt
lítið korter inn í seinna hálvleik,
men so megnaði FC Suðuroy væl
og virðiliga at svara aftur, og David
Asare gekk undan við einum »hat-
trick«, so suðuroyingarnir endaðu
við at vinna 5-3.
Hitt suðuroyarliðið, TB, fekk
heldur ikki nakra ynskibyrjan á
Skála, tí beint fyri steðgin legði
Brian Jacobsen heimaliðið á odda
1-0, og tann støðan helt sær í 12
minuttir av seinna hálvleiki, til
Bárður Dimon fekk javnað. Eitt
sindur av dramatikki var ímóti
endanum, tá málskjúttin hjá Skála
fekk sítt seinna gula kort og mátti
av vøllinum – saman við Dmitrije
Jankovic og Dan Mortensen hjá TB,
ið báðir fingu reyða kortið!
AB fall í Gundadali
Argjamenn skuldu verið førir fyri
at kappast við suðuroyarliðini
um uppflyting, men tað gongur
ikki betur enn næstbest hjá AB
fyri tíðina. Leygardagin taptu
argjamenn aftur, og hesa ferð
vóru tað teir næstbestu hjá HB,
ið spentu bein. Einsamalla málið í
dystinum skoraði Magnus Egilsson
við einum vælplaseraðum skoti í 12.
minutti, og so komu ikki fleiri mál í
grannauppgerðini í Gundadali.
Grannauppgerð var eisini við
Løkin, har NSÍ tók ímóti Víkingi,
og her var tað heimaliðið, ið hevði
munin og vann 3-0. Rógvi Højgaard
skoraði í fyrra hálvleiki, og eftir
steðgin skutu Hugues Namni og
Nemanja Koncar hvør sítt mál.
FC Hoyvík, ið óivað hugsar um at
sleppa longur upp at spæla, hevur
ikki rættiliga havt vindin við sær,
tí útisigurin á 07 Vestur í gjár var
tann fyrsti hjá hoyvíkingum hetta
kappingarárið. Einki mál kom í
fyrra hálvleiki, men 10 minuttir eftir
steðgin fekk Bogi á Borg Eyðunsson
fatur í einum returbólti og legði
FC Hoyvík á odda. 12 minuttir
seinni var Ragnar Niclasen á rætta
staðnum eftir trunkaspæl, og so
var 1-1. Men eitt lítið korter fyri
dystarenda vísti gamli málrevurin,
Jørgen Meitilberg, sítt virði, tá
hann við góðum skoti úr 15 metrum
tryggjaði FC Hoyvík sigurin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Føroyska 1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 FC Suðuroy
4
4
0
0
16
6
+10
12
2 TB
4
3
1
0
15
3
+12
10
3 NSÍ II
4
3
0
1
13
5
+8
9
4 EB/Streymur II
4
3
0
1
12
7
+5
9
5 AB
4
2
0
2
13
7
+6
6
6 HB II
4
2
0
2
6
11
-5
6
7 FC Hoyvík
4
1
1
2
7
12
-5
4
8 Skála
4
0
1
3
3
10
-7
1
9 Víkingur II
4
0
1
3
2
11
-9
1
10 07 Vestur II
4
0
0
4
4
19
-15
0
Føroyska 1. Deild kvinnur
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 AB
5
4
1
0
20
3
+17
13
2 KÍ
5
4
1
0
18
2
+16
13
3 B36
5
2
1
2
6
12
-6
7
4 Víkingur
5
1
1
3
13
14
-1
4
5 Skála
5
1
1
3
4
11
-7
4
6 HB
5
0
1
4
1
20
-19
1
FC Suðuroy einsamalt á odda
Fótbóltur Av tí at AB tapti og TB bara fekk javnt, kundi FC Suðuroy við
sigri leggja seg einsamalt á odda í næstbestu mansdeildini
Margit søkti Víking
KvinnuFótbóltur AB og KÍ vunnu sigrarnar, roknast kundi við, men í dystinum millum B36 og Víking
gjørdist Margit Magnusdóttir stóri spælarin, tá hon skjeyt øll málini hjá B36, sum eitt sindur óvæntað vann
b36 bJóÐAr Av
Við 4-3 sigri á Víkingi vístu uppflytararnir úr B36 í gjár, at kappingin um at renna aftan
á AB og KÍ kann gerast harðari, enn mong høvdu væntað frammanundan
Mynd: Álvur Haraldsen